Skriva út

Rundskriv nr. 1 frá 29. oktober 2012

um fyribils uppihald av stuttleikabáti í Føroyum

Ferðandi, sum kemur til Føroya við sínum egna stuttleikabáti, kann uttan at gjalda innflutningsavgjald, hava bátin í Føroyum í mesta lagi í 3 mánaðir í einum 12 mánaða tíðarskeiði.

Treytin er, at báturin skal verða til persónliga nýtslu hjá eigaranum sjálvum og ikki brúkast av persónum, sum eru fastbúgvandi í Føroyum.

TAKS kann undir serligum umstøðum, eftir umsókn, loyva eigaranum, at lata bátin verða eftir í Føroyum í upp til eitt ár aftaná, at hann er komin til Føroyar.

Bátur, ið fær loyvi at verða her, skal ikki brúkast av øðrum persónum enn eigaranum ella av persónum, sum eru fastbúgvandi her í landinum. Tað, sum hoyrir til bátin, tá hann kemur, skal verða í bátinum, í meðan hann er í Føroyum.

Brot á hesa reglu hevur við sær, at báturin kemur undir avgjald eftir vanligum reglum um innflutningsavgjald.

Rundskrivið kemur í gildi 1. november 2012

TAKS
Argir, 19. august 2016


Eyðun Mørkøre, stjóri

Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingar

Snarslóðir