Skriva út

Barsilspengar

Við barsilspengum frá Barsilsskipanini er fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívi barnsins.

Barsilsinngjaldið hjá arbeiðsgevaranum

Barsilsinngjaldið hjá arbeiðsgevaranum er 0,86% av A-inntøkuni og verður goldið av øllum, ið hava A-inntøku. Harafturat verður 0,1% goldið til Vinnusjúkugrunnin, so samlaða gjaldið, ið verður fakturerað frá barsilsskipanini, er 0,96%.

Rokning verður send mánaðarliga inn á Mínrokning. Har kanst tú eisini fáa gjaldið avgreitt sjálvvirkandi, ella tú kanst gera eina gjaldsavtalu við TAKS. Tað kanst tú lesa meira um undir snarslóðum.

Um tú rindar starvsfólki løn, meðan tað er í barsilsfarloyvi

Rindar tú starvsfólki løn, meðan tað er í barsilsfarloyvi, hevur tú rætt til at fáa lønina endurrindaða, tó í mesta lagi tað, sum starvsfólkið vildi havt fingið, um søkt varð frá Barsilsskipanini.

Les meira rættindi tíni í hesum sambandi á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini undir snarslóðum.

Soleiðis søkir tú um barsilspening

Fyri at søkja um barsilspening skalt tú senda Barsilsskipanini eina umsókn. Oyðubløð og adressu finnur tú á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini. Hana finnur tú undir snarslóðum.

Minst til umsóknarfreistina

Umsóknin skal vera inni í seinasta lagi 1 ár eftir barnsburð/ættleiðing.

Fá meira at vita

Klikk á "Barsilsskipanin (starvsfólk)" undir snarslóðum og fá meira at vita um møguleikar og mannagongdir hjá tær og starvsfólki tínum í sambandi við barsilspening.