Skriva út

V-tal til hjálparfólk hjá ítróttafeløgum

Ítróttafeløg, sum skulu flyta løn sambært § 29b í skattalógini, sum er samsýning til dómarar, linjuverjar, venjarar, leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgum, skulu skrásetast við serligum v-tali til hesar flytingar. Hetta v-tal verður skrásett sum deild hjá høvuðs v-talinum hjá felagnum.

Soleiðis verður søkt um v-tal til hjálparfólk hjá ítróttafeløgum

Í "Umsókn um serskilt v-tal til persónar" skal verða krossað av í teiginum “løn til venjarar og hjálparfólk sambært § 29b”.

Gev gætur, at verður skrásetingin av hesum serskilda v-tali fráboðað saman við skrásetingini av virkinum/felagnum, er ikki neyðugt at senda umsókn um serskilt v-tal, men tað kann viðmerkjast á skrásetingarskjalið.