Skriva út

Kunngerð nr. 148 frá 18. desember 2015

um samskatting av feløgum

Við heimild í § 9, stk. 4 í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum broytt við løgtingslóg nr. 173 frá 30. desember 1997, verður ásett:

§ 1. Partafeløg, smápartafeløg og lutafeløg, sum eru skrásett í Føroyum, kunnu verða samskattað, um tey lúka treytirnar í hesi kunngerð.
Stk. 2. Fleiri lutafeløg kunnu tó ikki verða samskattað, men eitt lutafelag kann vera móðurfelag í einum samtaki undir samskatting.

§ 2. Øll feløgini, sum eru umfatað av samskattingini, skulu hava sama roknskaparár.

§ 3. Samskatting verður bara loyvd millum móður- og dótturfeløg, og er treytað av, at móðurfelagið, antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri av samskattaðu dótturfeløgunum, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum, sum samskattingin viðvíkur, og hevur átt hesar alt inntøkuárið hjá dótturfeløgunum.
Stk. 2. Sum móðurfelag í samskatting verður roknað ovasta móðurfelagið, sum luttekur í samskattingini.

§ 4. Umsókn um samskatting skal vera skrivlig og skal latast TAKS í seinasta lagi 1. juli árið eftir, at fyrsta árið, sum samskattingin viðvíkur, endar. Áðrenn umsóknin verður viðgjørd, skulu sjálvuppgávur og roknskapir hjá teimum feløgum, sum skulu vera við í samskattingini verða latnir TAKS.
Stk. 2. Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørji feløg skulu verða umfatað av samskattingini. Skulu onnur feløg vera við í samskattingina eftir at fyrsta inntøkuárið er endað, skal skrivlig umsókn latast TAKS um hetta í seinasta lagi 1. juli árið eftir inntøkuárið, sum samskattingin viðvíkur, endar.
Stk. 3. Um eitt felag fer úr samskattingini, skal móðurfelagið í samskattingini skrivliga boða TAKS frá hesum áðrenn freistin fyri rættstundis innlating av sjálvuppgávu, fyri inntøkuárið, sum serskattingin viðvíkur, gongur út.
Stk. 4. Endurnýggjan av loyvi til samskatting aftaná, at feløg eru farin úr samskattingini, verður ikki loyvd.

§ 5. Loyvi til samskatting verður ikki givið fyri feløg, sum eru undir avtøku.
Stk. 2. Um eitt felag, sum er við í samskattingini, verður avtikið, verður samskattingin slitin við atliti til hetta felagið frá tí inntøkuári at rokna, tá ið felagið fór undir avtøku.

§ 6. Samskattaðu feløgini skulu gera hvør sína sjálvstøðuga uppgerð av skattskyldugu inntøku teirra.
Stk. 2. Skattskylduga inntøkan hjá øllum feløgunum í samskattingini, uppgjørd eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni, verður tald saman í eina samskattingarinntøku. Uppgerðin av samskattingini skal gerast á serligum oyðiblað, sum er tøkt á heimasíðuni hjá TAKS. Samskattingarinntøkan verður uppgivin á sjálvuppgávuni hjá móðurfelagnum.
Stk. 3. Áðrenn samskattingarinntøkan verður uppgjørd,verða ónýtt hall frá tíðarskeiðum, áðrenn feløgini vórðu samskattað, mótroknað í egnum avlopi.
Stk. 4. Um feløg eftir hetta hava ónýtt hall frá tíðarskeiðum áðrenn samskatting, kunnu hesi hall mótroknast í egnari kapitalvinningsinntøku í árinum, eftir at ónýtt kapitalvinningshall frá eldri árum eru frádrigin í kapitalvinningsinntøkuni í árinum.
Stk. 5. Um feløg eftir hetta framvegis hava ónýtt hall frá tíðarskeiðum áðrenn samskatting, kunnu hesi hall førast fram til mótrokning í eftirfylgjandi inntøkuárum eftir stk. 3 og 4.
Stk. 6. Um feløg eftir hetta framhaldandi hava egin hall frá tíðarskeiðum undir samskatting, skulu hesi hall mótroknast í avlopi hjá tí einstaka felagnum.
Stk. 7. Um feløg eftir hetta hava hall í árinum, ella hava ónýtt hall frá tíðarskeiðum undir samskatting, skulu hesi hall mótroknast í egnari kapitalvinningsinntøku í árinum, eftir at ónýtt kapitalvinningshall frá eldri árum og ónýtt hall frá tíðarskeiðum áðrenn samskatting eru frádrigin í kapitalvinningsinntøkuni í árinum.
Stk. 8. Um tað eftir hetta eru feløg í samskattingini,ið hava avlop, og feløg, ið hava hall, herundir hall í árinum og ónýtt hall frá tíðarskeiðum í samskatting, skal samlaða hallið, í tann mun tað kann rúmast í samlaða avlopinum, deilast lutfalsliga millum feløgini, ið hava avlop.
Stk. 9. Um feløg eftir hetta hava hall í árinum ella hava ónýtt hall frá tíðarskeiðum undir samskatting,skulu hesi hall førast fram til mótrokning í eftirfylgjandi inntøkuárum eftir stk. 6, 7 og 8.
Stk. 10. Um eitt samskattað felag í einum ári fær neyðskuldarsemju ella skuldareftirgeving ella avtala verður gjørd um sjálvbodna skuldarsemju, verðuravmarking eftir reglunum í § 33, nr. 5, litra b í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt bert framd í felagsins egna halli. Um felagið framvegis hevur hall í árinum ella hevur hall frá tíðarskeiðum undir samskatting, kunnu hesi hall mótroknast í samskattingarinntøkuni eftir eftir stk. 6, 7 og 8.

§ 7. Um felag fer úr samskattingini, varðveitir tað egin ónýtt hall frá tíðarskeiðum áðrenn samskatting og egin ónýtt hall frá tíðarskeiðum undir samskatting.

§ 8. Skattakrøv og rentur verða kravd frá móðurfelagnum og møguligar afturgjaldingar verða goldnar móðurfelagnum, hóast krøvini stava frá roknskaparári, áðrenn samskattingin byrjaði.

§ 9. Dótturfeløg, sum nýta hall hjá móðurfelagnum ella nýta hall hjá øðrum dótturfeløgum, skulu átaka sær at gjalda eina upphædd til móðurfelagið, sum svarar til skattaprosentið, sambært § 5 í ásetingarlógini, av nýttu hallunum. Móðurfelagið skal átaka sær at gjalda upphædd til dótturfeløg, sum hava latið hall frá sær, sum svarar til skattaprosentið, sambært § 5 í ásetingarlógini, av nýttu hallunum hjá hesum feløgum. Dótturfeløg, hvørs inntøkuskattur verður goldin av móðurfelagnum, skulu átaka sær at gjalda eina upphædd aftur til móðurfelagið, sum svarar til inntøkuskattin, sum móðurfelagið rindar vegna dótturfeløgini. Gjøld, sum eru nevnd í 1., 2. og 3. pkt., skulu vera goldin ella skuldskrivað í seinasta lagi 1. oktober í árinum eftir inntøkuárið. Gjøld, sum eru nevnd í 1., 2. og 3. pkt., hava ongar skattligar avleiðingar fyri feløgini í samskattingini.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 104 frá 28. juni 2001 um samskatting av feløgum.

Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Útgivið: 23. desember 2015