Skriva út

Løgtingslóg nr. 16 frá 5. mai 2008

um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur

Sáttmáli frá 20. juni 2007 millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland við protokoll frá 20. juni 2007


Við atliti til, at Føroya landsstýri ger henda sáttmála vegna Danmarkar kongaríki sambært lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera, eru Føroya landsstýri og Ríkisstjórnin fyri Stóra Bretland og Norður Írland;

sum ynskja at gera ein sáttmála til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur;

komin ásamt um fylgjandi:

Grein 1
Persónar, sum koma undir sáttmálan
Undir henda sáttmála koma persónar, sum eru heimahoyrandi í øðrum ella báðum teimum sáttmálabundnu ríkjunum.

Grein 2
Skattir eftir hesum sáttmála
1. Hesin sáttmálin 1. skal verða nýttur um inntøku- og kapitalvinningsskattir, ið verða álíknaðir vegna eitt sáttmálabundið ríki, tess politisku deildir ella lokalu myndugleikar uttan mun til, hvussu teir verða kravdir inn.

2. Inntøku- ellar kapitalvinningsskattir eftir hesum sáttmála verða hildnir at vera allir skattir, ið verða álíknaðir av allari inntøkuni ella av parti av inntøkuni. Heruppií eru skattir av vinningi, tá ið leysafæ ella føst ogn verður seld, eins og skattir av kapitalvøkstri.

3. Galdandi skattir, sum hesin sáttmáli verður nýttur um, eru serliga:
a. í Føroyum

i. landsskattur;
ii. kommunuskattur;
iii. kapitalvinningsskattur;
iv. skattur av nýtslugjaldi; og
v. skattur eftir kolvetnisskattalógini;
vi. (hiðani kallað „føroyskur skattur“).

b. í Stóra Bretlandi

i. inntøkuskattur (the income tax);
ii. partafelagsskattur (the corporation tax);
iii. kapitalvinningsskattur (the capital gains tax);
iv. ráoljuskattur (the petroleum revenue tax); og
v. ískoytisgjald viðvíkjandi ring fence handlum (the supplementary charge in respect of ring fence trades ); (hiðani kallað „bretskur skattur“)

4. Sáttmálin skal eisini verða nýttur um allar skattir av sama ella nærum sama slag, sum verða álíknaðir eftir at hesin sáttmáli er undirskrivaður sum ískoyti til ella í staðin fyri galdandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu ríkjunum skulu geva hvørjum øðrum boð um munandi broytingar, sum vera gjørdar í teirra egnu skattalógum.

Grein 3
Vanligar allýsingar
1. Um ikki annað sæst av tí sambandi, málburðurin verður havdur í, er merking hansara í hesum sáttmála, sum niðanfyri tilskilað:
a. Málberingin „Føroyar“ merkir føroyskt land- og sjóøki og eitthvørt øki uttanfyri føroyskt sjómark, har Føroyar eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við fólkarættin kunnu fremja síni rættindir til havbotnin, undirgrundina og tilhoyrandi náttúrutilfeingi;
b. málberingin„Stóra Bretland“ merkir Stóra Bretland og Norður Írland, íroknað eitt og hvørt øki uttanfyri territorialsjógvin hjá Stóra Bretlandi, sum sambært bretskari lóggávu og samsvarandi fólkarættinum er ásett sum øki, har Stóra Bretland kann fremja síni rættindir til havbotnin, undirgrundina og tilhoyrandi náttúrutilfeingi;
c. málberingin „ríkisborgari“ merkir:
i. viðvíkjandi Føroyum, ein og hvør likamligur persónur við donskum ríkisborgararætti, búsitandi í Føroyum, og ein og hvør løgfrøðiligur persónur, felagsskapur ella felag, ið so verður viðgjørt eftir galdandi lóg í Føroyum;
ii. viðvíkjandi Stóra Bretlandi, ein og hvør likamligur persónur við bretskum ríkisborgararætti, ella bretskur ríkisborgari, sum ikki hevur ríkisborgararætt í øðrum bretskum Samveldislandi ella øki, um hesin hevur rætt til at taka búgv í Stóra Bretlandi; ella løgfrøðiligur persónur, felagsskapur, felag ella onnur eind, ið so verður viðgjørd eftir galdandi lóg í Stóra Bretlandi;
d. málberingin „skattur“ merkir føroyskur skattur ella bretskur skattur alt eftir, hvat samanhangurin krevur;
e. málberingin „sáttmálabundið ríki“ og „hitt sáttmálabundna ríki“ merkir Danmarkar kongaríki Føroyum viðvíkjandi ella Stóra Bretland alt eftir, hvat samanhangurin krevur;
f. málberingin „persónur“ merkir likamligur persónur, felag og ein og hvør onnur samtøka av persónum;
g. málberingin „felag“ merkir ein hvør løgfrøðiligur persónur ella ein og hvør onnur samtøka, sum verður viðgjørd sum skattliga viðurkendur løgfrøðiligur persónur;
h. málberingin „virki“ merkir rakstur av ein og hvørjari fyritøku;
i. málberingin „virki í einum sáttmálabundnum ríki“og „virki í hinum sáttmálabundna ríkinum“ merkir ávíkavist virki, sum verður rikið av einum persóni, ið er búsitandi í einum sáttmálabundnum ríki, og virki, sum persónur rekur, ið er búsitandi í hinum sáttmálabundna ríkinum;
j. málberingin „altjóða ferðsla“ merkir flutningur við skipi ella flogfari, sum verður rikið av einum virki í einum sáttmálabundnum ríki, tó ikki um talan er um skip ella flogfar, sum bert verður rikið ímillum pláss í hinum sáttmálabundna ríkinum;
k. málberingin „málsráðandi myndugleiki“ merkir
i. í Føroyum: landstýrismaðurin í fíggjarmálum ella umboðsmaður hansara;
ii. í Stóra Bretlandi: „Commisioners for Her Majesty´s Revenue and Customs“ ella umboðsmaður teirra;

1. málberingin „fyritøka“ umfatar rakstur av yrkisligari tænastu og øðrum sjálvstøðugum virksemi.

2. Tá ið sáttmálin verður nýttur í einum sáttmálabundnum ríki skal, uttan so at annað sæst av samanhanginum, ein og hvør málbering, sum ikki er útgreinað í sáttmálanum, hava tann týdning, sum hon hevur í lóggávuni í hesum ríki um teir skattir, sum hesin sáttmáli viðvíkur, og tann týdningur, sum málberingin hevur í skattalóggávuni í hesum ríki, hevur fyrimun fyri týdningin í aðrari lóggávu hjá sama ríki.

Grein 4
Skattligur heimstaður
1. Í hesum sáttmála merkir „persónur, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki“ ein og hvør persónur, sum, sambært lóggávu í tí sáttmálabundna ríkinum, er skattskyldugur har vegna heimstað, bústað, leiðslunnar bústað, stovningarstað ella tílíkt merki, og fevnir eisini um hetta ríki, tess politisku deildir og lokalu myndugleikar. Málberingin fevnir tó ikki um persón, hvørs skattskylda til umrødda ríki er avmarkað til inntøku ella kapitalvinning frá keldum í umrødda ríki.

2. Málberingin „persónur, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki“ fevnir eisini um:
a. Persón, sum uppiheldur sær í einum sáttmálabundnum ríki sambært lóggávuni í hesum ríki, sum er undantikin inntøkuskatti í hesum ríki, og sum rekur, fyrisitur ella veitir pensjónir ella eftirlønir ella vinnur inntøku til frama fyri eina ella fleiri pensjóns- ella eftirlønarskipanir; og
b. felagsskap, sum einans er stovnaður og sum einans verður rikin til frama fyri átrúnaðarlig, vælgerandi, vísindalig, mentunarlig ella útbúgvingarlig endamál (ella vegna meira enn eitt av nevndu endamálum) og sum er heimahoyrandi í hesum ríki sambært lóggávuni í hesum ríki, óansæð at øll ella partur av inntøku ella vinningi kann verða undantikin skatti eftir lóggávuni í hesum ríki.

3. Tá ið soleiðis er, at likamligur persónur sambært stk. 1 í hesi grein er heimahoyrandi í báðum sáttmálabundnu ríkjunum, verður hansara støða sett eftir hesum reglum:
a. hann verður bert hildin at verða heimahoyrandi í ríkinum, har hann hevur fastan bústað tøkan; um hann hevur fastan bústað tøkan í báðum sáttmálabundnu ríkjunum, verður hann bert hildin at búgva í tí sáttmálabundna ríkinum, sum hann persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at, (hevur sín miðdepil í lívsáhugamálum);
b. ber ikki til at gera av, í hvørjum ríki miðdepilin er í lívsáhugamálum hansara, ella hevur hann ikki í nøkrum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum fastan bústað tøkan, tá verður hann bert hildin at verða heimahoyrandi í tí ríki, har hann vanliga dvølst;
c. um hann vanliga dvølst í báðum ríkjum ella um hann ikki hevur tílíka dvøl í nøkrum av teimum, verður hann bert hildin at vera heimhoyrandi í tí ríkinum, har hann er ríkisborgari;
d. er hann ríkisborgari í báðum ríkjum ella er hann ikki ríkisborgari í nøkrum av ríkjunum, skulu teir málsráðandi myndugleikarnir í teimum avvarðandi sáttmálabundnu ríkjunum taka avgerð í málinum við sínamillum avtalu.

4. Um ein ikki-likamligur persónur eftir reglunum í stk. 1 í hesi grein er heimahoyrandi í báðum teimum sáttmálabundnu ríkjunum, skal hann verða hildin bert at vera heimahoyrandi í tí ríkinum, har veruliga leiðslan hevur sítt sæti.

Grein 5
Fastur rakstrarstaður
1. Í hesum sáttmála merkir málberingin „fastur rakstrarstaður“ fastur handilsstaður, har virkið heilt ella partvíst røkir starv sítt.

2. Málberingin „fastur rakstrarstaður“ fevnir serstakliga um:
a. stað, haðani virkið verður stjórnað;
b. deild;
c. skrivstovu;
d. verksmiðju;
e. verkstað; og
f. náms-, olju- ella gasskeldu, grótbrot ella hvønn annan stað, har náttúruríkidømi verða vunnin.

3. Byggipláss, nýgerðar-, innleggingar- ella uppsetingararbeiði, ella virksemi, sum fevnir um ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í samband við slíka ætlan, kemur undir heitið fastur rakstrarstaður, men bert um so er, at ætlanin ella virksemið er í gerð í meira enn 12 mánaðir.

4. Nýgerð ella innlegging av rørleiðingum til flutning av olju ella gassi, ella arbeiðspláss knýtt at tílíkari nýgerð ella innlegging, skal, hóast reglurnar í stk 3 í hesi grein, koma undir heitið fastur rakstrarstaður antin tað varar meira enn 12 mánaðir ella ikki.

5. Hóast frammanfyri standandi reglur í hesi grein skal málberingin „fastur rakstrarstaður“ ikki vera hildin at galda:
a. tá innrættingarnar bara eru nýttar til at goyma, sýna fram ella flýggja út vøru hjá virkinum;
b. tá ið vøra, sum virkið eigur, bert verður havd á vørugoymslu, til framsýningar ella til útflýggingar;
c. tá ið vøra hjá virkinum verður havd á vørugoymslu, bert tí hon skal verða virkað á øðrum virki;
d. tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til at keypa vøru ella sanka saman upplýsingar til virki;
e. tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til slíkt annað virksemi fyri virkið, ið bara er fyrireikandi ella styðjandi;
f. tá ið fastur handilsstaður bert verður havdur til fleiri sløg av virksemi um somu tíð, nevnd under a)–e), um so er at virksemið alt á tí fasta handilsstaðnum, sum kemst av hesum, er fyrireikandi ella styðjandi.

6. Reglurnar í stk. 1 og 2 í hesi grein eru ikki at skilja øðrvísi enn so, at hevur eitt virki ein persón í einum sáttmálabundnum ríki at virka fyri seg, og er hesin persónur ikki slíkt óheft umboð, sum nevnt í stk. 7 í hesi grein, men hevur fulltrú, sum hann vanliga nýtir til at gera avtalur virkisins vegna har, tá skal sama virki vera roknað at hava fastan rakstrarstað í hesum sáttmálabundna ríki viðvíkjandi øllum tí virksemi, sum hesin persónur tekur uppá seg fyri virkið, uttan so at virksemið hjá honum er avmarkað til slík føri, sum eru nevnd í stk. 5 í hesi grein, og sum, um tey vórðu framd gjøgnum fastan handilsstað, ikki vildu gjørt henda fasta handilsstaðin til fastan rakstarstað, sambært reglunum í nevnda stykki.

7. Eitt virki verður ikki hildið at hava fastan rakstrarstað í einum sáttmálabundnum ríki bara tí, at tað rekur vinnu við millummanni, umboðsmanni ella øðrum óheftum umboði í tí ríki, um so er, at hesir persónar virka innanfyri karmarnar á sínum vanliga vinnuøki.

8. At felag, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, stjórnar ella verður stjórnað av felagi, heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum ella at felag (gjøgnum fastan rakstrarstað ella á annan hátt) rekur vinnuvirki í hinum sáttmálabundna ríkinum, skal ikki í sjálvum sær bera í sær, at annað av hesum báðum feløgum verður hildið at vera fastur rakstrarstaður fyri hitt.

Grein 6
Inntøka av fastari ogn
1. Inntøka, ið persónur, sum býr í einum sáttmálabundnum ríki, fær av fastari ogn, (heruppií inntøka av landog ella skógbrúki), ið liggur í hinum sáttmálabundna ríkinum, kann verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.

2. Málberingin „føst ogn“ skal hava tann týdningin, sum hon hevur í lóggávuni í tí sáttmálabundna ríkinum, har fasta ognin liggur. Málberingin fevnir í øllum førum um tað, sum hoyrir til føstu ognina, innistøðu og amboð, sum nýtt verða í vinnu við landbrúki og skógbúnaði, rættindi, har borgarligu rættarreglurnar um fasta ogn verða nýttar, brúksrætt til fasta ogn eins og rættindi til skiftandi ella fastar veitingar, ið verða goldnar fyri at nýta ella fyri rættin til at nýta miniralríkidømi, keldur og onnur náttúruríkidømi; skip, bátar og flogfør verða ikki hildin at vera føst ogn.

3. Reglurnar í stk. 1 í hesi grein skulu verða nýttar um inntøku, ið stavar frá beinleiðis nýtslu, leigu, ella einari og hvørjari aðrari nýtslu av fastari ogn.

4. Reglurnar í stk. 1 og 3 í hesi grein skulu eisini nýtast um inntøku av fastari ogn, sum eitt virki eigur.

Grein 7
Inntøka av vinnuvirki
1. Inntøka, ið stavar frá virki í einum sáttmálabundnum ríki, kann bert verða skattað í hesum ríki, uttan so at virkið rekur vinnu í hinum sáttmálabundna ríkinum, frá einum føstum rakstrarstaði har. Um so er at virkið rekur tílíka vinnu, kann inntøkan verða skattað í hinum ríkinum, men tó bert hvat tí parti viðvíkur, ið kann verða kannaður hesum fasta rakstrarstaði.

2. Uttan so at ásetingarnar í stk. 3 í hesi grein áseta annað, skal, í førum har eitt virki í einum sáttmálabundnum ríki rekur vinnu í hinum sáttmálabundna ríkinum, frá einum føstum rakstrarstaði har, slík inntøka verða kannað hesum fasta rakstrarstaði, sum virkið ætlandi hevði havt fingið, um rakstrarstaðurin var frítt og óheft vinnuvirki, sum hevði innt sama ella líknandi virksemi undir somu ella líknandi korum og sum við fullum frælsi hevði havt gjørt handilsavtalu við virkið, sum hann er fastur rakstrarstaður hjá.

3. Tá ið inntøka frá føstum rakstrarstaði verður gjørd upp, skal tað verða loyvt at draga frá útreiðslur, sum standast av tí fasta rakstrarstaðnum, heruppií kostnaður av leiðslu og fyrisiting, annaðhvørt tær eru rindaðar í tí sáttmálabundna ríkinum, har fasti rakstrarstaðurin er, ella aðrastaðni.

4. Ongin inntøka skal verða kannað nøkrum føstum rakstrarstaði, bara tí at fasti rakstrarstaðurin hevur keypt vørur fyri virkið.

5. Tá ið frammanfyri standandi stykkir verða nýtt, skal tann inntøka, ið verður kannað føstum rakstrarstaði, verða ásett eftir sama leisti á hvørjum ári, uttan so at góð og vælgrundað orsøk er til at nýta aðra mannagongd.

6. Í teimum førum, tá vinningur fevnir um inntøkur ella kapitalvinningar, ið umrøddir eru serstakt í øðrum greinum í hesum sáttmála, skulu reglurnar í teimum greinunum ikki verða nervaðar av reglunum í hesi grein.

Grein 8
Skipa- og loftferðsla
1. Vinningur, sum eitt virki, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av skipa- og loftferðslurakstri í altjóða samferðslu, kann bert verða skattaður í hesum sáttmálabundna ríki.

2. Í hesi grein merkir málberingin vinningur av skipa- og loftferðslurakstri í altjóða samferðslu:
a. vinningur av bareboat útleigu av skipum ella flogførum; og
b. vinningur av nýtslu, viðlíkahaldi ella leigu av bingjum (heruppií viðfestar vognar og onnur tól til bingjuflutnings), sum verða nýttar til góðs- ella vøruflutnings;
har tílík útleiga ella tílík nýtsla, viðlíkahald ella leiga, alt eftir viðurskiftinum, er partur av skipa-og loftferðslurakstri í altjóða samferðslu.

3. Reglurnar í stk. 1 í hesari grein skulu eisini verða nýttar um vinning, ið stavar frá sokallaðum poolarbeiði, frá handilsfelagsskapi ella frá einum altjóða rakstrarfelagsskapi.

Grein 9
Virki, sum eru sínamillum bundin hvørt at øðrum
1. Tá ið soleiðis er, at
a. virki í einum sáttmálabundnum ríki beinleiðis ella óbeinleiðis eigur lut í leiðslu, eftirliti ella eginogn hjá virki í hinum sáttmálabundna ríkinum; ella
b. somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis eiga lut í leiðslu, eftirliti ella eginogn í einum virki í einum sáttmálabundnum ríki og í einum virki í hinum sáttmálabundna ríkinum, og antin avtala er gjørd millum tey avvarðandi virkini, ella treytir eru ásettar um teirra handilsliga ella fíggjarliga samband, sum víkja frá teimum treytum, sum høvdu verið avtalaðar millum óheft virki, kann øll inntøkan, sum hevði lutast øðrum av hesum virkjum, um hesar treytir ikki høvdu verið, men sum grundað á hesar treytir ikki lutast tí, verða roknað uppí inntøkuna hjá hesum virki og verða skattað samsvarandi.

2. Tá sáttmálabundið ríki tekur við til vinningin hjá einum virki í hesum ríki – og samsvarandi skattar – vinning, sum eitt virki í hinum sáttmálabundna ríkinum er blivið skattað av í seinna nevnda ríki, og tann soleiðis íroknaða vinningur er vinningur, sum hevði verið lutaður virki í fyrstnevnda ríki, um tær treytir, ið eru avtalaðar millum virkini, høvdu verið tær somu, sum høvdu verið avtalaðar millum óheft virkir, tá skal seinna nevnda ríki gera eina javning, sum samsvarar við skattin, ið er roknaður av vinninginum. Tá ið javnað verður, skulu hinar reglurnar í hesum sáttmála havast í huga, og málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu ríkjunum skulu um neyðugt ráðføra seg sínamillum.

Grein 10
Vinningsbýti
1. Vinningsbýti, sum felag, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rindar til ein persón, sum er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, kann verða skattað í seinni nevnda ríki.

2. Tó so, vinningsbýti kann eisini verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har felagið, sum rindar vinningsbýti, er heimahoyrandi og í samsvari við galdandi lógir í nevnda ríki, men um rætti eigarin av vinningsbýtinum er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, skal álíknaði skatturin ikki fara upp um:
a. 5% av allari upphæddini av vinningsbýtinum, um tann løgligi eigarin er eitt felag (annað enn ein samtøka av persónum), sum beinleiðis eigur minst 10% av ogn felagsins, ið vinningsbýti rindar;
b. 15% av allari upphæddini av vinningsbýtinum í øllum øðrum førum.

3. Hóast ásetingarnar í stk. 2 í hesari grein, skal vinningsbýti ikki verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har felagið, ið útlutar vinningsbýti, er heimahoyrandi, um tann rætti eigarin av vinningsbýtinum er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum og í hesum ríki rekur ella fyrisitir ætlan, skipan, grunn, ella aðra fyriskipan, sum er sett á stovn í seinna nevnda ríki, sum er
a. undantikin skattskyldu í seinna nevnda ríki og
b. sum er rikin við tí høvuðsendamáli at fyrisita ella veita pensjónir ella eftirlønir, ella at vinna inntøku til frama fyri eitt ella fleiri av nevndu endamálum, tá vinningsbýtið kann roknast slíkum virksemi.
Stk. 2 og 3 í hesari grein forða ikki fyri, at felagið verður skattað av tí vinningi, sum vinningsbýtið er goldið av.

4. Málberingin „vinningsbýti“ merkir í hesi grein inntøku av partabrøvum, ella øðrum rættindum, sum ikki eru skuldarbrøv, lut í vinningi, eins og inntøku frá øðrum samtøkurættindum og einum og hvørjum øðrum luti, sum, sambært lóggávuni í ríkinum, har felagið, ið letur vinningsbýti, er heimahoyrandi, verður viðgjørd sum vinningsbýti ella útlutan frá einum felagi .

5. Ásetingarnar í stk. 1, 2 og 3 í hesi grein eru ikki galdandi, um tann rætti eigarin av vinningsbýtinum, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki og sum rekur vinnu í hinum sáttmálabundna ríkinum, har felagið, ið rindar vinningsbýti, er heimahoyrandi umvegis ein fastan rakstrarstað har, og tann partabrævaogn, sum vinningsbýti verður goldið av, hevur beinleiðis samband við fasta rakstrarstaðið. Í slíkum føri eru ásetingarnar í grein 7 galdandi.

6. Tá eitt felag, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær vinning ella inntøku frá hinum sáttmálabundna ríkinum, kann seinna nevnda ríki ikki álíkna skatt av vinningsbýti, sum verður rindað av felagnum, uttan so at vinningsbýtið verður goldið einum persóni, ið er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, ella tann partabrævaogn, sum vinningsbýti verður goldið av, hevur beinleiðis samband við fastan rakstrarstað i hinum sáttmálabundna ríkinum, heldur ikki kann seinna nevnda ríki áleggja skatt á ikki-útlutaða vinning felagsins, sjálvt um útgoldna vinningsbýti ella ikki-útlutaði vinningurin heilt ella partvíst er inntøka úr hesum sama ríki.

7. Eingin lætti verður givin eftir hesari grein, um tað var høvuðsendamálið ella eitt av høvuðsendamálunum hjá nøkrum persóni við at stovna ella avhenda partabrøv ella onnur rættindi sum vinningsbýti verður goldið av, at fáa fyrimun eftir hesari grein av nevndu stovnan ella avhendan.

Grein 11
Renta
1. Renta, sum stavar frá einum sáttmálabundnum ríki og verður goldin einum persóni, ið er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, kann bert verða skattað í seinna nevnda ríki.

2. Málberingin „renta“ merkir í hesi grein inntøka av skuldarbrøvum av einum og hvørjum slag, uttan mun til, um tey eru tryggjaði við veðhaldi í fastari ogn ella ikki, og uttan mun til, um tey geva rætt til at luttaka í skuldarans vinningi ella ikki. Málberingin fevnir serstakliga um inntøku av ríkisbrævalánum ella lánsbrøvum, heruppií kursvinningi og øðrum vinningi, sum stavar frá tílíkum ríkisbrævalánum og lánsbrøvum. Dragurenta, sum verður kravd, tá ið ikki er goldið rættstundis, verður ikki roknað sum renta eftir hesi grein. Málberingin fevnir ikki um nakran lut, sum verður viðgjørdur sum vinningsbýti eftir reglunum í grein 10.

3. Ásetingarnar í stk. 1 í hesi grein eru ikki galdandi, um rætti eigarin av rentunum, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rekur vinnu í hinum sáttmálabundna ríkinum, og rentan stavar frá einum føstum rakstrarstaði har, og kravið, sum tann útgoldna rentan er grundað á, hevur beinleiðis samband við slíkan fastan rakstrarstað. Í slíkum føri skulu ásetingarnar í grein 7 nýtast.

4. Um serligt samband millum tann, sum rindar rentuna, og rætta eigaran av rentunum, ella millum hesar báðar og ein triðja persón, ber í sær, at rentan fer uppum ta upphædd, sum hevði verið avtalað millum skuldaran og rætta eigaran av rentunum, um nevnda samband ikki hevði verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinni nevndu upphæddina. Í slíkum føri skal avlopsupphæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í hvørjum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum við neyðugum umhugsni til hinar reglurnar í hesum sáttmála.

5. Eingin lætti verður latin eftir hesari grein, um høvuðsendamálið ella eitt av høvuðsendamálunum hjá nøkrum persóni við at stovna ella avhenda skuldarbrøvini, sum rentan verður grundað á, er at fáa fyrimun eftir hesi grein av nevndu stovnan ella avhendan.

Grein 12
Nýtslugjald (Royalty)
1. Nýtslugjøld, ið stava frá einum sáttmálabundnum ríki og verða goldin persóni, ið er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, kunnu bert verða skattað í seinni nevnda ríkinum.

2. Málberingin „nýtslugjald“ merkir í hesi grein gjalding av øllum slag, sum fæst sum samsýning fyri at nýta ella hava rættin til at nýta ein og hvønn upphavsrætt til bókmentaligt, listarligt ella vísindarligt verk (heruppií spælifilmar, filmar og bond til útvarps- og sjónvarpssendingar), øll einkarættindi, vørumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyniligan formil ella framleiðsluhátt, ella fyri upplýsingar (know how), sum viðvíkja ídnaðarligum, handilsligum ella vísindarligum royndum.

3. Ásetingarnar í stk. 1 í hesi grein skulu ikki nýtast, um rætti eigarin av nýtslugjøldunum, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rekur vinnuligt virksemi í hinum sáttmálabundna ríkinum, og nýtslugjøldini stava frá føstum rakstrarstaði, sum er har, og rætturin ella ognin, sum nýtslugjøldini stava frá, hevur beinleiðis samband við slíkan fastan rakstrarstað. Um so er skulu ásetingarnar í grein 7 nýtast.

4. Í førum, har serligt samband millum tann, sum rindar nýtslugjaldið, og rætta eigaran, ella millum hesar báðar og ein triðja persón, ber í sær, at nýtslugjaldið fer uppum ta upphædd, sum hevði verið avtalað millum skuldaran og rætta eigaran av nýtslugjaldinum, um nevnda samband ikki hevði verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinnu nevndu upphæddina. Um so er, skal avlopsupphæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í hvørjum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum við neyðugum umhugsni til hinar reglurnar í hesum sáttmála.

5. Eingin lætti verður givin eftir hesari grein, um høvuðsendamálið ella eitt av høvuðsendamálunum hjá nøkrum persóni við at stovna ella avhenda rættindi, sum nýtslugjøldini verða grundaði á, er at fáa fyrimun eftir hesi grein av nevndu stovnan ella avhendan.

Grein 13
Kapitalvinningur
Vinningur, 1. sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær av at selja fasta ogn, sum víst verður til í grein 6, sum liggur í hinum sáttmálabundna ríkinum, kann verða skattaður í hesum seinni nevnda ríki.

2. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær av at selja partabrøv, onnur enn partabrøv, sum ítøkiliga og regluliga verða handlaði á virðisbrævamarknaði, ella líknandi áhugamál, har meir enn 50% av virðinum beinleiðis ella óbeinleiðis koma av fastari ogn í hinum sáttmálabundna ríkinum, kann verða skattaður í tí seinni nevnda ríkinum.

3. Vinningur av at selja leysafæ, ið er partur av vinnufænum í einum føstum rakstrarstaði, sum virki í einum sáttmálabundnum ríki hevur í hinum sáttmálabundna ríkinum, haruppií vinningur av at selja slíkan fastan rakstrarstað (fyri seg ella saman við øllum virkinum) kann verða skattaður í seinni nevnda ríkinum.

4. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av at selja skip ella flogfør, sum verða nýtt í altjóða ferðslu, ella av leysafæ, sum knýtt er at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførum, kann bert verða skattaður í hesum ríkinum

5. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur av at selja bingjur (heruppií viðfestar vognar, prámar og onnur tól til bingjuflutnings), sum verða nýttar til góðs- ella vøruflutnings í altjóða ferðslu, kann bert verða skattaður í hesum ríki.

6. Vinningur við sølu av øllum øðrum ognum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 1,2,3,4 og 5 í hesi grein, kann bert verða skattaður í tí sáttmálabundna ríkinum, har seljarin er heimahoyrandi.

7. Ásetingarnar í stk. 6 í hesi grein ávirka ikki rættin hjá einum sáttmálabundnum ríki at álíkna persóni, sum er, og eitthvørt tíðarskeið tey seinastu 6 skattarárini hevur verið, ella eitthvørt tíðarskeið tað árið ognin verður seld, heimahoyrandi í tí sáttmálabundna ríkinum, skatt, sambært galdandi lóg í tí sáttmálabundna ríkinum, av vinningi við sølu av einhvørjari ogn.

Grein 14 
Persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum

1. Um reglurnar í greinunum 15, 17 og 18 ikki áseta annað, kann løn og onnur tílík samsýning, ið persónur, ið er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur fingið fyri persónliga innt starv í tænastu, bert verða skattað í hesum ríki uttan so at arbeiði er gjørt í hinum sáttmálabundna ríkinum. Er starvið innt í hesum seinni nevnda ríkinum, kann samsýningin, sum fæst fyri tað, verða skattað har.

2. Hóast reglurnar í stk. 1 í hesi grein, kann, um ásetingarnar í stk. 3 í hesi grein ikki áseta annað, samsýningin, sum ein persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær fyri starv, innt í hinum sáttmálabundna ríkinum, bert verða skattað í fyrr nevnda ríki, um so er:
a. at móttakarin dvølur í seinna nevnda ríkinum í einum ella fleiri tíðarskeiðum, sum tilsamans ikki fara upp um 183 dagar í einum 12 mðr. tíðarskeiði, sum byrjar ella endar viðkomandi skattaár og
b. samsýningin verður goldin av ella fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki er heimahoyrandi í seinna nevnda ríkinum, og
c. samsýningin ikki verður løgd á ein fastan rakstrarstað ella fastan stað, sum arbeiðsgevarin hevur í seinna nevnda ríkinum.

3. Uttan mun til reglurnar frammanfyri í hesi grein kann samsýningin fyri arbeiði, innt umborð á skipum ella flogførum í altjóða ferðslu, verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har felagið er heimahoyrandi.

Grein 15
Nevndarsamsýningar
Nevndarsamsýningar og aðrar tílíkar samsýningar, sum persónur, ið er heimahoyrandi í einum Sáttmálabundnum ríki, fær sum limur í nevnd ella aðrari tílíkari skipan í einum felagi, sum er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, kann verða skattað í hesum seinna nevnda ríkinum.

Grein 16
Listafólk og ítróttarfólk
Uttan mun 1. til reglurnar í grein 7 og 14 kann inntøka, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær sum samsýning fyri at vera útinnandi listafólk, eitt nú sum sjónleikari, films-, útvarps- ella sjónvarpslistafólk, tónleikari, fimleika- ella ítróttarfólk í einum sáttmálabundnum ríki, verða skattað í seinna nevnda ríkinum.

2. Tá ið soleiðis er, at inntøka av virksemi hjá útinnandi lista- ella ítróttarfólki ikki legst sjálvum lista- ella ítróttarfólkinum til, men øðrum persóni, kann henda inntøka, uttan mun til reglurnar í grein 7 og 14, verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, har lista- ella ítróttarfólkið innir virksemi sítt.

Grein 17
Eftirlønir v.m.
1. Um reglurnar í stk. 2 og 3 í hesi grein, og stk. 2 í grein 18 ikki áseta annað, skulu pensjónir og aðrar líknandi veitingar (heruppií árligt útgjald frá pensjónsskipanum) til likamligan persón, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, bert verða skattaðar í hesum ríki.

2. Uttan mun til reglurnar í stk. 1 í hesi grein, kunnu gjøld, sum likamligur persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, fær sambært lóggávuni um almannatrygd í hinum sáttmálabundna ríkinum, bert verða skattað í seinna nevnda ríkinum.

3. Uttan mun til reglurnar í stk. 1 í hesi grein, kann ein eingangsupphædd, sum stavar frá eini pensjónsskipan, sum er stovnað í einum sáttmálabundnum ríki, og hvørs rætti eigarin er heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, bert skattast í fyrst nevnda ríkinum.

4. Gjøld goldin av ella vegna ein likamligan persón, sum er vinnurekandi ella sjálvstøðugur vinnurekandi í einum sáttmálabundnum ríki (vertsríkinum), til eina pensjónsskipan, sum er skattliga viðurkend í hinum sáttmálabundna ríkinum (heimaríkinum), skulu við endamáli at:
a. áseta persónsskattin til vertsríki; og
b. áseta vinningin hjá arbeiðsgevara hansara, sum kann verða skattaður í vertsríkinum;
verða viðgjørt í tí ríkinum á sama hátt og undir somu treytum og avmarkingum sum gjøld, sum eru goldin til eina pensjónsskipan, sum er skattliga viðurkend í vertsríkinum, í tann mun tey ikki eru viðgjørd á tann hátt av heimaríkinum.

5. Stk. 4 í hesi grein er bert galdandi, um fylgjandi treytir eru loknar:
a. persónurin var ikki heimahoyrandi i vertsríkinum, og nýtti pensjónsskipanina (ella aðra líknandi skipan, sum fyrst nevnda skipan kom í staðin fyri) beint áðrenn hann byrjaði sum vinnurekandi ella sjálvstøðugur vinnurekandi í vertsríkinum; og
b. pensjónsskipanin er góðkend av málsráðandi myndugleikanum í vertsríkinum sum (stórt sæð) samsvarandi við eina pensjónsskipan, sum er skattliga viðurkend av tí ríkinum.

6. Í stk. 4 og 5 í hesari grein merkir málberingin „pensjónsskipan, sum er skattliga viðurkend í einum sáttmálabundnum ríki“ at gjaldið til skipanina kann dragast frá í tí ríkinum, og at gjøld, sum arbeiðsgevarin ger vegna ein arbeiðstakara, ikki verða roknaði sum skattskyldug inntøka hjá arbeiðstakaranum í tí ríkinum.

Grein 18
Almenn størv
1. a Løn og lík samsýning, eftirløn undantikin, sum eitt sáttmálabundið ríki, tess politisku deildir ella lokalu myndugleikar rinda einum likamligum persóni fyri innt starv fyri hetta ríki, tess politisku deildir ella myndugleikar, kunnu bert verða skattaðar í hesum ríkinum.
b. Tó kunnu løn og lík samsýning bert verða skattaskyldugar í hinum sáttmálabundna ríkinum, um starvið er innt í tí ríkinum og móttakarin er ein heimahoyrandi í tí ríki, sum

i. er ríkisborgari í tí ríki; ella
ii. ikki gjørdist heimahoyrandi í tí ríki bara við tí í hyggju at inna starvið.

2. a Eftirløn, útgoldin av ella frá einari skipan stovnað av einum sáttmálabundnum ríki ella einari politiskari deild ella einum lokalum myndugleika hjá hesum til ein likamligan persón fyri innt starv fyri hetta ríki, tess politisku deildir ella myndugleikar kann bert verða skattað í tí ríkinum.
b. Tó kann tílík eftirløn bert verða skattskyldug í hinum sáttmálabundna ríkinum, um móttakarin er heimahoyrandi og er ríkisborgari í tí sáttmálabundna ríkinum.

3. Ásetingarnar í greinunum 14, 15, 16 og 17 verða brúktar um løn og líknandi samsýning og um eftirløn, sum verður goldin fyri innt starv í samband við virksemi, sum verður gjørt av einum sáttmálabundnum ríki, einari politiskari deild ella einum lokalum myndugleika hjá hesum.

Grein 19
Lesandi
Lesandi ella lærlingur, sum er ella beint áðrenn dvøl í einum sáttmálabundnum ríki var heimahoyrandi í hinum ríkinum, og sum dvølur í fyrr nevnda ríkinum bert við atliti til lesnað ella starvsvenjing, verðurikki skattaður í fyrstnevnda ríki av upphæddum til uppihalds, lesnað ella starvsvenjing, sum hann fær frá keldum, sum eru uttanfyri hetta ríki.

Grein 20
Aðrar inntøkur
1. Inntøka hjá persóni, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, og sum ikki er viðgjørd í frammanfyri standandi greinum í hesum sáttmála, kann, uttan mun til hvaðani inntøkan kemur, bert verða skattað í hesum ríki.

2. Uttan mun til reglurnar í stk. 1 í hesi grein eru fylgjandi ásetingar galdandi fyri inntøku frá grunni ella deyðsbúgvi undir viðgerð:
Har slík inntøka verður goldin til ein móttakara, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki frá fyrisitara ella persónligum umboðum, sum eru heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, av inntøku, sum er móttikin av fyrisitarunum ella persónligum umboðum, sum hevði, um nevndu fyrisitarar ella persónlig umboð høvdu verið heimahoyrandi í fyrstnevnda ríki, fallið undir aðrar greinar í hesum sáttmála, so skal móttakarin verða skattaður, sum um hann hevði móttikið upphæddina, sum var móttikin, av fyrisitara ella persónligum umboði, sum svarandi til inntøku, sum hann hevði móttikið, og skattur, sum fyrisitari ella persónligt umboð hevur goldið, skal verða at rokna sum goldin av móttakaranum.

3. Ásetingarnar í stk.1 í hesi grein eru ikki galdandi fyri aðra inntøku enn frá fastari ogn, so sum málberingin er lýst í stk. 2 í grein 6, um tann rætti ognarin av slíkari inntøku, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, rekur virksemi í hinum sáttmálabundna ríkinum frá einum føstum rakstrarstaði har og tey rættindi ella ogn, sum inntøka verður goldin av, hevur beinleiðis samband við fasta rakstrarstaðin. Í slíkum føri eru ásetingarnar í grein 7 galdandi.

4. Um serligt samband millum persón, sum nevndur er í stk. 1 í hesari grein, og annan persón, ella millum hesar báðar og ein triðja persón, ber í sær, at upphæddin nevnd í sama stykki fer uppum ta upphædd (um nøkur), sum teir høvdu verið komnir ásamt um, um nevnda samband ikki hevði verið, skulu reglurnar í hesi grein bert verða nýttar um seinnu nevndu upphæddina. Um so er, skal avlopsupphæddin kunna verða skattað í samsvari við lóggávuna í hvørjum av teimum avvarðandi sáttmálabundnu ríkjunum, og skulu tá hinar reglurnar í hesum sáttmála verða havdar í huga.

5. Ásetingarnar í hesi grein eru ikki galdandi um so er, at høvuðsendamálið ella eitt av høvuðsendamálunum hjá einhvørjum persóni við at stovna ella avhenda rættindi, sum útgjaldið verður goldið við atliti til, er at fáa fyrimun eftir hesi grein av nevndu stovnan ella avhendan.

Grein 21
Ymsar reglur galdandi fyri frálandavirksemi
1. Uttan mun til aðrar ásetingar í hesum sáttmála eru ásetingarnar í hesi grein galdandi fyri frálandavirksemi í sambandi við forkannan, leitan eftir og framleiðslu frá havbotninum, undirgrundini og tilhoyrandi náttúrutilfeingi (í hesi greinini kallað frálandavirksemi) í einum sáttmálabundnum ríki.

2. Eitt virki í einum sáttmálabundnum ríki, sum rekur frálandavirksemi í hinum sáttmálabundna ríkinum, verður mett at reka vinnu á føstum rakstrarstaði í seinni nevnda ríkinum.

3. Uttan mun til reglurnar í stk. 2 í hesi grein, skal vinningur, sum stavar frá einum virki í einum sáttmálabundnum ríki av flutningi av útgerð ella starvsfólki, við skipi ella flogfari, til pláss, ella ímillum pláss, í hinum sáttmálabundna ríkinum, har virksemið er í sambandi við forkannan, leitan eftir og framleiðslu frá havbotninum, undirgrundini og tilhoyrandi náttúrutilfeingi, ella av at reka sleipibátar ella onnur hjálparskip, knýtt at tílíkum virksemi, bert verða skattaður í tí fyrst nevnda ríkinum.

4. Vinningur, sum persónur hevur við sølu av skipum ella flogførum, sum verða rikin, sum lýst í stk. 3 í hesari grein, ella av leysafæ, sum knýtt er at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførum, kann bert verða skattaður í tí sáttmálabundna ríkinum, har seljarin er heimahoyrandi.

5. a. Løn og onnur tílík samsýning, ið persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur fingið fyri persónliga innt starv í frálandavirksemi í hinum sáttmálabundna ríkinum – og sum ikki er umfatað av stk. 3 í hesi grein – kann, í tann mun tænastan er innt í hinum sáttmálabundna ríkinum, verða skattað í hinum sáttmálabundna ríkinum.
b. Løn og onnur tílík samsýning, ið persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur fingið fyri persónliga innt starv umborð á skipi ella flogfari, sum verða rikin, sum lýst í stk. 3 í hesi grein, av einum virki í einum sáttmálabundnum ríki, kann verða skattað í tí ríkinum.

6. Vinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur við sølu av
a. leiti- ella framleiðslurættindum; ella
b. ogn, sum er í hinum sáttmálabundna ríkinum og verður nýtt í sambandi við frálandavirksemi, sum lýst í stk. 1 í hesi grein, í tí ríkinum; ella
c. partabrøvum, hvørs virði heilt ella í høvuðsheitum beinleiðis ella óbeinleiðis stavar frá tílíkum rættindum ella ognum ella tílíkum rættindum og ognum samanlagt,

kann verða skattaður í hinum ríkinum. Í hesum stykki merkir „leiti- ella framleiðslurættindi“, rættindi til virði, sum koma av leitan eftir og framleiðslu frá havbotninum, undirgrundini og tilhoyrandi náttúrutilfeingi í hinum sáttmálabundna ríkinum, haruppií roknað rættindi til part í ella til fyrimunir frá slíkum virðum.

Grein 22
Tvískatting avtikin
1.
a. Tá persónur, heimahoyrandi í Føroyum, fær inntøku, sum samsvarandi ásetingunum í hesum sáttmála, kann verða skattað í Stóra Bretlandi, skulu Føroyar, um reglurnar í litra b í hesi grein ikki áseta annað, loyva linking í skattinum við eini upphædd, sum svarar til inntøkuskattin, ið er goldin í Stóra Bretlandi.
Linkingin skal tó ikki fara uppum tann partin av inntøkuskattinum, roknaður áðrenn slíka linking, ið fellur á inntøkuna, sum kann verða skattað í Stóra Bretlandi.
b. Tá persónur, heimahoyrandi i Føroyum, hevur inntøku, sum samsvarandi ásetingunum í hesum sáttmála, bert kann verða skattað í Stóra Bretlandi, kunnu Føroyar írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska skattinum av inntøkuni loyva eina linking í inntøkuskattinum, sum svarar til tann partin av inntøkuskattinum, sum stavar frá inntøkuni úr Stóra Bretlandi.

2. Um lógarásetingarnar ikki áseta annað í Stóra Bretlandi um linking mótvegis bretskum skatti vegna gjaldkomnan skatt í øki uttan fyri Stóra Bretland (sum ikki skal ávirka almennu ásetingina hesum viðvíkjandi):
a. Føroyskur skattur, sum er gjaldkomin eftir føroyskari lóggávu og í samsvari við hendan sáttmála, annaðhvørt beinleiðis ella við linking, av vinningi, inntøku ella vinningi við burturluting frá keldum í Føroyum (undantikið í samband við vinningsbýti, skattur gjaldkomin av tí vinningi, sum vinningsbýti er goldið av) skal verða loyvdur sum linking í einum og hvørjum skatti í Stóra Bretlandi, sum er roknaður við tilskilan til sama vinningi, inntøku ella vinningi við burturluting, sum føroyski skatturin er roknaður eftir.
b. Tá felag, sum er heimahoyrandi í Føroyum, lutar út vinningsbýti til eitt felag, sum er heimahoyrandi í Stóra Bretlandi og sum beinleiðis ella óbeinleiðis ræður yvir minst 10% av atkvøðurættindinum í tí felagnum, sum lutar út vinningsbýtið, skal, tá linkingin verður útroknað, atlit verða tikið til (afturat einum og hvørjum føroyskum skatti, sum linking kann verða loyvd fyri sambært ásetingunum í litra a í hesi grein) tann føroyska gjaldkomna skattin í tí felagi, hvørs vinningur er grundarlagið fyri, at slíkt vinningsbýti er goldið.

3. Við atliti til stk. 1 og 2 í hesari grein skal vinningur, inntøka og kapitalvinningur, sum persónur, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, eigur, og sum kann verða skattaður í hinum sáttmálabundna ríkinum sambært hesum sáttmála, verða roknaður at koma frá keldum í hinum sáttmálabundna ríkinum.

4. Uttan mun til reglurnar í stk. 1 eru fylgjandi ásetingar galdandi:

a. tá vinningur kann verða skattaður í einum sáttmálabundnum ríki bert grundað á grein 13, stk. 7, skal tað sáttmálabundna ríki og ikki hitt sáttmálabundna ríki steðga tvískatting í samsvari við framferðarháttirnar í hesi grein, sum um vinningurin stavaði frá keldum í hinum sáttmálabundna ríkinum.
b. tá vinningur kann verða skattaður í einum sáttmálabundnum ríki grundað á grein 13, stk. 1, 2 og 3, skal hitt sáttmálabundna ríki

og ikki fyrstnevnda sáttmálabundna ríki, steðga tvískatting í samsvari við framferðarháttirnar í stk. 1 og 2 í hesi grein.

Grein 23
Ymiskar reglur
1. Um nøkur áseting í hesum sáttmála førir við sær, at inntøka ella vinningur sleppir undan skatti í einum sáttmálabundnum ríki, og persónur vegna nevndu inntøku ella vinning er skattskyldugur eftir galdandi lóg í hinum sáttmálabundna ríkinum við atliti til ta upphædd, sum er send til ella móttikin í hinum ríkinum og ikki ta samlaðu upphæddina, tá skal linkingin, sum loyvd verður í fyrstnevnda ríkinum eftir hesum sáttmála, bert verða galdandi fyri tann partin av inntøkuni ella vinninginum, sum er skattaður í hinum ríkinum.

2. Inntøka ella vinningur, ið stavar frá persóni, sum skattliga er glærur (transparentur) sambært lóggávuni í øðrum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum, skal verða mett at stava frá persóni, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, í tann mun upphæddin við atliti at skattalóguni í slíkum sáttmálabundna ríki verður viðgjørd eins og inntøka ella vinningur hjá persóni, sum er heimahoyrandi í ríkinum.

Grein 24
Bann fyri mannamuni
1. Ríkisborgarar í einum sáttmálabundnum ríki skulu ikki í hinum sáttmálabundna ríkinum koma undir nakra skatting ella krøv í tí sambandi, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting v.m., sum ríkisborgarar í seinni nevnda ríkinum undir somu umstøðum, serstakliga hvat viðvíkur bústaði, koma ella kundu komið undir.

2. Skattingin av einum føstum rakstrastaði, sum virki, heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, hevur í hinum sáttmálabundna ríkinum, má ikki verða ólagaligari í hesum seinna nevnda ríkinum enn skattingin av virkjum, heimahoyrandi í seinna nevnda ríkinum, sum reka sama slag av virksemi.

3. Einki í hesi grein skal verða tulkað sum bindandi fyri sáttmálabundið ríki at geva persónum, sum ikki eru heimahoyrandi í tí ríkinum, nakrar av teimum persónligu skattligu fyrimunum, lættum og niðurskurðum, sum verða givnir ríkisborgarum ella og persónum, heimahoyrandi í tí ríkinum.

4. Uttan so at reglurnar í grein 9, stk. 1, grein 10, stk. 7, grein 11, stk. 4 og 5, grein 12, stk. 4 og 5, ella grein 20, stk. 4 og 5 verða nýttar, skulu rentur, nýtslugjøld og onnur gjøld, sum virki í einum sáttmálabundnum ríki rindar persóni, heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, kunna verða drigin frá í uppgerð av skattskyldugu inntøkuni hjá slíkum virki undir somu treytum, sum um gjaldingarnar vóru til persón, heimahoyrandi í fyrrnevnda ríkinum.

5. Virkir í einum sáttmálabundnum ríki, hvørs ognir ein ella fleiri persónar, sum eru heimahoyrandi í hinum sáttmálabundna ríkinum, heilt ella lutvíst eiga, ella ráða yvir, beinleiðis ella óbeinleiðis, skulu ikki í fyrstnevnda ríki koma undir nakra skatting ella krøv í tí sambandi, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting v.m., sum onnur samsvarandi virkir í fyrstnevnda sáttmálabundna ríki koma ella kundu komið undir.

6. Ásetingarnar í hesi grein eru galdandi fyri skattir, sum koma undir henda sáttmálan.

Grein 25
Mannagongdin, tá sínamillum avtalur verða gjørdar
1. Um persónur í einum sáttmálabundnum ríki heldur, at tiltøk í einum ella báðum teimum sáttmálabundnu ríkjunum bera í sær, at hann kemur ella fer at koma undir skatting, sum ikki er í samsvar við reglurnar í hesum sáttmála, kann hann, uttan mun til hvørji rættartiltøk, sum eru ásett sambært innanhýsis lóggávu í hvørjum sáttmálabundnum ríki sær, leggja málið fyri málsráðandi myndugleikan í tí sáttmálabundna ríkinum, har hann er heimahoyrandi, ella, um málið er fevnt av grein 24, stk. 1, fyri sáttmálabundna ríkið, har hann hevur ríkisborgararætt.

2. Málsráðandi myndugleikin skal royna, um mótmælið sýnist grundað, og um myndugleikin ikki sjálvur er førur fyri at loysa málið nøktandi, at loysa málið við sínámillum avtalu við málsráðandi myndugleikan í hinum sáttmálabundna ríkinum við atliti til at sleppa undan tvískatting, ið ikki er í samsvari við henda sáttmála. Gjørdar avtalur skulu fremjast uttan mun til freistir ella mannagongdir, ið eru ásettar í innanhýsis lóggávum í teimum sáttmálabundnu ríkjunum, tó undantikið tær avmarkingar, sum snúgva seg um endamál, sum geva slíkum avtalum ávirkan.

3. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu ríkjunum skulu royna at loysa trupulleikar ella ivamál, sum taka seg upp um tulking ella nýtslu av hesum sáttmála, við sínámillum avtalum. Teir kunnu eisini samráðast fyri at sleppa undan tvískatting í førum, sum ikki eru fevnd av sáttmálanum.

4. Teir málsráðandi myndugleikarnir í sáttmálabundnu ríkjunum kunnu venda sær beinleiðis til hvønn annan fyri at gera eina avtalu í samsvari við frammanfyri standandi stykkir.

Grein 26
Skifti av upplýsingum
1. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu ríkjunum skulu skifta upplýsingar, sum kunnu væntast at verða viðkomandi fyri at fremja ásetingar í hesum sáttmála ella fyri umsiting og handhevjan av innanhýsis lógum viðvíkjandi skattum av ein og hvørjum slag, sum eru álagdir vegna tey sáttmálabundnu ríkini, tess politisku deildir ella lokalu myndugleikar í tann mun skattliga viðgerðin ikki er í stríð við henda sáttmála, serliga við atliti til at fyribyrgja svik og fremja umsitingina av lógásettum fyriskipanum ímóti løgligari skýggjan. Skifti av upplýsingum er ikki avmarkað av grein 1 og 2.

2. Ein og hvør upplýsing, sum eitt sáttmálabundið ríki hevur fingið í samsvari við stk. 1 í hesi grein, skal viðgerast í trúnaði á sama hátt sum upplýsing, sum er fingin til vega eftir innanhýsis lóggávuni í tí ríkinum og verður bert latin persónum ella myndugleikum (haruppií dómstólum og fyrisitingarligum myndugleikum), sum taka sær av álíkning, innkrevjing, tvangsinnheinting ella rættarsøking, ella sum taka avgerðir í kærumálum í sambandi við skattir, sum eru nevndir í stk. 1 í hesi grein, ella sum hava tilsjón við áðurnevndu. Slíkir persónar ella myndugleikar skulu einans nýta upplýsingarnar til sovorðin endamál. Teir kunnu tó avdúka upplýsingarnar í almennum rættarmálum ella í rættaravgerðum.

3. Undir ongum umstøðum kunnu ásetingarnar í stk.1 og 2 í hesi grein verða tulkaðir sum bindandi fyri eitt sáttmálabundið ríki at:
a. fremja umsitingarlig tiltøk, sum víkja frá lógum og umsitingarligum siðvenjum í ríkinum ella hinum sáttmálabundna ríkinum;
b. at lata upplýsingar, sum ikki kunnu útvegast eftir lógini í ríkinum ella hinum sáttmálabundna ríkinum ella vanligari fyrisitingarsiðvenju;
c. at lata upplýsingar, sum vildu avdúka handils-, virkis-, íðnaðar-, forrætnings- ella yrkisloyndarmál ella handilsligar mannagongdir ella upplýsingar, sum tað hevði verið í stríð við almenn áhugamál at avdúka.

4. Um eitt sáttmálabundið ríki í samsvari við hesa grein biðir um upplýsingar, skal hitt sáttmálabundna ríki nýta sínar fyriskipanir um savnan av upplýsingum til at savna umbidnu upplýsingar, hóast seinni nevnda ríki ikki sjálvt hevur brúk fyri upplýsingunum til skattlig endamál. Skyldan, umrødd í undannevnda setningi, er fevnd av avmarkingunum í stk. 3 í hesi grein, men undir ongum umstøðum skulu slíkar avmarkingar tulkast, sum loyva tær einum sáttmálabundnum ríki at nokta at lata upplýsingar, bert tí tað ikki hevur innanríkis áhuga í slíkum upplýsingum.

5. Undir ongum umstøðum skulu ásetingarnar í stk. 3 í hesi grein tulkast soleiðis, at tær loyva einum sáttmálabundnum ríki at nokta at lata upplýsingar, bert tí banki, annar fíggjarligur stovnur, umboð ella ein persónur, sum virkar sum agentur ella bústjóri, eigur upplýsingarnar, ella tí upplýsingarnir viðvíkja ognaráhugamálum í einum persóni.

Grein 27
Hjálp at innheinta skatt
1. Tey sáttmálabundnu ríkini skulu veita hvørjum øðrum hjálp við innheinting av skattakrøvum. Hendan hjálp er ikki avmarkað av grein 1 og 2. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálabundnu ríkjunum kunnu við sínámillum avtalum avgera, hvussu henda grein verður fylgd.

2. Málberingin „skattakrav“ merkir í hesi grein ein upphædd, sum er skyldug vegna skatt av einhvørjum slag og lýsing, sum er álíknað vegna tey sáttmálabundnu ríkini, tess politisku deildir ella lokalu myndugleikar, um skattaálíkningin ikki er í stríð við henda sáttmála ella aðra avtalu, sum sáttmálabundnu ríkini eru partar av. Málberingin fevnir eisini um rentur, fyrisitingarliga ásett gjøld (gebyr) og innheintingarkostnað ella kostnað, ið hevur samband við at tryggja kravið.

3. Tá skattakravið frá einum sáttmálabundnum ríki kann innheintast sambært lóggávuni í tí ríkinum, og skuldarin er ein persónur, sum tá, eftir galdandi lóg í tí ríkinum, ikki kann forða fyri innheintingini, skal málsráðandi myndugleiki í hinum ríkinum játta at innheinta kravið, um málsráðandi myndugleikin í tí fyrr nevnda ríkinum heitir á hann um at innheinta tað. Skattakravið skal verða innheintað í hinum sáttmálabundna ríkinum í samsvari við tær ásetingar, sum í innanhýsis lóggávuni eru galdandi fyri tvingsil og innheinting av egnum skattakrøvum, sum um skattakravið hevði uppruna í tí ríkinum.

4. Tá eitt skattakrav frá einum sáttmálabundnum ríki er eitt krav, har ríkið eftir innanhýsis lóggávu kann seta í verk tiltøk fyri at tryggja kravið, skal málsráðandi myndugleiki í hinum ríkinum játta at seta í verk tiltøk fyri at tryggja kravið, um málsráðandi myndugleikin í tí fyrr nevnda ríkinum heitir á hann um at gera tað. Skattakravið skal verða tryggjað í hinum sáttmálabundna ríkinum sambært ásetingunum í innanhýsis lógum viðvíkjandi trygging av egnum skattakrøvum, sum um skattakravið hevði uppruna í tí ríkinum, sjálvt um skattakravið, tá tiltøkini verða sett í verk, ikki kann verða innheintað í fyrrnevnda ríkinum, ella um skuldarin hevur rætt til at forða fyri innheintingini.

5. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 3 og 4 í hesi grein, skal eitt skattakrav, sum er góðtikið av einum sáttmálabundnum ríki eftir stk. 3 ella 4, ikki vegna slag av kravi í tí ríkinum verða undirlagt tíðarfreistir ella givið nakran framíhjárætt, sum er galdandi fyri skattakrøvum í tí ríkinum eftir innanhýsis lóggávu. Ei heldur skal eitt skattakrav, sum er góðtikið av einum sáttmálabundnum ríki eftir stk. 3 og 4, í tí ríkinum, hava nakran framíhjárætt, sum skattakravið kann fáa eftir lóggávuni í hinum sáttmálabundna ríkinum.

6. Trætumál viðvíkjandi eksistensi, gildi ella upphædd, sum skattakravið frá einum sáttmálabundnum ríki er grundað á, kunnu ikki verða lagd fyri dómstólarnar ella fyrisitingarligu myndugleikarnar í hinum sáttmálabundna ríkinum.

7. Um, aftaná at eitt sáttmálabundið ríki hevur sent eina áheitan eftir stk. 3 og 4 í hesi grein, og áðrenn hitt sáttmálabundna ríki hevur innheintað og goldið nevnda skattakrav til fyrr nevnda ríki, kravið steðgar við at verða
a. viðvíkjandi einari áheitan eftir stk. 3, eitt skattakrav í fyrstnevnda ríki, sum kann innheintast eftir galdandi lóg í tí ríkinum, og skuldarin er ein persónur, sum til ta tíð og eftir galdandi lóg í tí ríkinum, ikki kann forða fyri innheintingini, ella
b. viðvíkjandi einari áheitan eftir stk. 4, eitt skattakrav í fyrstnevnda ríki, sum hetta ríki eftir sínari lóggávu kann seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at kravið kann innheintast, skal málsráðandi myndugleikin í fyrstnevnda ríkinum alt fyri eitt geva málsráðandi myndugleikanum í hinum ríkinum boð um hetta, og fyrstnevnda ríki skal eftir boðum frá hinum ríkinum antin steðga ella sleppa áheitanini.

8. Í ongum førum skulu ásetingarnar í hesi grein binda eitt sáttmálabundið ríki at:
a. seta í verk fyrisitingarlig tiltøk sum eru í stríð við lógir og fyrisitingarliga siðvenju í tí ríkinum ella hinum ríkinum;
b. seta i verki tiltøk, sum vildu verið í stríð við almenn áhugamál;
c. veita hjálp, um hitt sáttmálabundna ríki ikki hevur roynt øll hóskandi tiltøk, sum eru gjørlig eftir galdandi lógum og fyrisitingarligari siðvenju at innheinta og tryggja kravið;
d. veita hjálp í førum, har fyrisitingarliga byrðan týðuliga er ósamsvarandi stór sæð í mun til tann fyrimun, sum hitt sáttmálabundna ríki fær;
e. veita hjálp um ríkið metir, at teir skattir, sum áheitanin um hjálp er grundað á, eru álagdir í stríð við almennt góðkendar skattligar meginreglur.

Grein 28
Limir í stjórnar- og konslaumboðum
Ásetingarnar í hesum sáttmála ávirka ikki teir skattligu fyrimunir, sum limir á stjórnar- ella konslaumboðum hava vegna vanligar reglur í fólkarættinum ella vegna serstakar avtalur.

Grein 29
Gildiskoma sáttmálans
1. Bæði sáttmálabundnu ríkini skulu geva hvørjum øðrum boð, ígjøgnum stjørnarumboð, um útinnan av teimum neyðugu mannagongdum, sum eru kravdar eftir innanhýsis lóggávu fyri at seta henda sáttmála í kraft.

2. Hesin sáttmáli kemur í gildi tann dag, tá boðini koma frá tí seinna av teimum sáttmálabundnu ríkjunum, og skal tá verða galdandi:
a. í Føroyum:
fyri inntøkuár, sum byrja 1. januar ella seinni í fylgjandi álmanakkaári aftaná at sáttmálin verður settur í gildi;
b. í Stóra Bretlandi:
i. viðvíkjandi inntøkuskatti og kapitalvinningsskatti, fyri álíkningarár, sum byrja fyrstkomandi 6. apríl ella seinni aftaná at hesin sáttmálin verður settur í gildi;
ii. viðvíkjandi partafelagsskatti, fyri fíggjarár, sum byrja fyrstkomandi 1. apríl ella seinni aftaná at hesin sáttmálin verður settur í gildi.

Grein 30
Uppsøgn
Sáttmálin skal vera galdandi, inntil hann verður uppsagdur av einum av teimum sáttmálabundnu ríkjunum. Annað av sáttmálabundnu ríkjunum kann uppsiga sáttmálan við at geva boð um uppsøgn, ígjøgnum stjørnarumboð, í seinasta lagi 6 mánaðar áðrenn endan av einum álmanakkaári aftaná, at 5 ár eru liðin frá tí degi, tá sáttmálin var settur í gildi. Í tílíkum føri verður sáttmálin settur úr gildi:

a. í Føroyum:
fyri inntøkuár, sum byrja 1. januar ella seinni í tí álmanakkári, sum kemur eftir dagfestingina, tá uppsøgnin varð latin;

b. í Stóra Bretlandi:
i. viðvíkjandi inntøkuskatti og kapitalvinningskatti fyri álíkningarár, sum byrja fyrstkomandi 6. apríl ella seinni aftaná ta dagfesting, tá uppsøgnin varð latin
ii. viðvíkjandi partafelagsskatti fyri fíggjarár, sum byrja fyrstkomandi 1. apríl ella seinni aftaná ta dagfesting, tá uppsøgnin varð latin.

Skrivað í tveimum eintøkum tann 20. juni 2007 á føroyskum og enskum, báðar orðingarnar hava sama gildi.

PROTOKOL 
TIL
SÁTTMÁLA MILLUM FØROYA LANDSSTÝRI OG RÍKISSTJÓRNINA FYRI STÓRA BRETLAND OG NORÐUR ÍRLAND TIL TESS AT SLEPPA UNDAN TVÍSKATTING OG FÍGGJARLIGUM UNDANDRÁTTI HVAT INNTØKU- OG KAPITALVINNINGSSKATTI VIÐVÍKUR

Í sambandi við undirritan av sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur, sum er undirritaður í dag, eru undirritaðu samdir um, at fylgjandi ásetingar skulu vera fastur partur av sáttmálanum:


1. Til grein 2, stk. 3
Orsøkin til, at ráoljuskattur og ískoytisgjald viðvíkjandi ring fence handlum í litra b er tikið við er bert fyri at gera tað møguligt hjá Føroyum at linka fyri hesar skattir eftir grein 22.

2. Til grein 23, stk. 2
Har inntøka ella vinningur stavar frá persóni, sum er heimahoyrandi í einum sáttmálabundnum ríki, skulu ásetingarnar í stykkinum ikki forða hesum sáttmálabundna ríki at skatta upphæddina, sum eina inntøku ella vinning hjá hesum persóni.

Har inntøka ella vinningur orsakað av hesum stykki av einum sáttmálabundnum ríki verða mett at stava frá persóni, sum er heimahoyrandi í hesum ríki, og sama upphædd av hinum sáttmálabundna ríkinum verður mett at stava frá tí persóninum ella einum persóni, sum er heimahoyrandi í hesum seinna nevnda ríki, skal hvørki av ríkjunum verða forðað í at skatta upphæddina sum eina inntøku ella ein vinning hjá persóninum, sum hetta ríkið metir, at inntøkan ella vinningurin stavar frá.

Skrivað í tveimum eintøkum tann 20. juni 2007 á føroyskum og enskum, báðar orðingarnar hava sama gildi.