Skriva út

Útlendsk virkir í Føroyum

Útlendsk virkir, sum arbeiða í Føroyum, hava mvg-skrásetingarskyldu og skattskyldu her eftir ávísum reglum.

Mvg-skrásetingarskyldan

Nær hevur eitt útlendskt virki mvg-skrásetingarskyldu?

Hevur virkið vinnuliga sølu av vørum og tænastum her, so hevur tað mvg-skrásetingarskyldu, um árliga sølan er meiri enn 49.999 kr. Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn virksemið byrjar, skal fyritøkan fylla út og senda okkum oyðublaðið “Skrásetingarskjal til vinnuskránna”. Oyðublaðið er at finna undir snarslóðum her á síðuni.

Hevur útlendska virkið ikki hava fastan rakstrarstað* í Føroyum, ikki heimating, ella er tað ikki ein ríkisstovnur, so skal tað hava eitt umboð her. Fyll tá út og send okkum oyðublaðið "Umboð í Føroyum vegna útlendskt virki – skuldbindingarreglur." Hevur umboðið fulltrú at handla vegna virkið, kann umboðið sjálvt fylla út oyðublaðið “Skrásetingarskjal til vinnuskránna”. Tá skal avrit av fulltrú leggjast við.

Gev gætur, at umboðið og virkið hava samábyrgd.

*) Les meira um fastan rakstrarstað í partinum “Skattskyldan” niðanfyri.

Nær hevur eitt útlendskt virki ikki mvg-skrásetingarskyldu?

Er virkið undirveitari hjá mvg-skrásettum virki í Føroyum, og hevur mvg-skrásetta virkið í Føroyum fullan frádráttarrætt av keyps-mvg, so hevur útlendska virkið ikki mvg-skrásetingarskyldu. Gev gætur, at útleigan av leysafæi kemur ikki undir hetta undantak.

Skattskyldan

Nær hevur eitt útlendskt virki skattskyldu?

Hevur eitt útlendsk virki fastan rakstrarstað í Føroyum, so hevur tað skattskyldu her. Tá skal tað rinda 18% í skatti av skattskyldigu inntøkuni í Føroyum og flyta løn um afturhaldsskipanina hjá TAKS.

Neyðugt er at fylla út og senda okkum oyðublaðið “Skrásetingarskjal til vinnuskránna”, sjálvt um virkið ikki hevur mvg-skrásetingarskyldu.

Nær hevur eitt útlendskt virki ikki skattskyldu?

Hevur virkið ikki fastan rakstrarstað í Føroyum, so hevur tað ikki skattskyldu her.

Hvat merkir fastur rakstrarstaður?

Við fastan rakstrarstað meinast serliga við:

  • stað, haðan felagið verður stýrt
  • deild
  • skrivstovu
  • verksmiðju
  • verkstað
  • náms-, olju- ella gasskeldu, grótbrot ella annan stað, har náttúruríkidømi verða funnin.

Sum fastur rakstrarstaður verða eisini roknað bygging, nýgerð, innleggingar-/uppsetingararbeiði ella virksemi, sum fevnir um ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í sambandi við slíkar ætlanir, um arbeiðið varir longri enn 30 dagar. Gev gætur, at hevur útlendska virkið heimstað í Norðurlandi, verður hetta bert roknað sum fastur rakstrarstaður, um ætlanin ella virksemið í Føroyum varir longri enn 12 mánaðir.

Spurningar?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.