Skriva út

Hvat er eftirløn?

Eftirløn er løn, sum tú hevur spart tær saman til og fært útgoldið, tú ið tú gevst at arbeiða fyri aldur.

Eftirløn er lógarkrav

Eftirlønarlógin áleggur øllum undir eftirlønaraldur, og sum eru fult skattskyldig í Føroyum, at spara saman til egna eftirløn. Persónar, sum eru føddir fyri 1. januar 1954, hava tó ikki hesa skyldu, men kunnu sjálvbodnir spara saman.

Soleiðis stovnar tú tær eftirløn

Tú stovnar tær eftirløn við at gera sáttmála við eftirlønarveitara um samansparing. Frá eftirlønarveitaranum fært tú eitt kontunummar, sum skal latast arbeiðsgevaranum at gjalda tann partin av lønini inná, sum skal til eftirløn.

Ein eftirlønarveitari kann vera eitt lívtryggingarfelag, ein peningastovnur ella ein eftirlønargrunnur. Í peningastovni er talan um uppsparing burturav. Í tryggingarfelagi og eftirlønargrunni verður partur av uppsparingini vanliga settur í virðisbrøv.

Síðan 1. januar 2014 hevur verið krav, at eftirlønarveitarin skal hava heimstað í Føroyum.

Hjá nógvum er eftirlønin innbygd í setanarsáttmálan

Sum nevnt omanfyri ber til at gera sín egna sáttmála við ein eftirlønarveitara, men í dag er eftirlønin ofta innbygd í setanarsáttmálar okkara, soleiðis at arbeiðsgevarin rindar eitt gjald inn á okkara eftirlønarkontu, samstundis sum vit fáa løn. Onkuntíð kann setanarsáttmálin hava áseting um, at arbeiðsgevarin rindar ein part, og tú ein, men tað er arbeiðsgevarin, ið umsitur og avgreiðir eftirlønina.

Er tín eftirløn innbygd í setanarsáttmálan, hevur tú longu eina eftirlønarsamansparing.

Bundna eftirlønargjaldið

Tá man flytur starvsfólki løn, skal man eisini flyta ein ávísan prosentpart av lønini í eftirløn. Hetta er bundna eftirlønargjaldið. Summi siga kravda, onnur tvungna, og í staðin fyri eftirlønargjald verður eisini sagt eftirlønarprosent. Alt er tað sama.

Bundna eftirlønargjaldið byrjaði 1. januar 2014, tá tað var 1% av lønini. Síðan skal tað vaksa eitt prosent um árið fram til 2026, tá ið tað er 12% av lønini. Tað kann tó hækkast skjótari, og summi flyta longu fulla upphædd, 12%.

Hvussu stórt, ið bundna eftirlønargjaldið er í ár, sært tú í talvu yvir bundna eftirlønargjaldið undir snarslóðum.

Minsta krónuupphædd

30 kr. er minsta eftirlønarupphædd, ið man sum arbeiðsgevari skal flyta saman við lønini. Er lønin so lítil, at eftirlønarparturin er minni enn 30 krónur, fellur kravið um at flyta eftirløn burtur, tó at man altíð kann flyta, um man vil.

Mesta krónuupphædd

150.000 kr. um árið er mesta eftirlønarupphædd, ið man sum arbeiðsgevari hevur skyldu til at flyta einum starvsfólki í eftirløn um árið. Sama, um prosentini siga annað, hevur eingin arbeiðsgevari skyldu at flyta meira enn tað.

Eftirløn skal roknast av øllum lønarflytingum

Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at allar lønarflytingar eru fevndar av nýggja kravinum um eftirløn. Tað merkir, at eftirløn skal rindast av nevndarsamsýningum, eykastørvum, yvirtíðararbeiði o.s.fr.

Frítíðarlønin er partur av vanligu inntøkuni, og tískil skal eftirløn eisini rindast av frítíðarløn. Tá ið roknað verður, hvussu nógv skal rindast í eftirløn, skal frítíðarlønin takast við í útrokningargrundarlagið, t.e. leggjast aftur at vanligu inntøkuni, og síðan skal eftirlønarparturin roknast út

Dømi: Ein løntakari fær 25.000 krónur í vanligari mánaðarløn, og frítíðarlønin er 12%. í 2019 skal í minsta lagi 5% av hesum rindast sum eftirløn. 12% (frítíðarlønin) av 25.000 kr. er 3.000 kr. Mánaðarlønin og frítíðarlønin samanlagdar geva 28.000 kr. Av hesum skulu rindast 5% í eftirløn, svarandi til 1.400 kr.

Kravið um eftirløn er so ítøkiligt, at verður eftirløn ikki flutt, kann lønin heldur ikki flytast. Sambært lóg eru hesi gjøld tó undantikin hesum kravi:

  • vinningur av eydnuspæli, legati, sømdargávu og líknandi,
  • útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum,
  • uppihaldspeningur sambært hjúnabandslóggávuni,
  • útgjald í sambandi við ættleiðingarstuðul,
  • útgjald í sambandi við útbúgvingarstuðul,
  • útgjald av tryggingarupphædd og líknandi,
  • útgjald í sambandi við tænastumannaeftirløn,
  • útgjald í sambandi við lívrentu og líknandi,
  • útgjald í sambandi við lutaeftirløn,
  • útgjald í sambandi við lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk,
  • útgjald í sambandi við viðbót til ávísar pensjonistar,
  • útgjald í sambandi við barnagjald til einsamallar uppihaldarar,
  • útgjald í sambandi við almannapensjónir,
  • útgjald í sambandi við forsorgarlógini,
  • útgjald í sambandi við stuðul til uppihaldspening,
  • útgjald í sambandi við barnavernd.
Eftirlønin er persónlig ogn

Eftirlønarsamansparingin er tín persónliga ogn. Tú hevur kortini ikki ræði á henni og kanst ikki taka hana út í úrtíð. Eftirlønarsamansparingin kann heldur ikki latast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara.

Eftirlønin við sundurlesing ella hjúnaskilna

Eftirlønarsamansparingin er partur av felagsbúnum, tá hjún verða sundurlisin ella skild. Hetta er tó ikki galdandi fyri lívrentu, sum ikki kann afturkeypast.