Skriva út

Íverksetarafeløg

Eitt íverksetarafelag er eitt felag, sum kann stovnast fyri at koma í gongd við eitt virksemi, ið gevur handilsligar møguleikar, men sum í fyrstani ikki hevur so stóran tørv á kapitali. Kapitalurin skal bara vera ímillum 1 og 49.999 kr.

Skráseting

Eitt íverksetarafelag er ikki ein sjálvstøðug juridisk eind, fyrr enn tað er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Í tíðini fram undir hetta samábyrgjast partaeigararnir. Vegleiðing til at skráseta felag er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.

Íverksetarafeløg skulu fráboðast partafelagsskránni seinast tvær vikur aftan á dagfestingina á stovningarskjalinum.

Felagið skal senda TAKS skrásetingarskjal til vinnuskránna saman við rakstrarætlan, viðtøkum, stovningarsamtykt og eigarabók, har víst verður á, hvør hevur inngoldið partapeningin.

Upplýsing um, at eitt íverksetarafelag er stovnað, verður upplýst á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.

Feløg undir stovnan

Eitt íverksetarafelag kann eisini verða skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS sum “undir stovnan,” meðan felagið bíðar eftir at verða skrásett hjá Skráseting Føroya. Navnið skal tá vera "(navn felagsins) undir stovnan". Meðan íverksetarafelagið er skrásett undir stovnan, hefta eigarar felagsins persónligt (beinleiðis og solidariskt) við allari ogn síni mótvegis kreditorum hjá felagnum.

Tá ið skrásetingin er gjørd í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya, verður "undir stovnan" strikað. Felagið heldur fram við sama v-tali.

Tá felagið verður skrásett, skal TAKS hava avrit av stovningarsamtykt, viðtøkum og eigarabók fyri felagið. Allir eigarar skulu skriva undir skrásetingarskjalið.

Rætting

Verða rættingar gjørdar í íverksetarafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, fær TAKS fráboðan um flestar av hesum frá Skráseting Føroya.

Tó skal skráseting av kontunummari til útgjald av mvg ella lønhæddaravgjaldi fráboðast beinleiðis til TAKS.

Sama er galdandi, um felagið broytir vinnugrein, sum er innan fyri endamálsorðingina hjá felagnum. Hevur broytingin av vinnugrein við sær, at felagið skal mvg-skrásetast, skal nýtt skrásetingarskjal sendast TAKS.

Frámelding

Íverksetarafeløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, verða ikki strikað úr vinnuskránni uttan við fráboðan frá Skiftirættinum ella Skráseting Føroya. Tó kann eitt felag frámelda skyldur sum mvg og lønhæddaravgjald.