Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting

Kapittul 1 4)
TAKS

§ 1. TAKS er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

§ 2. TAKS ger á hvørjum ári eina virkisætlan fyri stovnin.
Stk. 2. TAKS ger vegleiðingar viðvíkjandi skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini.
Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya skal góðkenna tær vegleiðingar, sum umrøddar eru í stk. 2.

§ 3. 6) Um TAKS heldur, at ein avgerð, sum er tikin av einari kommunalari skattakærunevnd, ikki er bein, kann TAKS við samtykki frá Toll- og Skattaráði Føroya innan 4 vikur eru lidnar frá tí, at TAKS fekk boð um avgerðina, leggja hana fyri Føroya Kærustovn.

§ 4. TAKS hevur skyldu at skipa fyri hóskandi eindum. Landsstýrismaðurin í skattamálum
skal góðkenna talið á eindum og ger av, hvar í landinum eindir skulu vera.

§ 5. TAKS er líkningarvaldið og tekur sær av allari skattaálíkning. Somuleiðis er TAKS tollog
avgjaldsvaldið.
Stk. 2. Um sjálvuppgávan, ognaruppgerðin o.tíl. eru latin inn til ásetta tíð, skal skattaálíkningin verða gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir, at inntøkuárið er úti.
Stk. 3. TAKS kann vegna kæru ella eftir nærri kanning av skattaálíkningini hjá einstøkum skattaborgarum taka hesa upp aftur eftir, at tíðarfreistin í stk. 2 er farin, og gera neyðugar broytingar í skattaálíkningini.
Stk. 4. Tá TAKS biður um tað, hevur ein kommuna skyldu til at geva TAKS allar upplýsingar viðvíkjandi einum skattaborgara, sum kunnu vera við til, at TAKS kann gera eina sanna og rætta skattaálíkning.

§ 6. Hevur TAKS ikki góðtikið sjálvuppgávuna hjá skattgjaldara, sum hann hevur latið inn rættstundis, skal TAKS boða skattgjaldaranum at koma á fund við umboð fyri TAKS, ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. Í hesum føri, og eisini tá ið rættstundis sjálvuppgáva ikki er latin inn, skal TAKS skrivliga gera skattgjaldaran kunnugan við broytingina av inntøku hansara, orsøkina til broytingina og vegleiðing um kærumøguleika.

§ 7. Verður skattaálíkningin vegna kæru ella við nærri kanning, sbr. § 5, stk. 3, tikin upp aftur til nærri viðgerðar av TAKS og møguliga broytt, skal verða givið skattgjaldara loyvi til skrivliga ella munnliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. Í hesum føri skal í fráboðanini til skattgjaldara verða givin grundgeving fyri broytingini og kæruvegleiðing.
Stk. 2. Reglurnar í §§ 6 og 7 eru ikki galdandi í teimum førum, har ein broyting verður gjørd eftir áheitan frá skattgjaldaranum sjálvum, og har hann fær fult viðhald. Skattgjaldarin skal tó altíð hava skrivlig boð um broytingina.

§ 8. Kæra um skattaálíkningina eftir reglunum í §§ 6 og 7 verður send kommunalu skattakærunevndini. Kæran skal vera skrivlig, og grundgeving fyri kæruni skal vera við, og skal hon vera móttikin, áðrenn 4 vikur eru farnar frá tí, skattgjaldari hevur fingið boð um skattaálíkningina, sum kært verður um.
Stk. 2. 6) Kæra um avgerðina hjá kommunalu skattakærunevndini ella bindandi svar eftir §§ 25c-25g verður sent Føroya Kærustovni, og skal slík kæra verða send inn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at skattgjaldari hevur fingið boð um avgerðina.

§ 9. Samstundis, sum sjálvuppgávan verður send skattgjaldarunum, fær eftirlit stovnsins ein navnalista yvir allar persónar, feløg o.s.fr., sum skulu setast í skatt í ymsu kommununum.
Stk. 2. Í serstaka deild á navnalistanum verða settir allir persónar, feløg, stovnar og deyðsbúgv, sum ikki eiga heima her á landi, men sum í kommunu hava tílíka inntøku, sum nevnd er í § 2 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

§ 10. TAKS sendir 2. yrkadag í november kommununum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
Stk. 2. Listin, ið umrøddur er í stk. 1, verður dagin eftir móttøku lagdur fram í kommununi til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvarnar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum vanligt er í kommununi. Á listanum skal verða sagt frá, at skattgjaldari hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá honum sjálvum ella øðrum skattaborgara er bein.
Stk. 3. Verður skattgjaldari, sum ikki stendur á navnalistanum, sambært avgerð frá hægri valdi skrivaður á listan og settur í skatt, skal TAKS heita á hann um at lata inn sjálvuppgávu innan hóskandi freist, sum TAKS setur. Hann verður so settur í skatt eftir somu reglum, sum galda fyri vanliga skattaálíkning, uttan tað, at freistin fyri at senda TAKS kæru um skattaásetingina er 14 dagar frá tí, at hann fekk at vita av henni.
Stk. 4. Skattalistin má ikki almannakunngerast á annan hátt, enn ásett er í stk. 2.

§ 11. Í seinasta lagi 1. november sendir TAKS kommunum upplýsingar um allar inntøkur og frádráttir frá árinum frammanundan hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi. Kommunurnar gera sínar viðmerkingar til álíkningina hjá TAKS.
Stk. 2. Tað áliggur TAKS at kanna viðmerkingarnar, sum kommunurnar gera, og boða kommununum frá úrslitinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta neyvari reglur um, hvørjar inntøku- og frádráttarupplýsingar skulu latast eftir stk. 1, nýtsluna av hesum, og at partar av hesum upplýsingum kunnu latast í árinum fyri 1. november.”

Kap. 2
4) (strikaður)

Kap. 3
Skipan og starv kommunalu skattakærunevndarinnar

§ 12 Landið verður býtt upp í 7 skattakæruøkir, sum velja hvør sína skattakærunevnd.
Stk. 2.Skattakæruøkini eru:

  1. Norðoya Øki.
  2. Eysturoyar Øki.
  3. Vága Øki.
  4. Tórshavnar Øki.
  5. N.Streymoyar Øki
  6. Sandoyar Øki.
  7. Suðuroyar Øki.

Landsstýrismaðurin í skattamálum ger av, hvørjar kommunur skulu hoyra til tey skattakæruøkir, sum tilskilað eru framman fyri.
Stk. 3. Kommunurnar í skattakæruøkinum velja limirnar í skattakærunevndina. Talið á nevndarlimum skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvørjar av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu verða innkallaðir, um tí fasta liminum berst frá.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger við kunngerð reglur um, hvussu valið av nevndarlimum skal fara fram, og hvussu kommunurnar skulu umboðast í skattakærunevndini.
Stk. 5. Limir og varalimir í skattakærunevndini verða valdir á fyrsta fundi aftan á nýval til bygdarráðið, og er valið galdandi fyri alt valskeið bygdarráðsins. Sigur limur seg úr nevndini, verður nýggjur valdur í hansara stað alt valskeiðið.
Stk. 6. Valbæri hava allir persónar búsitandi í Føroyum, sum lúka treytirnar um valbæri sambært løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur við seinni broytingum, og eru reglurnar í nevndu lóg um, nær ein hevur skyldu at taka við vali v.m., eisini galdandi í hesum føri.

§ 13. Skattakærunevndin skipar seg við formanni og næstformanni, og er hon viðtøkufør, tá ið minsta lagi helmingurin av limunum er á fundi, ella tiltakslimir teirra. Allar avgerðir skulu fyri at hava gildið verða samtyktar av minst helminginum av teimum, ið eru á fundi.
Stk. 2. Formaðurin ella í hansara stað næstformaðurin skal luttaka í øllum avgerðum. Um eitt uppskot fær líka nógvar atkvøður fyri sum ímóti, er atkvøða formansins ella í hansara stað næstformansins avgerðandi.
Stk. 3. Eingin limur má taka lut í viðgerð av kæru, tá hann er ógegnigur sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisiting.
Stk. 4. Limur skal sjálvur siga frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni eftir stk. 3. Um so er, og hinir limirnir góðkenna tað, skal hann fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt.

§ 14 Formaðurin fær samsýning, sum Landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur eftir tilmæli frá kommununum.
Stk. 2. Fyri luttøku á fundum í skattakærunevndini verður veitt fundarsamsýning, sum er hin sama sum í øðrum nevndum í bý/ bygdarráðum annars. Samsýningin verður ásett av landsstýrismanninum í skattamálum.
Stk. 3. 1) (Sett úr gildi)

§ 15. 1) 2) Tær kommunalu skattakærunevndirnar viðgera eftir reglunum í §§ 16-17 kærur um álíkningina frá borgarunum í tí øki, tær umfata. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger eina starvsskipan, sum skattakærunevndirnar skulu arbeiða eftir. Í hesu starvsskipan skal m.a. verða álagt kommununum at rinda skattakærunevndunum samsýning og veita teimum neyðuga skrivstovuhjálp og hóskandi hølisviðurskifti.
Stk. 2. 2) 4) TAKS hevur skyldu til at lata allar upplýsingar til skattakærunevndina um eitt mál, ið kært verður um. Nevndin kann eisini krevja TAKS eftir ummæli í málinum og skal annars royna at fáa til vega teir upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Skattakærunevndin kann biðja TAKS lata seg umboða á fundum í nevndini, tá hon hevur kærumál til viðgerðar.
Stk. 3. 2) 4) Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldarans, stendur tann meting við, ið TAKS hevur gjørt, uttan so at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at skattakærunevndin av tí verður før fyri sjálv at ætla um málið.
Stk. 4. Skattakærunevndin ger úrskurð um innkomnu kærurnar, og skal støðutakanin hjá nevndini verða grundgivin.
Stk. 5. 2) 4) 6) Úrskurður skattakærunevndarinnar kann kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eru farnar frá tí, at kærarin fekk kunnleika til úrskurð skattakærunevndarinnar. TAKS kann eisini kæra úrskurð skattakærunevndarinnar til Føroya Kærustovn. Hetta kann tó bert gerast við samtykki frá Toll- og Skattaráð Føroya.

§ 16. 4) Kæra til skattakærunevndina um álíkningina hjá TAKS verður send Skattakærunevndini í økinum, sum sendir kæruna við møguligari frágreiðing um málið, ið kært verður um, til TAKS, og krevur hana eftir áliti í málinum. Kæran til skattakærunevndina skal verða send skrivliga og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Hon skal verða latin inn áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí at skattakravið er fingið frá TAKS.

§ 17. Áðrenn skattakærunevndin tekur avgerð um kæruna, sum ikki til fulnar gevur kæraranum viðhald, skal nevndin gera eina frágreiðing um málið, sum skal taka tað við, sum hon heldur er avgerandi fyri støðutakanina í málinum. Frágreiðingin verður send kæraranum, sum verður biðin um at koma við viðmerkingum til frágreiðingina innan fyri eina freist, sum kærunevndin ásetir.
Stk. 2. Tá skattakærunevndin hevur í hyggju at taka eina avgerð, sum umrødd er í stk. 1, skal hon geva tí kærandi møguleika at siga fram sína áskoðan munnliga fyri nevndini.
Stk. 3. Skattakærunevndin ger úrskurð í málinum. Nevndin hevur heimild til at taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
Stk. 4. 2) 6) Eru meira enn 3 mánaðir lidnir síðani kæran varð latin inn til skattakærunevndina, kann kæra verða latin Føroya Kærustovni, sjálvt um skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð.

§ 18. Skattakærunevndin kann eftir áheitan frá kærara taka eitt mál upp aftur, um nevndin fær upplýsingar, sum hon ikki áður hevur havt undir viðgerðini av kæruni, og um mett verður, at hesir upplýsingar vildu ført til heilt annan úrskurð frá nevndini, um upplýsingarnir vóru tøkir, tá nevndin gjørdi sín úrskurð.
Stk. 2. Skattakærunevndin kann játta eini umsókn, um at taka eina kæru upp aftur, sjálvt um treytirnar í stk. 1 ikki eru loknar, um nevndin metir at serlig viðurskiftir gera seg galdandi.

Kap. 4
Toll- og Skattaráðið

§ 19. 4) Toll- og Skattaráð Føroya fastleggur tey stevnumið, sum TAKS skal arbeiða eftir á toll-, avgjalds- og skattaøkinum.
Stk. 2. Toll- og Skattaráðið er skipað av 5 limum og 5 varalimum, sum landsstýrismaðurin í skattamálum tilnevnir fyri 4 ár, og ger landsstýrismaðurin í skattamálum samstundis av, hvør skal vera formaður, og hvør skal taka sæti hansara, um honum berst frá. Ein av ráðslimunum skal vera roknskaparkønur, annar lógkønur, triði fastognar- og byggikønur og hinir báðir verða tilnevndir eftir tilmæli frá kommununum. Annar av Føroya Kommunufelag, og hin av kommununum sum ikki eru limir í felagnum. Sama er galdandi fyri varamenn.
Stk. 3. Somu reglur, sum eru galdandi um, hvør hevur skyldu at taka við í bý/bygdarráði og kommunalu skattakærunevndunum, er galdandi fyri limir Toll- og Skattaráðsins.
Stk. 4. Limirnir fáa samsýning, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur.
Stk 5. Til tess at veita Toll- og Skattaráðnum hjálp, tá biðið verður um tað viðvíkjandi serliga fløktum og truplum málum, kann landsstýrismaðurin í skattamálum skipa fyri serkønari hjálp. Hjálparmenn fáa løn, sum landsstýrismaðurin í skattamálum ásetur.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera reglur fyri virkið hjá Toll- og Skattaráðnum.

§ 20. 2) 4) Toll- og skattaráð Føroya hevur saman við TAKS eftirlit við skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini og ansar eftir, at farið verður fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvari við reglurnar í galdandi lóggávu. Toll- og skattaráðið kann eftir tilmæli frá TAKS geva vegleiðingar skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini viðvíkjandi. Í tann mun annað ikki er ásett í hesi lóg, kann Toll- og skattaráðið eftir tilmæli frá TAKS, bæði meðan líknað verður og seinni, áleggja líkningarvaldinum at álíkna skattin umaftur fyri einstakar skattgjaldarar ella allar og áleggja TAKS at broyta toll- og avgjaldsútrokningar, sum TAKS hevur gjørt.
Stk. 2. 2) 4) Um annað ikki er ásett í hesi lóg kann, Toll- og skattaráðið eftir tilmæli frá TAKS, bæði meðan líknað verður og seinni, áleggja TAKS at broyta skattsetingar, sum TAKS áður hevur gjørt. Toll- og skattaráðið kann eftir tilmæli frá TAKS biðja TAKS taka álíkningar, íroknað metingar og aðrar avgerðir, upp til nærri kanningar og gera broytingar í hesum. Somuleiðis kann Toll- og skattaráðið eftir tilmæli frá TAKS biðja TAKS taka toll- og avgjaldsavrokningar, sum TAKS áður hevur gjørt, upp til kanningar og gera broytingar í hesum.
Stk. 3. 2) (Strikað)

§ 21. 2) 4) 6) Øll tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur sett í skatt, broytt skattaálíkningina hjá, álagt toll- og avgjald ella givið bindandi svar eftir §§ 25 c-25 g, kunnu kæra avgerðirnar til Føroya Kærustovn. Slíkar kærur skulu verða sendar skrivliga innan 4 vikur eftir tað, at tey hava fingið boð um avgerð Toll- og skattaráðsins.

Kap. 5 2) 6)
Kæra til Føroya Kærustovn

§ 22. 6) Føroya Kærustovnur viðger tollkærur, skattakærur og avgjaldskærur.

§ 23. 6) Somu reglur, um hvør kann taka lut í kæruviðgerð sambært § 13, stk. 3 eru eisini galdandi fyri serkønar ráðgevar í tollkærum, skattakærum og avgjaldskærum hjá Føroya Kærustovni.

§ 24. 6) Føroya Kærustovnur ger úrskurð um kærur um tær avgerðir, TAKS, kommunalu skattakærunevndirnar, ella Toll- og skattaráðið hava tikið.
Stk. 2. Kærandi kann sjálvur senda inn kæruna. Kæra um skattseting kann ikki skjótast inn fyri Føroya Kærustovn, um kærandi ikki í rættari tíð hevur sent kæru til kommunalu skattakærunevndina. Hetta er tó ikki galdandi, um kærandi heldur fast um, at hann ikki er skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina. Kæra skal vera send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at kærandi fekk boð um avgerðina.
Stk. 3. Er kæra ov seint inn latin, ella eru treytirnar fyri at gera úrskurð um hana eftir tí, ið framman fyri er ásett, annars ikki til, verður hon ikki viðgjørd. Tó kann Føroya Kærustovnur taka kærur til viðgerðar í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 2, og tá tað verður mett, at fullgóð forføll eru, tó at tær vanligu treytir fyri hesum eru ikki uppfyltar.

§ 25. 6) Kæra til Føroya Kærustovn skal verða send skrivliga og styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi biður um tað, skal hann ella umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína áskoðan munnliga fyri Føroya Kærustovni. Tá so er, skal TAKS hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða umboðað á fundinum.
Stk. 2.  Føroya Kærustovnur leitar sær ummæli frá TAKS um ta innkomnu kæruna. Áðrenn TAKS ger hetta, fær tað til vega upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Føroya Kærustovnur kann biðja TAKS lata seg umboða, tá Føroya Kærustovnur hevur kærumál til viðgerðar.
Stk. 3. Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldara, stendur tann meting við, ið TAKS ella Toll- og Skattaráðið, hevur gjørt uttan so, at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at Føroya Kærustovnur av tí verður førur fyri sjálvur at ætla um málið.
Stk. 4. Føroya Kærustovnur, sum ger úrskurð um tær innkomnu kærurnar, kann taka alla avgerðina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
S
tk. 5. Úrskurður hjá Føroya Kærustovni kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 3 mánaðir eru farnir.

Kap. 6 2)
Aðrar reglur

25 a. 2) 4) 5) TAKS og Toll- og skattaráðið kunnu ikki gera, broyta ella taka upp aftur skattaálíkningar seinni enn 1. mai, 1. juni ella 1. juli, alt eftir, nær sjálvuppgávan skal latast inn, 4. árið eftir, at inntøkuárið er lokið. Fyri mál fevnd av §§ 37 a, 37 b og 118 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt er talan um 6. árið. Er freistin fyri at lata sjálvuppgávu inn longd, sbrt. § 105 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður fyrningarfreistin tó roknað frá tí degi, freistin at lata inn er longd til.
Stk. 2. 5) Ynskir skattgjaldarin, at skattaálíkningin verður broytt, skal hesin seinast 3 ár eftir, at inntøkuárið er lokið, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva broytingina. Fyri mál fevnd av §§ 37 a, 37 b og 118 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu hesar nýggju upplýsingar verða lagdar fram seinast 5 ár eftir, at inntøkuárið er lokið.

25 b. 2) Ásetingin í § 25a er ikki galdandi í niðanfyri nevndu førum:

1)   Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at grundarlagið fyri uppgerðini av tí skattskyldugu inntøkuni er broytt eftir, at inntøkuárið er úti.
2)   Um skattaálíkningin er ein avleiðing av einari skattaálíkning hjá tí skattskylduga fyri eitt annað inntøkuár.
3) 5)  Um skattaálíkningin er ein avleiðing av einari skattaálíkning hjá hjúnafelaga, sum hin skattskyldugi var sambúgvandi við, tá inntøkuárið var úti, sbr. § 4 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, viðvíkjandi tí sama ella øðrum inntøkuári.
4) 4)  § 25 a er ikki galdandi fyri TAKS, um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at hin skattskyldugi ella annar hansara vegna við vilja ella av stórum ósketni hevur verið atvold til, at skattamyndugleikarnir hava gjørt eina skattaálíkning á einum skeivum ella ófullfíggjaðum grundarlagi.
5)   Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at higartil fylgd siðvenja er endaliga kolldømd av Skatta- og avgjaldskærunevndini ella dómstólunum. Í slíkum føri kann skattaálíkningin takast uppaftur frá og við tí inntøkuári, sum varð roynt í tí fyrsta málinum, sum førdi til kolldømingina.
6) 4) Um skattaálíkningin er ein avleiðing av, at TAKS ella Toll- og skattaráð Føroya hava nýtt tær heimildirnar, ið nevndar eru í § 3 og § 20, til at broyta skattaálíkningina hjá einari økisskrivstovu.
Stk. 2.Ein skattaálíkning kann einans gerast eftir stk. 1, nr. 1-6, um hon hevur við sær eina inntøkubroyting upp á kr. 5.000 ella meira.
Stk.3. Ein skattaálíkning kann einans gerast eftir stk. 1, nr. 1-6, um myndugleikin hevur fráboðað, ella skattgjaldarin hevur sett fram áheitan um uppafturtøku innan rímiliga tíð eftir, at myndugleikin ávikavist skattgjaldarin hevur fingið kunnleika til tey viðurskifti, sum grundgeva fráboðanina ella áheitanina.

Kapittul 6 a 4)
Bindandi svar

§ 25 c. Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um, hvørjar skattligu avleiðingarnar fyri spyrjaran eru av eini gerð, tá TAKS hevur heimild at taka avgerð í málinum, sbr. tó stk. 3. Spurningurin kann viðvíkja gerðum, sum spyrjarin hevur framt ella ætlar sær at fremja.
Stk. 2. Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um skattligu avleiðingarnar fyri onnur enn spyrjaran av eini gerð, sum spyrjarin ætlar at fremja, tá TAKS hevur heimild at taka avgerð í málinum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Bindandi svar verður ikki latið, um spurningurin viðvíkur skattligu avleiðingunum av tolllóggávuni. Bindandi svar verður heldur ikki latið, tá spurningurin viðvíkur loyvi ella undantaksloyvi viðvíkjandi ætlaðari gerð.
Stk. 4. TAKS skal leggja eina umbøn um bindandi svar fyri Toll- og skattaráðið til avgerðar í hesum førum:

  1. Svarið kann fáa avleiðingar fyri fleiri skattgjaldarar.
  2. Svarið snýr seg um stór fíggjarlig virði.
  3. Svarið viðvíkur tulking av nýggjari lóggávu.
  4. Almenningurin hevur ella væntast at fáa stóran áhuga fyri málinum.

§ 25 d. Í hesum førum kann bindandi svar um áseting av skatti einans verða givið, um fleiri
biðja um svarið:

  1. Tá ið biðið verður um bindandi svar um áseting av skatti av gávu, skulu bæði gávugevari og gávumóttakari biðja um svarið.
  2. Tá ið biðið verður um bindandi svar um áseting av skatti, og viðurskiftini eru fevnd av § 37 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella um viðurskiftini millum høvuðspartaeigara og eitt felag, sum hesin hevur tamarhald á, skulu allir partar biðja um svarið. Tá ið avgjørt verður, um talan er um høvuðspartaeigara, verður lýsingin í § 13, stk. 3 í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi nýtt.

§ 25 e. Samstundis, sum umbøn um bindandi svar verður latin TAKS, skal gjald rindast.
Stk. 2. Gjaldið verður ásett soleiðis:

  1. kr. 2.100 fyri umbøn um bindandi svar sbrt. § 25 c, stk. 1.
  2. kr. 10.500 fyri umbøn um bindandi svarsbrt. § 25 c, stk. 2.
  3. kr. 350 fyri hvønn byrjaðan arbeiðstíma oman fyri 40 tímar, sum ískoyti til gjaldið í nr. 1 og 2.

Stk. 3. Gjaldið verður endurgoldið, um umbønin verður avvíst.

§ 25 f. Ein umbøn um bindandi svar skal vera skrivlig og skal fevna um allar tær upplýsingar, sum eru av týdningi fyri svarið, og sum eru tøkar hjá spyrjaranum. Meta TAKS ella Toll- og skattaráðið, at spurningurin ikki er nóg væl lýstur, kann spyrjarin verða biðin um fleiri upplýsingar ella skjalprógv. Eftirlíkar spyrjarin ikki hesari umbøn áðrenn rímiliga freist, kann spurningurin verða avvístur, ella svarið avmarkað til tey viðurskifti, sum metast at vera nóg væl lýst.
Stk. 2. TAKS og Toll- og skattaráðið kunnu nokta at veita bindandi svar, um spurningurin ikki kann verða svaraður við neyðugari vissu, ella onnur atlit tala ímóti bindandi svari.
Stk. 3. Ein avgerð eftir stk. 1 ella 2 kann ikki kærast fyrisitingarliga.

§ 25 g. Eitt bindandi svar sbrt. hesi løgtingslóg er bindandi fyri TAKS í 5 ár, roknað frá móttøku spyrjarans av svarinum. Svarið er bindandi fyri tey viðurskifti, sum spyrjarin lýsir í spurninginum. Viðvíkur svarið avgjøldum, verða tey 5 árini roknað frá byrjanini av tí avgjaldstíðarskeiði, tá spyrjarin fær svarið. Í svarinum kann tó verða nágreinað, at svarið er bindandi í styttri tíðarskeið. Avmarkingin av bindingartíðarskeiðinum er ikki galdandi, tá bindandi svarið tekur støðu til skattliga virknaðin av seinni umstøðum, sum eru endaliga ásettar í umbønini.
Stk. 2. Eitt svar er ikki bindandi, um so er, at umstøðurnar, sum eru grundarlag undir svarinum, eru fyri broytingum.
Stk. 3. Eitt svar, sum viðvíkur tulking av tvískattasáttmála, er ikki bindandi, um útlendskir skattamyndugleikar gera eina øðrvísi meting av spurninginum.
Stk. 4. Ein avgerð, sum verður tikin sbrt. § 245 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, er bindandi fyri TAKS og Toll- og skattaráðið í sambandi við viðgerðina av spurninginum.

Lógarbroytingar og ígildiskomur
1) Broytt við ll. nr. 147 frá 14.12.2001Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2002.
2) Broytt við ll. nr. 100 frá 20.12.2002, har § 7 er soljóðandi: Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-20 eru galdandi frá 1. januar 2003, meðan § 1, nr. 21 er galdandi fyri álíkning av inntøkuárinum 2003 og eftirfylgjandi árum.
3) Broytt við ll. nr. 15 frá 04.03.2005Henda løgtingslóg kemur í gildi 10.03.2005.
4) Broytt við ll. nr. 31 frá 30.04.2015, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015. (Útgivið 08.05.15)
5) Broytt við ll. nr. 193 frá 21.12.2018, har § 2 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. (Útgivið 28.12.2018)
6) Broytt við ll. nr. 159 frá 10.12.2021, har § 43 er soljóðandi: Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. (Útgivið: 13.12.2021)
  • Upprunalógir
  • Vegleiðingar
  • Úrskurðir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at