Skriva út

Kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015

um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya

Broytt við kunngerð nr. 103 frá 20. juli 2018

Við heimild í § 6, litra a og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll verður ásett:

§ 1. 1) Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

  1. Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol,
  2. heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
  3. í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
    a) øl ella
    b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol.

Stk. 2. 1) Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn:

  1. 10 litrar av øl ella cider,
  2. 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
  3. 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.

§ 2. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt:

  1. Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
  2. sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
  3. sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
  4. tubbak: í mesta lagi 250 gr.

§ 3. Ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt:

  1. Luktilsi: í mesta lagi 50. gr
  2. Rakivatn: í mesta lagi 25 cl.
  3. Sukurlátavørur: í mesta lagi 3 kg.
  4. Sodavatn: í mesta lagi 10 litrar.

Stk. 2. 1) Ferðandi kunnu umframt nevndu vørur flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr. u/mvg.

§ 4. 1) Vøra, ið hevur hægri virði enn 2.500 kr. u/mvg, kann ikki flytast inn tollfrítt og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.

§ 5. 1) Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki flytast inn partvíst av einum ella fleiri ferðandi tollfrítt og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr. u/mvg.

§ 6. Tollfríur og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyri nevndu vørum verður bara játtaður einum ferðandi eina ferð um samdøgrið.
Stk. 2. Treytin fyri tollfríum og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum.
Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri tollfríum og avgjaldsfríum innflutningi.
Stk. 4. Vørur, ið koma inn í landið sum ferðagóðs, og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda tollgjøld og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.

§ 7. 1) Ferðandi, ið taka við sær vørur umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr. u/mvg, hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.

§ 8. Tollvaldið hevur sambært §§ 29 og 30 í løgtingslógini rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.

§ 9. Ferðandi skulu sjálv steðga til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur tað, sum kravt verður til eftirlit, og hava skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.

§ 10. Tann, ið við tilætlan ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í §§ 1-9 í hesi kunngerð, verður revsaður við bót.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 29 frá 28. mars 2012 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 103 frá 20. juli 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 23. juli 2018)

Fíggjarmálaráðið, 2. juli 2015
Jørgen Niclasen (sign.),landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Útgivið: 3. juli 2015