Lurta

Roknskapur

Skalt tú lata inn roknskap fyri 2025?

Her fært tú vegleiðing.

Hvat er ein roknskapur, og hvør skal lata roknskap inn?

Ein roknskapur er eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur hjá einum virksemi. Hann vísir, hvussu fíggjarliga støðan er, og um virksemið gevur vinning ella tap.

Lata inn roknskap skal tann, sum:

  • leigar út við roknskapi, ella sum
  • er sjálvstøðugt vinnurekandi

Hoyrir tú ikki til ein av hesum bólkum, skalt tú ikki lata inn roknskap.

Innlatingarfreistin er 4. mai 2026

Lat rætt og rættstundis inn

Tað kann geva sekt og meirskatt, um tú letur inn ov seint ella ikki tekur alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.

Tú kanst søkja um longda innlatingarfreist

Tað skal vera ein serlig orsøk, eitt nú sjúka, og tú mást ikki skylda aðrar roknskapir. Send eina skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Roknskapurin skal latast inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni

Soleiðis gert tú

  • Rita inn á Borgaragluggan
  • Vel Sjálvuppgávan > Fyll út sjálvuppgávu > B-inntøkur
  • Full út viðkomandi teig og viðfest roknskapin. Hevur tú ongan bókhaldara at gera roknskapin fyri teg, kanst tú brúka ein roknskaparleist hjá TAKS. Leinkið til leistin kemur fram við teigin, har úrslitið av roknskapinum skal skrivast.
  • Lat inn

Seks roknskaparleistir eru

Fýra eru fyri ávikavist húsaleigu, hýruvogn, landbúnað og útróður og tveir eru fyri aðrar vinnugreinar: annar er uttan løn og avskriving, hin er við løn og/ella avskriving.

Niðanfyri eru leinki til video, sum vísa, hvussu tveir av leistunum verða útfyltir. Hinir leistirnir verða útfyltir á sama hátt.

Ber av serligum ávum ikki til at nýta leistirnar á Borgaraglugganum, kunnu teir heintast her á síðuni undir oyðubløðum. Fyll út og lat inn á Borgaraglugganum.

Bókhaldskrøv

Skráseting og frágreiðing

  • Allar skrásetingar skulu kunna rekjast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tølini í skattauppgerðini skulu kunna býtast sundur í tey tøl, tey eru samansett av.

Inntøka, kostnaður og tap

  • Nettosølan skal vísast fyri seg. Hon skal gerast upp við atliti at tilgóðahavandi frá sølu av vørum og tænastum við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og aðrir kostnaðir skulu upplýsast hvør sær eftir slagi.
  • Eru útreiðslur brúktar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu tær vísast hvør sær undir hvørjum kostnaðarslagi.
  • Avskrivingar, sum koma av staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast hvør sær.

Støðisfæ og avskrivingar

  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal býtast sundur, so greitt sæst, hvat avskrivingargrundarlagið er.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum og býtast sundur eftir slagnum av støðisfæi.
  • Fyri bygningar og annað, sum verður avskrivað, skal upplýsast, nær tað er keypt, og hvat kostnaðurin var.

Fíggjarstøða

  • Roknskapurin skal hava eina fíggjarstøðu, sum vísir ogn og skuld við ársenda.
Skattur av inntøku frá ikki-vinnuligum virksemi

Inntøka frá ikki-vinnuligum virksemi verður skattað sum nettoinntøka. Tað merkir, at tú bara kanst draga útreiðslur frá upp til somu upphædd, sum tú hevur forvunnið sama ár. Í skattligum høpi kann úrslitið tí í mesta lagi vera null.

Hevur tú tap, kanst tú ikki draga tað frá aðrari inntøku, og tú kanst ikki flyta tað fram til komandi ár.

Skal onkur orðna roknskapin fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum ella við brævi.

Á Borgaraglugganum

Freistin er 4. mai 2026.

Við brævi

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Spurningar?

Um tú ivast í roknskapinum, kanst tú altíð fáa svar.

Spyr ein bókhaldara ella grannskoðara

Teir vita best um roknskap.

Hygg í vegleiðingina at geva upp skatt

Spyr kundatænastu okkara

  • Ring 35 26 00, skriva til taks@taks.fo ella kom inn á gólvið á Smyrilsvegi 20 í Havn. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 12.

Tú kanst eisini

  • bíleggja eitt svar og fáa okkum at ringja teg upp aftur,
  • spyrja Eyðei, kjattbottin hjá TAKS. Klikk á hana niðast til høgru á síðuni. Gev gætur, at svarini hjá Eyðei eru vegleiðandi. Spyr kundatænastuna, um tú ivast.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.