Skriva út

Løgtingslóg nr. 102 frá 11. november 2010

um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Ásetingarnar í hjálagda tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, við tilknýttum protokollum, og sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009, fáa við hesum løgtingslógargildi.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.

Skjøl
Skjal 1Sáttmáli frá 23. november 1973 við Schweiz fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi skattum av inntøku og ogn, sum seinast varð broytt við protokoll frá 21. august 2009
Skjal 2Kunngerð um víðkan til at umfata Føroyar í teimum donsku-schweizisku sáttmálunum til at sleppa undan tvískatting
Skjal 3Kunngerð av protokoll frá 11. mars 1997 til broyting av tvískattasáttmálanum millum Danmark og Schweiz
Skjal 4Protokoll millum Kongaríkið Danmark og Schweiziska Samveldið
Skjal 5Brævaskifti
Skjal 6Brævaskifti

Skjal 1

Sáttmáli frá 23. november 1973 við Schweiz fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi skattum av inntøku og ogn, sum seinast varð broytt við protokoll frá 21. august 2009

Tann 23. novembur 1973 varð hesin sáttmáli undirskrivaður í Bern millum Danmark og Schweiz fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi skattum av inntøku og fæi:


SÁTTMÁLI

millum Kongaríkið Danmark og Schweiziska Samveldið fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi skattum av inntøku og fæi Kongaríkið Danmark og Schweiziska Samveldið, ið ætla at gera ein sáttmála fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi skattum av inntøku og ogn, eru komin ásamt um hetta:


KAPITTUL I

Nýtsluøkið fyri sáttmálan

Grein 1
Teir persónar, sum eru umfataðir av sáttmálanum
Hesin sáttmálin verður nýttur til persónar, sum hava heimstað í øðrum ella báðum sáttmálastatunum.

Grein 2
Teir skattir, sum eru umfataðir av sáttmálanum
1. Hesin sáttmálin skal verða nýttur til inntøku- og ognarskattir, ið verða útskrivaðir vegna hvønn sátt mála samtykkjandi stat, teirra fyrisitingarligu undirdeildir ella staðbundnu myndugleikar (eisini sum viðbót) uttan mun til, hvussu teir verða innkravdir.

2. Sum inntøku- og ognarskattir verða roknaðir allir vanligir skattir og eykaskattir, ið verða álíknaðir við grundarlagi í allari inntøkuni, allari ognini, ella pørtum av inntøkuni ella ognini, heruppií skattir av vinningi av avhandan av leysafæi ella fastogn, eins og skattir av fíggjarvøkstri.

3. Galdandi skattir, sum sáttmálin skal nýtast til, eru serliga:
a) Í Danmark:
(i) inntøkuskatturin til statin
(ii) kommunali inntøkuskatturin
(iii) amtskommunali inntøkuskatturin
(iv) skattir samsvarandi kolvetnisskattalógini
(hereftir umrøddur sum »danskur skattur«)
b) í Schweiz:
skattir, sum verða álíknaðir av samveldinum, kantonum og kommunum, av
(i) inntøku (heildarinntøku, lønarinntøku, inntøku av fæi, vinningi av vinnuvirki, kapitalvinningi og øðrum sløgum av inntøku; og
(ii) fae (heildarfae, fastogn og leysagóðs, vinnuvirki, inngoldin kapitalur og tiltakspeningur og annað slag av fæi).
(hereftir umrøddur sum »schweiziskur skattur«).

4. Sáttmálin skal eisini verða nýttur til allar líkar ella rættiliga líkar skattir, sum eftir at hesin sáttmálin er undirskrivaður, kundu verið álagdir sum ískoyti til ella í staðin fyri galdandi skattir. Málsráðandi myndugleikarnir í sáttmálasamtykkjandi statunum skulu eftir hvørjum farnum ári geva hvør øðrum kunning um týðandi broytingar, sum eru gjørdar í skattalógunum hjá hvørjum stati sær.

5. Sáttmálin verður ikki nýttur
a) til tilogning við arvi ella sum legat eins og gávur, ið ikki koma undir inntøkuskatting;
b) til skattir av happadráttarvinningum, ið verða innkravdir við kelduna.


KAPITTUL II
Allýsingar

Grein 3
Algongdar allýsingar
1. Um ikki annað skilst av samanhanginum, skal í hesum sáttmála:
a) yrkisorðið »Danmark« merkja kongaríkið Danmark, heruppií sjóøkið, sum sambært altjóða rætti hoyrir tí til; yrkisorðið umfatar ikki Føroyar og Grønland og teirra sjóøki;
b) yrkisorðið „Schweiz“ merkja Schweiziska Samveldið;
c) yrkisorðini „annar sáttmálasamtykkjandi staturin“ og „hin sáttmálasamtykkjandi staturin“ merkja Danmark ella Schweiz, alt eftir samanhanginum;
d) yrkisorðið „persónur“ umfata likamligar persónar, feløg og eina og hvørja aðra samtøku av persónum;
e) yrkisorðið „felag“ merkja løgfrøðiligir persónar ella samtøkur, sum skattliga verða viðgjørdir sum løgfrøðiligir persónar;
f) yrkisorðini „fyritøka í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum“ og „ fyritøka í hinum sáttmálasamtykkjandi státinum“ merkja ávikavist ein fyritøka, sum verður rikin av einum persóni, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, og ein fyritøka, sum verður rikin av einum persóni, sum hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum;
g) yrkisorðið „altjóða ferðsla“ merkja ein og hvør ferð hjá einum skipi ella einum flogfari, ið verður rikið av einari fyritøku, sum hevur sæti fyri veruligu leiðsluna í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, tó ikki har ferðin er avmarkað einans til støð í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum;
h) yrkisorðið „málsráðandi myndugleiki“ merkja:
(1) viðvíkjandi Danmark: fíggjarmálaráðharrin ella hansara heimilaða varafólk við fulltrú,
og
(2) viðvíkjandi Schweiz: der Direktor der Eidgenoessischen Steuerverwaltung ella hansara heimilaða varafólk við fulltrú.

2. Tá hesin sáttmálin verður nýttur í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum skal, uttan so at annað skilst av samanhanginum, eitt og hvørt yrkisorð, sum ikki á annan hátt er allýst, fáa ta merking, sum tað hevur sambært teimum í tí statinum galdandi lógum um teir skattir, sum sáttmálin verður nýttur til.

Grein 4
Skattligur heimstaður
1. Í hesum sáttmála verður yrkisorðið „búsitandi í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum“ nýtt um ein og hvønn persón, sum sambært lóggávuni í hesum statinum er skattskyldugur har orsakað av heimstaði, bústaði, leiðslusæti ella einum øðrum líknandi eyðkenni; tað umfatar harumframt persónlig feløg (Personengesellschaften), sum eru stovnað ella skipað sambært lóggávuni í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum.

2. Tá ein likamligur persónur eftir viðtøkunum í stykki 1 verður hildin at vera búsitandi í báðum sáttmála samtykkjandi statunum, skulu hesar reglur vera galdandi:
a) hann skal verða hildin at vera búsitandi í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har hann hevur fastan bústað at ráða yvir. Um so er, at hann hevur fastan bústað at ráða yvir í báðum sáttmálasamtykkjandi statunum, skal hann verða roknaður at vera búsitandi í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har hann hevur taettastu persónligu og búskaparligu tilknýti (miðdepil fyri sínum lívsáhugamálum);
b) kann ikki verða avgjørt, í hvørjum av teimum báðum sáttmálasamtykkjandi statunum hann hevur miðdepil fyri sínum lívsáhugamálum, ella um hann ikki hevur ein fastan bústað at ráða yvir í hvørgum av teimum sáttmálasamtykkjandi statunum, skal hann verða roknaður at vera búsitandi í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har hann vanliga hevur bústað;
c) hevur hann vanliga bústað í báðum sáttmálasamtykkjandi statunum, ella hevur hann ikki slíkan bústað í hvørgum teirra, skal hann verða roknaður at vera búsitandi í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har hann er statsborgari;
d) er hann statsborgari í báðum sáttmálasamtykkjandi statunum, ella er hann statsborgari í hvørgum teirra, skulu málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum avgera spurningin við avtalu sínámillum.

3. Tá ein ikki-likamligur persónur eftir viðtøkunum í stykki 1 verður hildin at vera búsitandi í báðum sátt málasamtykkjandi statunum, skal hann verða roknaður at vera búsitandi í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har hansara veruliga leiðsla hevur saeti.

4. Verður ein likamligur persónur sambært hesari grein roknaður bert at vera búsitandi í øðrum sáttmála samtykkjandi statinum ein part av einum ári, men í tíðini, sum eftir er, av sama ári at vera búsitandi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum (búflutningur), kunnu í hvørjum stati sær bert verða innkravdir teir við grundarlagi í fullari skattskyldu útskrivaðu skattir, ið viðvíkja tí tíðarskeiðinum, tá viðkomandi persónur verður roknaður at vera búsitandi í tí statinum.

Grein 5
Fast rakstrarstað
1. Í hesum sáttmálanum merkir yrkisorðið „fast rakstrarstað“ eitt fast vinnurakstrarstað, har alt virksemi hjá vinnuvirkinum verður framt ella partar av tí.

2. Yrkisorðið „fast rakstrarstað“ skal nevniliga hava hesar fleirmerkingar:
a) eitt stað, haðani vinnuvirkið verður rikið;
b) ein úthandil;
c) ein skrivstova;
d) ein verksmiðja;
e) eitt verkstað;
f) eitt nám, eitt grótbrot ella eitt annað stað, har jarðtilfeingi verður vunnið;
g) stað hjá einum bygnings-, verksmiðju- ella innleggingararbeiði, ið varir longur enn 24 mánaðir.

3. Yrkisorðið „fast rakstrarstað“ skal ikki hava hesar fleirmerkingar:
a) nýtsla av innrættingum einans til goymslu, framsýning ella útflýggjan av vørum hjá vinnuvirkinum;
b) røkt av einari vørugoymslu hjá vinnuvirkinum einans til goymslu, framsýning ella útflýggjan;
c) røkt av einari vørugoymslu hjá vinnuvirkinum einans til tilevning ella góðsking hjá einum øðrum vinnuvirki;
d) røkt av einum føstum handilsstaði einans til at keypa vørur ella til at útvega upplýsingar til vinnuvirkið;
e) røkt av einum føstum handilsstaði einans til lýsingarendamál, til innsavning av upplýsingum, til vísindaliga gransking ella til útinning av líknandi virksemi, ið er av fyrireikandi ella bøtandi slagi fyri vinnuvirkið.

4. Ein persónur, sum útinnir virksemi í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum fyri eitt vinnuvirki í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, og sum ikki er eitt tílíkt óheft umboð, sum verður umrøtt í stykki 5, skal verða roknaður at vera fast rakstrarstað í fyrstnevnda statinum, um so er, at hann í hesum stati hevur og vanliga útinnir eina fulltrú til at gera avtalur vegna vinnuvirksemið, uttan so at hansara virksemi er avmarakað til vørukeyp fyri vinnuvirkið.

5. Eitt vinnuvirki í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum verður ikki hildið at hava fast rakstarstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, bert tí at tað rekur handil í hesum statinum gjøgnum ein handilsmillummann, umboðssølumann ella annað óheft umboð, um so er, at hesir persónar handla innan karmarnar á sínum vanliga handilsvirksemi.

6. Tey viðurskifti, at eitt felag, við heimstaði í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, stýrir ella verður stýrt av einum felag, sum hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, ella sum (annaðhvørt gjøgnum eitt fast rakstrarstað ella á annan hátt) útinnir handilsvirksemi í hinum statinum, skulu ikki í sjálvum sær vera atvold til, at annað av teimum báðum feløgunum verður roknað at vera fast rakstrarstað hjá hinum.

KAPITTUL III
Skattseting av inntøku

Grein 6
Inntøka av fastari ogn
1. Inntøka av fastari ogn kann verða skattað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har ognin er.

2. Yrkisorðið „føst ogn“ skal skiljast sambært lóggávuni í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har ognin er. Yrkis orðið skal undir øllum umstøðum umfata tað, sum hoyrir til fasta ogn, fenað og amboð, ið verða nýtt í landbúnaði og skógarvinnu, rættindi, har vanliga lóggávan um fasta ogn verður nýtt, brúksrættindi til fasta ogn, eins og rættindi til ymiskligar ella fastar samsýningar, ið verða goldnar fyri úrdrátt úr ella rættin til at gera úrdrátt úr mineraltilfeingi, keldum og øðrum jarðtilfeingi; skip og flogfør verða ikki roknað at vera føst ogn.

3. Viðtøkan í stykki 1 verður nýtt um inntøku, ið stavar frá beinleiðis nýtslu, útleiðing ella burturfesting eins og frá einum og hvørjum øðrum formi fyri nýtslu av fastari ogn.

4. Viðtøkurnar í stykki 1 og 3 verða eisini nýttar um inntøku av fastari ogn, ið er ogn hjá einum vinnuvirki, og um inntøku av fastari ogn, ið verður nýtt við útinning av fríari vinnu.

Grein 7
Vinningur av handilsvirksemi
1. Vinningur vunnin av einari fyritøku í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum kann bert verða skattaður í hesum statinum, uttan so er, at fyritøkan rekur virksemi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum gjøgnum eitt har verandi fasant rakstarstað. Um so er, at fyritøkan rekur tílíkt virksemi, kann vinningurin hjá tí verða skattaður í hinum statinum, men tó bert viðvíkjandi tí partinum av honum, sum kann førast aftur til fasta rakstrarstaðið.

2. Tá ið ein fyritøka í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum rekur virksemi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum gjøgnum eitt har verandi fast rakstarstað, skal í hvørjum sáttmálasamtykkjandi statinum førast aftur til hetta fasta rakstrarstaðið tann vinningur, sum hon kundi havt væntað sær at hava vunnið, um hon hevði verið ein óheft fyritøka, sum útinnti tað sama ella líknandi virksemi við somu ella líknandi treytum, og sum undir fullkomuliga fríum viðurskiftum handlaði við ta fyritøkuna, sum hon er fast rakstrarstað hjá.

3. Tá vinningurin hjá einum føstum rakstrarstaði verður ásettur skal tað vera loyvt at draga útreiðslur frá, sum eru hildnar til at reka tað fasta rakstrarstaðið, heruppií útreiðslur til leiðslu og vanliga fyrisiting annars, annaðhvørt tær verða gjørdar í tí statinum, har viðkomandi fasta rakstrarstað er, ella aðrar staðir.

4. Í tann mun tað hevur verið siðvenja í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum at útrokna tann vinningin, ið kann førast aftur til eitt fast rakstrarstað, grundað á eitt sundurbýti av øllum vinninginum hjá fyritøkuni millum tær ymisku deildirnar hjá henni, skal einki í stykki 2 forða avvarðandi sáttmálasamtykkjandi statinum í at útrokna skattskylduga vinningin grundaðan á eitt tílíkt sundurbýti eftir vanligari mannagongd. Tann nýtti sundurbýtingarhátturin skal kortini vera av slíkum slagi, at hann førir til úrslit, ið eru samsvarandi við tær meginreglur, ið eru ásettar í hesi grein.

5. Vinningur frá tryggingarfyritøkum, ið hava føst rakstarstøð í báðum statum, skal eftir frádrátt av einum parti, sum er 10 pct., ið av óbýttum fellur til tann statin, har fyritøkan hevur sæti, býtast eftir lutfallinum millum inntøkurnar av bruttotryggingargjøldunum hjá teimum føstu rakstrarstøðunum og inntøkunum av heildarbruttotryggingargjøldunum hjá fyritøkuni.

6. Eingin vinningur skal kunna førast aftur til eitt fast rakstarstað, bert tí at tað fasta rakstrarstaðið hevur keypt vørur fyri fyritøkuna.

7. Tá stykkini, sum standa frammanfyri, verða nýtt, skal tann vinningur, ið skal førast aftur til tað fasta rakstrarstaðið, verða ásettur eftir somu mannagongd ár um ár, uttan so at góðar og tungtvigandi grundir eru fyri

8. Har ein vinningur hevur inntøkur, sum eru serstakt viðgjørdar í øðrum greinum í hesum sáttmálanum, skulu viðtøkurnar í teimum greinunum ikki verða ávirkaðar av viðtøkunum í hesari greinini.

9. Hendan greinin skal eisini verða nýtt um inntøkur frá virknari ella óvirknari luttøku í einari fyritøku í felagshøpi (vanligt ábyrgdarligt felag, samognar- ella íognarfelag sambært schweiziskum rætti; áhugafelag ella íognarfelag sambært donskum rætti).

Grein 8
Skipa- og loftferðsla
1. Vinningur við skipa- ella loftferðsluvirksemi í altjóða ferðslu kann bert verða skattaður í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum veruliga leiðslan hjá fyritøkuni hevur sæti.

2. Um so er, at veruliga leiðslan í einari fyritøku, ið rekur skipaferðsluvirksemi, hevur sæti umborð á einum skipi, skal fyritøkan verða roknað at hava sæti í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har viðkomandi skip hevur heimstað, ella um so er at tað ikki finst, í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har tann, sum rekur skipið, hevur heimstað.

3. Stykki 1 umfatar eisini vinning, sum er vunnin gjøgnum luttøku í einum fyritøkusamtaki ella millumtjóða vørubýtisfelagsskapi (pool), einum felags rakstarstovni ella einum altjóða vinnurakstrarfelag.

4. Viðvíkjandi vinningi, sum verður vunnin av tí danska, norska og svenska loftferðslusamtakinum Scandinavian Airlines System (SAS), skulu viðtøkurnar í stk. 1 og 3 bert verða nýttar til tann partin av vinninginum, sum svarar til tann partin, sum SAS Danmark A/S, tann danski felagin í Scandinavian Airlines System (SAS), eigur í hesum samtakinum.

Grein 9
Sínámillum treytaðar fyritøkur
Tá tað kemur fyri, at
a) ein fyritøka í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum beinleiðis ella óbeinleiðis luttekur í leiðsluni, eftirlitinum við ella fíggingini av einari fyritøku í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, ella
b) somu persónar beinleiðis ella óbeinleiðis luttaka í leiðsluni, eftirlitinum við ella fíggingini eins væl av einari fyritøku í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum sum av einari fyritøku í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, og tá tað í summum føri, sum kemur fyri millum hesar báðar fyritøkurnar, eru avtalaðar ella álagdar treytir viðvíkjandi teirra handilsligu ella fíggjarligu sambondum, sum víkja frá teimum treytum, sum høvdu verið avtalaðar millum óheftar fyritøkur, kann ein og hvør vinningur, sum, um hesar treytir ikki høvdu verið álagdar, hevði komið einari av hesum fyritøkum tilgóðar, verða roknaður upp í vinningin hjá hesari fyritøkuni og skattaður samsvarandi hesum.

Grein 10
Vinningsbýti
1. Vinningsbýti, sum verður útgoldið frá einum felag, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, til ein persón, sum hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kann verða skattað í tí statinum.

2. Tílíkt vinningsbýti kann tó eisini verða skattað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har tað felagið, sum letur vinningsbýtið, hevur heimstað, og sambaert lóggávuni í tí státinum, men um rætti eigarin av vinningsbýtinum hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kann tann skatturin, ið verður álíknaður, ikki fara upp um 15 pct. av bruttoupphæddini av vinningsbýtinum.

3. Uttan mun til viðtøkuna í stk. 2 kann vinningsbýti, ið verður útgoldið av einum felag, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, til ein persón, sum hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, bert verða skattað í hinum statinum, um tann rætti eigarin er
a) eitt felag (tó ikki eitt áhugafelag), sum beinleiðis eigur minst 10 pct. av kapitalinum í tí felagnum, sum letur vinningsbýtið;ella
b) ein eftirlønargrunnur ella ein annar líknandi stovnur, sum bjóðar eftirlønarskipanir, har likamligir persónar kunnu taka lut við tí endamáli at vissa sær ellis-, avlamis- ella eftirsituveitingar, tá ið hesin eftirlønargrunnur ella ein annar líknandi stovnur er stovnaður, skattliga góðkendur og eftirkannaður sambært lóggávuni í tí statinum. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum áseta við sínámillum avtalu eftir hvørjari mannagongd hesar avmarkingar skulu setast í verk.Hetta stykki viðvíkur ikki atgongdini til at skatta felagið av tí vinningi, sum vinningsbýtið er útgoldið burturav.

4. Yrkisorðið „vinningsbýti“ merkir í hesari greinini inntøka av partabrøvum, »jouissance«-partabrøvum ellar »jouissance«-rættindum, stovnspartabrøvum ella øðrum rættindum, ið ikki eru skuldarkrøv, og sum geva rætt til part í vinningi, eins og inntøku av øðrum felagsrættindum, ið koma undir somu skattligu viðgerð sum inntøka av partabrøvum sambært lóggávuni í tí stati, har sum tað felagið, ið fremur útlutanina, hevur heimstað.

5. Viðtøkurnar í stk. 1, 2 og 3 verða ikki settar í verk, um raetti eigarin av vinningsbýtinum, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, er vinnurekandi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, har tað vinningsbýtisgjaldandi felagið hevur heimstað, gjøgnum eitt har verandi fast rakstrarstað ella fremur fría vinnu í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum frá einum har verandi føstum rakstrarstaði, og tann partabraevaognin, sum er grundarlag undir útgjaldingini av vinningsbýtinum, hevur beinleiðis samband við eitt tílíkt fast rakstrarstað ella fast stað. Tá so er, verður ávikavist grein 7 ella grein 14 nýtt.

6. Um eitt felag, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, hevur uppiborið vinning ella inntøku frá hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kann tann staturin ikki álíkna nakran skatt á vinningsbýti, sum verður útgoldið av felagnum, uttan so at vinningsbýtið verður útgoldið til ein persón, ið hevur heimstað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, ella uttan so, at partabrævaognin, sum er grundarlag fyri útgjaldingini av vinningsbýtinum, hevur beinleiðis samband við eitt fast rakstarstað ella eitt fast stað, ið er í tí statinum, ella leggja óútlutaða vinningin hjá felagnum undir ein skatt av óútlutaða vinninginum hjá felagnum hóast útgoldna vinningsbýtið ella tann óútlutaði vinningurin allur ella lutvísur er vinningur ella inntøka, ið stavar frá tí statinum.

Grein 11
Rentur
1. Rentur, ið stava frá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, og teirra rætti eigari hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kunnu bert verða skattaðar í tí statinum.

2. Yrkisorðið „renta“ merkir í hesari greinini inntøka av ríkisskuldarbrøvum, skuldarbrøvum, annaðhvørt tey eru tryggjað við panti ella ikki, og annaðhvørt tey hava við sær ein rætt til part í vinninigi ella ikki, og eisini krøv av einum og hvørjum slagi, eins væl og ein og hvør onnur inntøku, sum sambært skattalóggávuni í statinum, haðani inntøkan stavar, verður javnsett við inntøku av peningaláni.

3. Viðtøkurnar í stk. 1 verða ikki nýttar, um rætti eigarin av rentuni, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, er vinnurekandi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, haðani rentan stavar, gjøgnum eitt har verandi fast rakstrarstað ella fremur fría vinnu í tí statinum frá einum har verandi føstum staði, og ta krav, sum er grundarlag fyri ta goldnu rentuna, hevur beinleiðis samband við eitt tílíkt fast rakstarstað ella fast stað. Tá so er, verður ávikavist grein 7 ella grein 14 nýtt.

4. Rentur skulu verða roknaðar at stava frá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, um so er, at tær verða goldnar av avvarðandi stati sjálvum, av einari fyrisitingarligari undirdeild í honum, einum staðbundnum myndugleika í honum ella av einum persóni við heimstaði í viðkomandi stati. Um so er, at persónurin, sum letur rentuna, annaðhvørt viðkomandi hevur heimstað í øðrum av sáttmálasamtykkjandi statinum ella ikki, ímeðan hevur eitt fast rakstrarstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, og tann skuldin, sum rentan verður goldin av, er íkomin av tilknýtinum til tað, og rentuútreiðslan verður latin av viðkomandi fasta rakstrarstaði, skal ein tílík renta verða roknað at stava frá tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum tað fasta rakstrarstaðið er.

5. Í viðurskiftum, har eitt serstakt samband millum tann, ið letur, og tann, ið móttekur rentuna, ella millum hesar og ein triðja persón, hevur verið atvold til, at tann goldna rentan sæð í mun til tað skuldarkravið, sum hon er goldin fyri, er hægri enn upphaeddin, sum hevði verið avrádd millum partarnar, um so var, at nevnda sambandið ikki hevði verið, skulu viðtøkurnar í hesari greinini einans verða nýttar til síðstnevndu upphaeddina. Í tílíkum føri skal avlopsupphaeddin kunna verða skattað sambaert lóggávuni í hvørjum av teimum báðum sáttmálasamtykkjandi statunum við rímuligum atliti at hinum viðtøkunum í hesum sáttmálanum.

Grein 12
Nýtslugjøld (Royalties)
1. Nýtslugjøld (Royalties), ið stava frá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, og teirra raetti eigari hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kunnu bert verða skattað í tí statinum.

2. Yrkisorðið „nýtslugjøld“ („royalties“) merkir í hesari greinini gjøld av einum og hvørjum slagi, ið verða móttikin sum samsýning fyri nýtslu av ella rættin til at nýta ein og hvønn upphavsrætt til eitt bókmentaligt, listarligt ella vísindaligt arbeiði, heruppií spælifilm, ein og hvønn einkarrætt, vørumerki, mynstur ella snið (modell), tekning, loyniligan formil ella framleiðsluhátt, ella fyri nýtslu av ella rættin til at nýta ídnaðarliga, handilsliga ella vísindaliga útgerð ella fyri upplýsingar um ídnaðarligar, handilsligar ella vísindaligar royndir.

3. Viðtøkurnar í stk. 1 verða ikki nýttar, um rætti eigarin av nýtslugjaldsupphæddini, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, er vinnurekandi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, haðani nýtslugjaldsupphæddin stavar, gjøgnum eitt har verandi fast rakstrarstað ella fremur fría vinnu í tí statinum frá einum har verandi føstum staði, og tey rættindi ella tann eyðgóði, sum er grundarlag fyri tey útgoldnu nýtslugjøldini (royaltiini), hevur beinleiðis samband við eitt tílíkt fast rakstrarstað ella fast stað. Tá so er, verður ávikavist grein 7 ella grein 14 nýtt.

4. Í viðurskiftum, har eitt serstakt samband millum tann, ið letur, og tann, ið móttekur nevndu nýtslugjøld (royalties), ella millum hesar og ein triðja persón, hevur verið atvold til, at tey goldnu nýtslugjøldini (royalties) mett eftir teirri nýtslu, teimum rættindum ella teirri upplýsing, sum tey verða goldin fyri, eru hægri enn upphæddin, sum hevði verið avrádd, um so var, at nevnda sambandið ikki hevði verið, skulu viðtøkurnar í hesari greinini bert verða nýttar til síðstnevndu upphæddina. Í tílíkum føri skal avlopsupphæddin av útgoldnu upphæddini kunna verða skattað sambært lóggávuni í hvørjum av teimum báðum sáttmálasamtykkjandi statunum við rímuligum atliti at hinum viðtøkunum í hesum sáttmálanum.

Grein 13
Vinningur av avhending av ognarlutum
1. Vinningur av avhending av fastari ogn, sum skilgreinað í grein 6, stykki 2, kann verða skattaður í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum ognin er.

2. Vinningur av avhending av ognarvirðum, sum ikki eru føst ogn, og sum útgera ein part av vinnufænum í einum føstum rakstrarstaði, sum ein fyritøka í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum hevur í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, ella við avhending av ognarvirðum, sum ikki eru føst ogn, og sum hoyra til eitt fast stað, sum ein persónur við heimstaði í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum nýtir til at fremja fría vinnu í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, heruppií eisini vinningur við avhending av sjálvum tí fasta rakstrarstaðnum (serskilt ella saman við allari fyritøkuni), ella av einum tílíkum føstum staði, kann verða skattaður í hinum statinum.

3. Vinnningur av avhending av skipum ella flogførum, ið verða nýtt í altjóða ferðslu, ella av leysum ognarlutum, ið er knýtt at rakstrinum av tílíkum skipum ella flogførum, kann bert verða skattaður í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har veruliga leiðslan í fyritøkuni hevur sæti.

4. Viðvíkjandi vinningi, sum verður vunnin frá tí danska, norska og svenska flogferðslusamtakinum Scandinavian Airlines System (SAS), skulu viðtøkurnar í stk. 3 bert verða nýttar til tann partin av vinninginum, sum svarar til tann partin, sum SAS Danmark A/S, tann danski felagin í Scandinavian Airlines System (SAS), eigur í hesum samtakinum.

5. Vinningur av avhending av øllum øðrum ognarvirðum enn teimum, ið nevnd eru í stykkjunum 1-4, kann bert verða skattaður í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum avhendarin hevur heimstað.

Grein 14
Frí vinna
1. Inntøka av fríari vinnu ella av øðrum sjálvstøðugum arbeiði av líknandi slagi, sum ein persónur, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum hevur vunnið sær, kann bert verða skattað í hesum statinum, uttan so at viðkomandi til útinning av sínum virki hevur eitt fast stað, sum støðugt er tøkt hjá honum í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum. Um so er, at viðkomandi hevur eitt tílíkt fast stað, kann tann parturin av inntøkuni, ið kann vísast til hetta fasta staðið, verða skattaður í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum.

2. Yrkisorðið „frí vinna“ íroknar serliga sjálvstøðugt vísindaligt, bókmentaligt, listarligt, uppalandi ella frálærandi yrki og haraftrat sjálvstøðugt yrki sum lækni, sakførari, verkfrøðingur, byggifrøðingur, tannlækni og grannskoðari.

Grein 15
Persónligar tænastuveitingar
1. Um so er, at viðtøkurnar í greinunum 16, 18 og 19 ikki kunnu nýtast, kann føst løn, løn og onnur líknandi samsýning fyri persónligt arbeiði, sum ein persónur, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum hevur vunnið sær, bert verða skattað í hesum statinum, uttan so at arbeiði verður útinnt í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum. Verður arbeiðið útinnt har, kann tað uppvunnað viðurlagið fyri tað verða skattað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum.

2. Uttan mun til stykki 1 kann viðurlag, sum ein persónur, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, fær fyri tænastuveitingar, veittar í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, bert verða skattað í fyrstnevnda statinum í førum, har
a) móttakarin ikki er staddur í hinum statinum í meir enn 183 dagar tilsamans í viðkomandi skattaárinum, og
b) viðurlagið verður goldið av einum arbeiðsgevara ella fyri ein arbeiðsgevara, ið ikki hevur heimstað í hinum statinum, og
c) viðurlagið ikki verður avgreitt av einum føstum rakstrarstaði ella einum føstum staði, sum arbeiðsgevarin hevur í hinum statinum.

3. Uttan mun til tær frammanfyristandandi viðtøkurnanr í hesari greinini kann viðurlag fyri persónligt arbeiði, ið verður útinnt umborð á einum skipi ella einum flogfari í altjóða ferðslu, verða skattað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum veruliga leiðslan av fyritøkuni hevur sæti. Verða tílík viðurløg ikki skattað í tí statinum, kunnu tey verða skattað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum.

4. Uttan mun til viðtøkurnar frammanfyri í hesari greinini kann viðurlag, ið ein persónur, ið hevur heimstað í Danmark, hevur vunnið sær við persónligum arbeiði útinntum umborð á einum flogfari, ið verður nýtt í altjóða ferðslu av Scandinavian Airlines System (SAS), bert verða skattað í Danmark.

Grein 16
Nevndarsamsýningar
Nevndarsamsýningar og líknandi viðurgjøld, sum ein persónur, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum hevur vunnið sær, sum nevndarlimur í einum felag, ið hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kunnu verða skattað í tí statinum.

Grein 17
Listafólk og ítróttafólk
Uttan mun til viðtøkurnar í greinunum 7, 14 og 15 kann inntøka, sum yrkislistafólk sosum sjónleikara-, films-, útvarps- ella sjónvarpslistafólk og tónleikarar og eisini ítróttafólk vinna sær sum slík fyri teirra persónligt útinnta yrki, verða skattað í tí sáttmálasamtykkkjandi statinum, har sum tey útinna hetta yrkið. Hetta er eisini galdandi fyri inntøku, sum rennur til ella verður latin yvir til ein annan persón fyri yrkið hjá listafólkinum, ítróttafólkinum ella listleikaranum.

Grein 18
Eftirlønir
1. Eftirlønir og onnur líknandi viðurløg, eins væl knýtt at sum óheft av fyrrverandi yrki, sum stava frá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum og verða goldin einum persóni, sum hevur heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, kunnu verða skattað í fyrstnevnda statinum, um inngjøldini goldin av
a) tí, sum hevur rætt til eftirlønarskipanina, hava verið drigin frá í skattskyldugu inntøkuni hjá tí, sum hevur rætt til eftirlønarskipanina í fyrstnevnda sáttmálasamtykkjandi statinum sambært lóggávuni hjá hesum statinum;ella
b) einum arbeiðsgevara ikki vóru skattskyldug inntøka hjá tí, sum hevur rætt til eftirlønarskipanina í fyrstnevnda sáttmálasamtykkjandi statinum sambært lóggávuni hjá hesum statinum;

2. Tá henda greinin verður nýtt, umfatar yrkisorðið »eftirlønir og onnur líknandi viðurløg« ikki gjøld eftir almannalóggávuni í einum sáttmálasamtykkjandi stati.

Grein 19
Almenn størv
Peningauphæddir, heruppií eftirlønir, ið verða útgoldnar beinleiðis av ella av grunnum stovnsettum av øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, av einari av fyrisitingarligu undirdeildunum í honum ella staðbundnu myndugleikunum ella av einum almannarættarligum løgfrøðiligum persóni í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, til ein likamligan persón sum tænastuviðurløg, kunnu bert verða skattaðar í tí statinum. Tó kunnu viðurløg – burtursæð frá eftirlønum – fyri tænastu, ið verður útinnt í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum av einum statsborgara í tí statinum, sum ikki eisini er statsborgari í fyrstnevnda statinum, bert verða skattað í hinum statinum.

Grein 20
Lesandi
Peningaupphæddir, sum ein lesandi, eitt fólk í starvsvenjing ella ein lærlingur, sum hevur ella fyrr hevði heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, fær til uppihald, lestur ella útbúgving, meðan hann einans í lestrar- ella útbúgvingarørindum er staddur í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, verður ikki skattaður í tí statinum, um so er, at tær vella til hansara frá keldum uttan fyri henda statin.

Grein 21
Inntøka, ið ikki skilliga er umrødd
1. Inntøka, sum ein persónur við heimstaði í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum hevur vunnið sær, og sum ikki er skilliga umrødd í greinunum frammanfyri, kann bert verða skattað í hesum statinum.

2. Viðtøkurnar í stk. 1 kunnu ikki verða nýttar til inntøku, burtursæð frá inntøku av fastari ogn sum skilgreinað í grein 6, stk. 2, um móttakarin av tílíkari inntøku, ið hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, er vinnurekandi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, haðani inntøkan stavar, gjøgnum eitt har verandi fast rakstrarstað ella útinnir fría vinnu í tí statinum frá einum har verandi føstum staði, og tey rættindi ella tann eyðgóði, sum er grundarlag fyri teirri útgoldnu inntøkuni, hevur beinleiðis samband við eitt tílíkt fast rakstrarstað ella fast stað. Tá so er, verður ávikavist grein 7 ella grein 14 nýtt.91


KAPITTUL IV
Skatting av fæi

Grein 22

1. Fæ, sum er føst ogn sum skilgreinað í grein 6, stykki 2, kann verða skattað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum ognin er.

2. Fæ, sum er ognarvirðir, ið eru ein partur av vinnufænum í fasta rakstrarstaðnum hjá einari fyritøku ella í ognarvirðum, ið hoyra til eitt fast stað, ið verður nýtt til útinning av fríari vinnu, kann verða skattað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum fasta rakstrarstaðið ella fasta staðið er.

3. Skip og flogfør, ið verða nýtt í altjóða ferðslu, og ognarvirðir – burtursæð frá fastari ogn – sum verða nýtt í tílíkum skipa- og flogferðsluvirksemi, kunnu bert verða skattað í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum veruliga leiðslan í fyritøkuni hevur sæti.

4. Øll onnur sløg av fæi, ið eru ogn hjá einum persóni, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, kunnu bert verða skattað í hesum statinum.


KAPITTUL V
Mannagongdir til at sleppa undan tvískatting

Grein 23
1. Í Danmark skal sleppast undan tvískatting soleiðis:
a) Uttan so at viðtøkurnar í litra c) føra annað við sær, skal Danmark, tá tað kemur fyri, at ein persónur, ið hevur heimstað í Danmark, vinnur sær inntøku ella eigur fæ, sum sambært viðtøkunum í hesum sáttmálanum kann verða skattað í Schweiz
(i) loyva viðkomandi persóni frádrátt í inntøkuskatti sínum við einari peningaupphædd, sum svarar til tann inntøkuskattin, sum er goldin í Schweiz;
(ii) loyva viðkomandi persóni frádrátt í ognarskatti sínum við einari peningaupphædd, sum svarar til tann ognarskattin, sum er goldin í Schweiz;
b) frádráttarupphæddin skal tó ikki í nøkrum føri kunna fara upp um tann partin av inntøkuskattinum ella ognarskattinum, útroknaður uttan tílíkan frádrátt, ið kann førast til ta inntøkuna ella til tað fæið, sum kann verða skattað í Schweiz;
c) tá tað kemur fyri, at ein persónur, sum hevur heimstað í Danmark, vinnur sær inntøku ella eigur fæ, sum sambært viðtøkunum í hesum sáttmála bert kann verða skattað í Schweiz, kann Danmark írokna hesa inntøkuna ella hetta fæið í skattagrundarlagið, men skal í skattinum av inntøkuni ella fænum draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ávikavist ognarskattinum, sum kann førast aftur til ta inntøkuna, ið stavar frá Schweiz, ella tað fæið, ið hann eigur í Schweiz.

2. Í Schweiz skal sleppast undan tvískatting soleiðis:
a) Tá tað kemur fyri, at ein persónur, ið hevur heimstað í Schweiz, vinnur sær inntøku ella eigur fæ, sum sambært viðtøkunum í hesum sáttmála kann verða skattað í Danmark, skal Schweiz – uttan so at viðtøkurnar í litra b áseta annað – frítaka tílíka inntøku ella tílíkt fæ frá skatting, men kann við skattaútrokningini av hinari inntøkuni ella hinum fænum hjá viðkomandi persóni nýta tann skattasats, sum skuldi verið nýttur, um frítikna inntøkan ella fæið ikki hevði verið frítikið frá skatting.
b) Tá tað kemur fyri, at ein persónur, ið hevur heimstað í Schweiz, vinnur sær vinningsbýti, sum eftir grein 10 kann verða skattað í Danmark, skal Schweiz eftir áheitan loyva viðkomandi persóni linking. Linkingin kann vera:
(i) ein frádráttur í schweiziska inntøkuskattinum hjá viðkomandi persóni við einari peningaupphædd, sum svarar til tann skattin, sum er álíknaður í Danmark sambært grein 10; ein tílíkur frádráttur kann tó ikki fara upp um tann partin av schweiziska skattinum útroknaður, áðrenn frádrátturin er givin, sum kann førast aftur til inntøkuna, sum kann verða skattað í Danmark;
ella
(ii) ein peningalig lækking í schweiziska skattinum;
ella
(iii) ein partvís frítøka av tílíkum vinningsbýti frá schweiziskum skatti, í øllum førum í minsta lagi vera út gjørt av einum frádrátti av skattinum, sum er álíknaður í Danmark, frá bruttoupphæddini av vinningsbýtinum. Schweiz avger, hvør linking skal verða nýtt, og ásetur mannagongdina sambært schweizisku viðtøkunum um íverksetanina av altjóða avtalunum hjá Schweiziska Samveldinum til at sleppa undan tvískatting.
c) Eitt felag, sum hevur heimstað í Schweiz, og sum vinnur sær vinningsbýti frá einum felag, sum hevur heimstað í Danmark, hevur viðvíkjandi schweisiskum skatti av tílíkum vinningsbýti rætt til somu linkingina, sum hevði verið tillutað felagnum, um so var, at vinningsbýtisgjaldandi felagið hevði havt heimstað í Schweiz.


KAPITTUL VI
Serligar viðtøkur

Grein 24
Eingin mismunur
1. Statsborgarar í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum skulu ikki í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum kunna koma undir nakra skatting ella at hesum atknýtt krøv, sum eru øðrvísi ella meira tyngjandi enn tann skatting og tey at henni atknýttu krøv, sum statsborgarar í hinum statinum undir somu korum eru ella kundu komið undir.

2. Yrkisorðið „statsborgari“ merkir:
a) allir likamligir persónar, ið hava statsborgararaett í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum; b) allir løgfrøðiligir persónar, íognarfeløg og samtøkur, ið eru til sambært galdandi lóggávu í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum.

3. Skattingin av einum føstum rakstrarstaði, sum ein fyritøka í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum hevur í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, má ikki vera ólagaligari í tí statinum enn skatting av fyritøkum í tí statinum, ið útinna sama virksemi. Henda viðtøka skal ikki kunna tulkast sum skyldubindandi annan sáttmálasamtykkjandi statin til at veita persónum, sum hava heimstað í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, teir persónligu skattligu fyrimunir, link ingar og avsláttir, sum hann veitir teimum persónum, ið eru búsettir innan hansara egna øki orsakað av persónligum starvi ella uppihaldsskyldu av familju.

4. Fyritøkur í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, við fæi, sum til fulnar ella partvís er ogn hjá ella undir eftirliti av, beinleiðis ella óbeinleiðis, einum ella fleiri persónum við heimstaði í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, skulu ikki í fyrstnevnda sáttmálasamtykkjandi statinum kunna koma undir nakra skatting ella henni atknýtt krøv, sum eru øðrvísi ella meiri tyngjandi enn tann skattingin og hennara atknýttu krøv, sum aðrar tilsvarandi fyritøkur í fyrstnevnda stati eru komnar ella fara at kunna koma undir.

5. Yrkisorðið „skatting“ merkir í hesari greinini skattir av einum og hvørjum slagi og eini og hvørjari merking.

Grein 25
Mannagongdin tá sínámillum avtalur verða gjørdar
1. Heldur ein persónur, sum hevur heimstað í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, at fyriskipanir, sum annar ella báðir sáttmálasamtykkjandi statirnir hava tikið stig til, endar við ella fer at enda við einari skatting av honum, sum ikki er í samsvari við hendan sáttmálan, kann hann, uttan mun til hvørji rættarráð, ið eru til taks sambært tjóðarlóggávuni hjá hesum statum, leggja søk sína fyri málsráðandi myndugleikan í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum hann hevur heimstað.

2. Málsráðandi myndugleikin skal, um mótmælið tykist honum grundað, og um hann ikki sjálvur kann koma til eina hóskandi loysn, leggja seg eftir at loysa málið við sínámillum avtalu við málsráðandi myndugleikan í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum við atliti til at sleppa undan einari skatting, ið ikki er í samsvari við sáttmálan.

3. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum skulu leggja seg eftir við sínámillum avtalu at loysa ein og hvønn trupulleika ella ein og hvønn ivaspurning, ið kundi tikið seg upp viðvíkjandi tulkingini ella nýttu mannagongdini í sáttmálanum. Teir kunnu eisini ráðføra seg hvør hjá øðrum fyri at sleppa undan tvískatting í førum, ið ikki verða umrødd í sáttmálanum.

4. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum kunnu seta seg beinleiðis í samband hvør við annan við atliti til at gera avtalur sambært stykkjunum frammanfyri. Har tað fyri at fáa semju í lag verður hildið at vera ynskiligt, at eitt munnligt orðaskifti fer fram, kann eitt tílíkt verða hildið í einari nevnd, ið er samansett av umboðum fyri málsráðandi myndugleikarnar í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum.

5. Tá
a) ein persónur sambært stk.1 hevur lagt eitt mál fyri málsráðandi myndugleikan í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum við teirri grundgeving, at fyriskipanir gjørdar av øðrum ella báðum sáttmálasamtykkjandi statunum hava ført við sær fyri tann persónin eina skatting, sum ikki er í samsvari við viðtøkurnar í hesum sáttmálanum, og
b) málsráðandi myndugleikarnir ikki eru førir fyri at koma til semju um at loysa málið í samsvari við stk. 2 innan trý ár frá tí, at málið er lagt fram fyri málsráðandi myndugleikan í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, skulu óavgjørdir spurningar, ið kunnu taka seg upp í málinum, verða lagdir fyri ein gerðarrætt, um persónurin biðjur um tað. Hesir óavgjørdu spurningar skulu tó ikki kunna verða lagdir fyri ein gerðarrætt, um ein avgerð um hesar spurningar longu er tikin av einum dómstóli ella einum fyrisitingarligum kærustovni í øðrum statinum.
Um so er, at ein persónur, ið er beinleiðis ávirkaður av málinum, ikki góðtekur sínámillum avtaluna, sum setur gerðarrættaravgerðina í gildi, ella teir málsráðandi myndugleikarnir og teir persónarnir, ið eru beinleiðis ávirkaðir av málinum, avtala eina aðra loysn innan seks mánaðir eftir, at teir eru vorðnir kunnaðir um avgerðina, er gerðarrættaravgerðin bindandi fyri báðar statirnar og skal gjøgnumførast uttan mun til, hvørjar tíðarfreistir eru ásettar í innlendis lóggávuni hjá hesum statunum. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum skulu við sínámillum semju avgera mannagongdina, hvussu hetta stykkið skal verða nýtt.
Sáttmálasamtykkjandi statirnir kunnu útflýggja gerðarrættinum, ið er settur eftir viðtøkunum í hesum stykki, tílíkar upplýsingar, sum eru neyðugar til at gjøgnumføra gerðarrættarmálið. Limirnir í gerðarrættinum eru undirlagdir avmarkingarnar viðvíkjandi víðariflutningi, sum er nevnt í grein 27, stk. 2, viðvíkjandi upplýsingum, ið eru útflýggjaðar í hesum sambandi.

Grein 26
Afturgjaldingarmannagongd
1. Verður í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum skattur eftirhildin av vinningsbýti, rentu ella nýtslugjøldum (royalties) (við kelduna), verður rætturin til at eftirhalda skatt ikki ávirkaður av hesum sáttmálanum.

2. Tann (við kelduna) eftirhildni skatturin skal kortini gjaldast aftur eftir umsókn, í tann mun uppkrevjing av honum er avmarkað av sáttmálanum.

3. Freistin fyri umsókn um afturgjalding er trý ár roknað frá endanum av tí álmanakkaárinum, har sum vinningsbýtið, rentan ella nýtslugjaldið (royaltyin) er fallið til gjaldingar.

4. Innlatnar umsóknir skulu altíð hava eina almenna váttan frá tí stati, har sum tann skattskyldugi hevur heimstað, um, at fyritreytirnar fyri fullari skattskyldu í hesum statinum eru til staðar.

5. Málsráðandi myndugleikarnir gera so sambært grein 25 avtalu um teir nærru smálutirnar viðvíkjandi mannagongdini.

Grein 27
Umbýti av upplýsingum
1. Málsráðandi myndugleikarnir í teimum sáttmálasamtykkjandi statunum skulu útflýggja tílíkar upplýsingar, sum mugu haldast at vera av týdningi fyri fremjan av viðtøkunum í hesum sáttmálanum ella fyri fyrisitingina ella handhevjanina av innlendis lóggávuni hjá teimum sáttmálasamtykkjandi statunum viðvíkjandi skattum umfataðir av sáttmálanum í tann mun, ið henda skatting ikki er í stríð við sáttmálan. Umbýti av upplýsingum er ikki avmarkað av grein 1.

2. Allar upplýsingar, ið verða móttiknar eftir stk. 1 av einum sáttmálasamtykkjandi stati, skulu viðfarast sum loyniligar á sama hátt sum upplýsingar, ið eru fingnar til vega sambært innlendis lóggávuni hjá hesum stati, og kunnu bert boðast persónum ella myndugleikum (heruppií dómstólum og fyrisitingarmyndugleikum), ið starvast við líkning, uppkrevjing, innheinting, handhevjan ella rættarsókn viðvíkjandi teimum skattum, ella kæruavgerðir í sambandi við teir skattir, ið nevndir eru í stk. 1. Tílíkir persónar ella myndugleikar kunnu bert nýta upplýsingarnar til nevndu endamál. Teir kunnu lata upplýsingarnar í almennum rættarsóknum ella í rættaravgerðum. Uttan mun til tað frammanfyristandandi kunnu upplýsingar, sum annar sáttmálasamtykkjandi staturin hevur móttikið nýtast til onnur endamál, tá ið upplýsingarnar kunnu nýtast til tílík onnur endamál sambært lóggávuni í báðum statunum, og tann málsráðandi myndugleikin í tí statinum, ið hevur latið upplýsingarnar, geva loyvi til tílíka nýtslu.

3. Viðtøkurnar í stk. 1 og 2 kunnu í ongum føri tulkast soleiðis, at einum sáttmálasamtykkjandi stati verður álagt skyldu til:
1) at fremja fyrisitingargerðir, ið stríða ímóti lóggávuni og fyrisitngarmannagongdini hjá hesum ella hinum sáttmálasamtykkjandi statinum;
2) at kunna um upplýsingar, sum ikki kunnu fáast til vega sambært lóggávuni ella vanligu fyri sitingarmannagongdini hjá hesum ella hinum sáttmálasamtykkjandi statinum;
3) at kunna um upplýsingar, sum kundu avdúkað nakran vinnuligan, starvsligan, ídnaðarligan, handilsligan ella fakligan loynidóm ella virkishátt, ella upplýsingar, har almannagerðin av teimum hevði verið í stríð við alment fyrilit (ordre public).

4. Um annar sáttmálasamtykkjandi staturin biður um upplýsingar sambrt hesari grein, skal hin sátt málasamtykkjandi staturin seta sína fyrisiting ígongd fyri at innheinta tær upplýsingar, ið biðið verður um, hóast tann staturin ikki skuldi havt brúk fyri hesum upplýsingum til egin skattlig endamál. Skyldan í punktuminum frammanfyri stendur undir avmarkingunum í stk. 3, men í ongum føri gera tílíkar avmarkingar tað møguligt hjá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum at lata vera við at útflýggja upplýsingar einans við teirri grundgeving, at hann ikki hevur nakran skattligan áhuga sjálvur í tílíkum upplýsingum.

5. Í ongum føri kunnu viðtøkurnar í stk. 3 tulkast soleiðis, at tær gera tað møguligt hjá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum at nokta fyri at lata upplýsingar, einans tí at upplýsingarnar eru í varðveitlsu hjá einum banka, øðrum peningastovni, umboði ella persóni, sum virkar sum fulltrúi ella sum verji, ella tí at upplýsingarnar snúgva seg um ognarviðurskifti í einum persóni. Fyri at útvega tílíkar upplýsingar skulu skattamyndugleikarnir í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, ið er biðin um upplýsingarnar, kunna tvinga ígjøgnum, at upplýsingar, sum eru umfataðar av hesum stykki, verða útflýggjaðar, uttan mun til stk. 3 ella møguligar mótstríðandi viðtøkur í sínari innlendis lóggávu.

Grein 28
Ymiskar viðtøkur
1. Eitt óuppgjørt deyðsbúgv verður roknað at hoyra til í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har tann, sum letur arvin eftir seg, hevur havt heimstað sambært grein 4.

2. Inntøka, ið stavar frá einum deyðsbúgvi, ella fæ, ið er partur av einum tílíkum, kann verða skattað sambært viðtøkunum í hesum sáttmálanum hjá einum arvingi í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum í tann mun, at tað óuppgjørda deyðsbúgvið ikki sjálvt kemur undir skatting av hesari inntøkuni og fænum í tí sáttmálasamtykkjandi statinum, har sum tann, sum letur arvin eftir seg hevði sín seinasta bústað. Málsráðandi myndugleikarnir í sáttmálasamtykkjandi statunum fara, um so er, at gera avtalu til at sleppa undan tvískatting í einstøkum førum.

3. Gjøld í ein eftirlønargrunn ella ein annan líknandi stovn, sum bjóðar eftirlønarskipanir, sum eru stovnaðar og skattliga viðurkendar í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, ið verða goldin av einum persóni ella vegna ein persón, sum innir persónligt arbeiði í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum, skulu, við atliti at ásetingini av skattgjaldinum hjá persóninum og eisini inntøkuni hjá einari fyritøku, sum kann verða skattað í tí statinum, verða viðgjørd í tí statinum á sama hátt og koma undir somu treytir og avmarkingar sum gjøld í eina eftirlønarskipan, sum er skattliga viðurkend í hesum statinum, treytað av, at
a) persónurin ikki hevði heimstað í hesum statinum og var luttakari í eftirlønarskipanini, beint áðrenn hann fór at inna persónligt arbeiði í hesum statinum, og
b) eftirlønarskipanin verður viðurkend av málsráðandi myndugleikanum í tí statinum sum verandi yvirskipað í mun til eftirlønarskipanir, ið eru skattliga viðurkendar í hesum statinum.

Grein 29
Sendiráðharrar og ráðgevandi tænastumenn
1. Hesin sáttmálin viðvíkur ikki teimum sendiráðharra- og ráðgevarafyrimunum, sum verða veittir sambært vanligu reglunum í fólkarættinum ella sum fylgja av viðtøkum í serstøkum sáttmálum.

2. Í tann mun inntøka og fæ, orsakað av teimum sendiráðharra- ella ráðgevarafyrimunum, ið verða veittir einum persóni sambært vanligu reglunum í fólkarættinum ella sum fylgja av serstøkum altjóða avtalum, ikki verða skattað í móttøkustatinum, fær útsendarastaturin rættin at skatta.

3. Tá hesin sáttmálin verður nýttur skulu persónar, sum eru limir í einari av sendiráðharra ella ráðgevandi sendistovunum hjá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum í hinum sáttmálasamtykkjandi statinum ella í einum triðja stati, og eisini persónar, ið standa hesum naer, verða roknaðir at hava heimstað í útsendingarstatinum, um teir eru statsborgarar í útsendingarstatinum, og um teir har verða skattaðir av inntøku og faei á sama hátt sum persónar, ið hava heimstað í hesum statinum.

4. Hesin sáttmálin er ikki galdandi fyri altjóða felagsskapir, stovnar ella tænastumenn hjá hesum og heldur ikki fyri limir í ráðharrasendistovu- ella ráðgevaraumboðsstovu hjá einum triðja stati og somuleiðis ikki at hesum tættknýttar persónar, ið eru staddir í øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum, men sum í hvørgum sáttmálasamtykkjandi statinum inntøkuliga- ella ognarskattliga verða viðgjørdir sum við heimstaði har.

Grein 30
Øking av landaøki
1. Hesin sáttmálin kann annaðhvørt í síni heild ella við teimum neyðugu broytingunum víðkast til eitt og hvørt øki í Danmark, sum sambært grein 3, stykki 1 a) skilliga er hildið uttan fyri sáttmálan, og sum áleggur skattir av sama ella av rættiliga líkum slagi sum teir skattir, ið sáttmálin verður nýttur til. Ein tílík víðkan skal hava virknað frá teirri løtu og við teimum broytingum og undir teimum treytum, sum kundu verið ásettar og avtalaðar millum sáttmálasamtykkjandi statirnar í boðskrivum, ið skulu sendast ímillum gjøgnum sendiráðharrar.
2. Uttan so, at annað verður avtalað millum sáttmálasamtykkjandi statirnar, skal uppsøgn av sáttmálanum frá øðrum sáttmálasamtykkjandi statinum sambært grein 32 haraftrat føra við sær, at hildið verður uppat at nýta sáttmálan á einum og hvørjum øki, sum hann er vorðin víðkaður til sambært hesari greinini.


KAPITTUL VII
Endaviðtøkur

Grein 31
Ígildiskoma
1. Hesin sáttmáli kemur í gildi, tá ið tað við boðskrivaskifti verður váttað, at hvør av sáttmálasamtykkjandi statunum hevur gjøgnumført tær stjórnmálafyriskipanir, sum verða kravdar fyri ígildiskomu, og sáttmálin skal hereftir verða nýttur
a) til skattir, ið verða innkravdir við kelduna, av vinningsbýtum og rentum, sum falla til gjaldingar eftir tann 31. desember 1973;
b) til aðrar danskar skattir av inntøku og fæi, ið verða innkravdir fyri tíðina eftir tann 31. desember 1974;
c) til aðrar schweiziskar skattir av inntøku og fæi, ið verða innkravdir fyri tíðina eftir tann 31. desember 1974.

2. Við ígildiskomuni av hesari avtaluni heldur sáttmálin frá 14. januar 1957 millum Kongaríkið Danmark og Schweiziska Samveldið til at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi skattum av inntøku og fæi uppat at vera í gildi. Viðtøkurnar í honum kunnu ikki longur verða nýttar til skattir, sum hesin sáttmálin sambært stykki 1 verður nýttur til.

Grein 32
Uppsøgn
Hesin sáttmálin verður verandi í gildi, so leingi hann ikki er uppsagdur av øðrum sáttmálasamtykkjandi statunum. Hvør sáttmálasamtykkjandi statur sær kann siga sáttmálan upp gjøgnum sendiráðharrastovur undir kanning við einari freist uppá minst 6 mánaðir til uppsøgn við endan á einum álmanakkaári. Tá so er, verður sáttmálin seinastu ferð nýttur
a) til skattir, ið verða innkravdir við kelduna, av vinningsbýtum og rentum, sum falla til gjaldingar í tí álmanakkaári, har uppsøgnin við árslok hevur virknað.
b) til aðrar danskar skattir av inntøku og fæi, sum verða innkravdir fyri tað álmanakkaárið, har uppsøgnin við árslok hevur virknað;
c) til aðrar schweiziskar skattir av inntøku og fæi, sum verða innkravdir fyri tað álmanakkaárið, har uppsøgnin við árslok hevur virknað.

Skrivaður í Bern, tann 23. november 1973 í tveimum eintøkum, á donskum og týskum, soleiðis at báðir tekstir hava sama gildi.


Vegna Kongaríkið Danmark:
M. G. J. Melchior

Vegna Schweiziska Samveldið:
Pierre Graber