Skriva út

Fyribilsskattaskráseting

Fyribilsskattaskráseting er tað at geva TAKS boð um væntaða B-inntøku í árinum. Á henda hátta kann tryggjast, at nøkulunda rættur skattur verður goldin. Endalig uppgerð verður gjørd við sjálvuppgávuni.

Soleiðis verður B-inntøka fyribilsskrásett

Inntøka verður fyribilsskrásett við at senda TAKS eitt oyðublað, har ein metir um inntøkuna komandi árið. Finn skjalið undir snarslóðum. Best er at hava mett so neyvt um inntøkuna, sum til ber, tí tess rættari verður skatturin.

Um B-inntøka hevur verið undanfarin ár, verður nettoúrslitið frá hesum árum vanliga flutt fram sum inntøka at gjalda B-skatt eftir, um eingin broyting annars hevur verið gjørd hesum viðvíkjandi.

Soleiðis verður B-skattur goldin

B-skattur verður goldin við girokorti, sum ein fær sendandi eina ferð um mánaðin. Upphæddin fellur til gjaldingar tann fyrsta í tí mánaði, ið girokortið er útskrivað fyri. Gjaldsfreistin er tann 20. í sama mánaði.

Um inntøkan broytist í árinum

Umstøður kunnu gera, at inntøkan broytist í árinum, tí at vinnuvirksemi økist ella minkar, og at rætting tí skal gerast til skrásettu fyribils B-inntøkuna. Nýggj meting verður tá gjørd, og fyribilsskattaskrá latin TAKS.

Um virksemið heldur uppat

Um virksemið heldur uppat í árinum, verður útrokning gjørd viðvíkjandi væntaðu nettoinntøkuni, ið hevur verið í tíðarskeiðinum frá byrjan av inntøkuárinum til virksemið heldur uppat, og fyribilsskattaskrá send til TAKS.

Í sambandi við at virksemið heldur uppat, eigur virkið eisini at verða frámeldað. Oyðublað til hetta er at finna undir snarslóðum.