Skriva út

Kunngerð nr. 98 frá 3. november 2010

um gjøld til innkrevjing av falnari skuld til landskassan

Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan verður ásett:

§ 1. Fyri hvønn rykkjara fyri skatt, avgjøld, barnapening, rokningar o.l. skal rindast eitt gjald uppá 30,00 kr.

§ 2. Gjaldið eftir § 1 fær TAKS.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 15 frá 1. februar 1994.

Fíggjarmálaráðið, 3. november 2010

Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)