Skriva út

Kunngerð nr. 37 frá 30. apríl 2012

um flytigóðs

Við heimild í §§6, litra b og 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Flytigóðs er undantikið tolli og avgjøldum treytað av, at eigarin veruliga flytur higar til tess at búsetast her í landinum og samstundis gevur upp bústaðin, hann hevur havt í útlandinum.
Stk. 2. Sum skjalprógv fyri at flutt er krevst ein flytiváttan frá bústaðarkommununi (fólkayvirlitinum), ið viðkomandi flytur til.
Stk. 3. Í samband við innflutning av flytigóðsi skal hann, ið flytur, útfylla og undirskriva eina flytigóðsváttan frá TAKS.

§ 2. Fyri at lutir kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, er tað ein treyt, at lutirnir eru ogn hjá honum sum flytur, at lutirnir eru brúktir av honum ella húski hansara, og at teir framvegis skulu brúkast av honum ella húski hansara.
Stk. 2. Lutirnir skulu hava verið ogn hjá honum sum flytur, ella húski hansara, í minsta lagi í 6 mánaðir, áðrenn flutt verður.

§ 3. Matvørur, tubbaksvørur og rúsdrekkavørur kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, sum flytigóðs.

§ 4. Brúkt motorakfør, bátar og flogfør kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, treytað av, at nevndu før hava verið ogn hjá honum sum flytur, og verið endaliga skrásett í navni hansara í minsta lagi í 6 mánaðir í tí landi flutt verður úr, áðrenn innflutningsdagin, og at eigarin hevur havt fastan bústað har í minsta lagi í 1 ár.
Stk. 2. Við endaliga skráseting er at skilja, at øll innflutnings-, og umsetningsgjøld eru goldin í tí landinum, sum flutt verður úr.
Stk. 3. Hvør persónur hevur bert loyvi til at flyta inn sum flytigóðs, 1 av hvørjum av nevndu førum.

§ 5. Motorakfør, bátar og flogfør, ið verða flutt inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, skulu bert verða til egna nýtslu og eigarin skal hava fylt 18 ár.
Stk. 2. Um nevndu før skifta eigara innan 1 ár frá innflutningsdegnum, fyri motorakfør frá skrásetingardegnum her í landinun, koma førini undir toll og onnur avgjøld eftir vanligum innflutningsreglum. Avgjaldsskylduga virði er keypsprísurin í útlandinum. Hava nevndu før verið endaliga skrásett í útlandinum í minni enn 5 ár, verður avgjaldsskylduga virði niðurskrivað við 10% fyri hvørt ár, av keypsprísinum. Hava nevndu før verið skrásett í útlandinum í 5 ár ella meira, verður avgjaldsskylduga virði niðurskrivað til 50% av keypsprísinum.
Stk. 3. Samsvarðandi stk. 2 verður avgjaldsskylduga virði ásett og niðurskrivað fyri nevndu akfør, sum ikki lúka treytirnar í § 4.

§ 6. Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi fellur burtur 1 ár aftaná, at flutt er.

§ 7. Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir kap. 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.

§ 8. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lyst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 13 frá 27. februar 1996 um flytigóðs.

Fíggjarmálaráðið, 30. apríl 2012
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Suni Leo (sign.)