Skriva út

Smápartafeløg

Eitt smápartafelag er eitt felag, har partaeigararnir ikki ábyrgjast persónliga fyri virkið.

Skráseting

Eitt smápartafelag er ikki til, fyrr enn tað er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Í tíðini fram undir hetta samábyrgjast partaeigararnir. Vegleiðing til at skráseta felag er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.

Smápartafeløg skulu fráboðast partafelagsskránni seinast 6 mánaðir aftan á dagfestingina á stovningarskjalinum.

Felagið skal senda TAKS skrásetingarskjal til vinnuskránna saman við viðtøkum, stovningarsamtykt og eigarabók, har víst verður á, hvør hevur inngoldið partapeningin.

Upplýsing um, at eitt felag er stovnað, verður upplýst á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.

Feløg undir stovnan

Eitt smápartafelag kann eisini verða skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS sum “undir stovnan.” Navnið skal tá vera "(navn felagsins) undir stovnan". Meðan smápartafelagið er skrásett undir stovnan, hefta eigarar felagsins persónligt (beinleiðis og solidariskt) við allari ogn síni mótvegis kreditorum hjá felagnum.

Tá ið skrásetingin er gjørd í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya, verður "undir stovnan" strikað. Felagið heldur fram við sama v-tali.

Tá felagið verður skrásett, skal TAKS hava avrit av stovningarsamtykt, viðtøkum og eigarabók fyri felagið. Allir eigarar skulu skriva undir skrásetingarskjalið.

Rætting

Verða rættingar gjørdar í smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, fær TAKS fráboðan um flestar av hesum frá Skráseting Føroya.

Tó skal skráseting av kontunummari til útgjald av mvg ella lønhæddaravgjaldi, fráboðast beinleiðis til TAKS.

Sama er galdandi, um felagið broytir vinnugrein, sum er innan fyri endamálsorðingina hjá felagnum. Hevur broytingin av vinnugrein við sær, at felagið skal mvg-skrásetast, skal nýtt skrásetingarskjal sendast TAKS.

Frámelding

Smápartafeløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, verða ikki strikað úr vinnuskránni uttan við fráboðan frá Skiftirættinum ella Skráseting Føroya. Tó kann eitt felag frámelda skyldur sum mvg og lønhæddaravgjald.