Skriva út

Fríhandilssáttmálar

Føroyar hava síðan 1991 havt fríhandilssáttmálar við onnur lond. Í løtuni hava vit fríhandilssáttmálar við øll ES-lond, umframft við EFTA-londini Ísland, Noreg og Sveis og við Turkaland, í alt 32 lond.

Fyrsti fríhandilssáttmálin í 1991

Fyrsti fríhandilssáttmálin millum Føroya og EF varð undirskrivaður 2. desember 1991. Undan fyrsta formliga fríhandilssáttmálanum varð handil millum Føroyar og EF skipaður eftir einari fyribils skipan frá 1974. Skipanin, sum varð grundað á eina ráðsreglugerð um, hvussu føroysk vøra, sum kom inn í EF, skuldi tollviðgerast, var eitt framhald av tí siðvenju, sum loyvdi føroyskari vøru inn í Danmark uttan at verða tollað treytað av, at vøran ikki varð send víðari til onnur EF lond. Somuleiðis varðveittu nakrar føroyskar fiskavørur, sum fyri 1973 høvdu verið útfluttar tollfrítt, støðu sína í Stórabretlandi. Sambært fyribils skipanini frá 1974 fekk eitt lítið úrval av fiskavørum toll-forrættindi. Í flestu av hesum førum varð tollgjaldið minkað niður í 20% av vanliga tollinum. Á ídnaðarvørum var tollurin umsíður settur á null. Tá ið nøkur fiskasløg av minni týdningi ikki verða tikin við, var fullur tollur á øllum sløgum av feskum, frystum ella royktum og saltaðum fiski, sum ikki var toskur.

Við fríhandilssáttmálanum frá 1991 fingu føroyskar vørur, sum komu inn í Danmark, ikki serviðferð longur. Tollfríi handilin við ídnaðarvørum helt fram. Karmarnir um tær fiskavørur, sum sluppu inn í EF við ongum tolli, vórðu víðkaðir. Í stuttum sluppu allar fiskavørur, sum higartil høvdu verið útfluttar til EF, Danmark íroknað, inn á EF marknaðin tollfríar. Hesar vørur vórðu settar í ein positivlista. Harafturat varð tollfría atgongdin á nógvum økjum avmarkað við tollkvotum (har ið vanligi tollurin aftur varð nýttur, tá ið kvotan var uppbrúkt) og tolllofti (har ið vanligi tollurin aftur varð nýttur, táið komið var til loftið). Aðrar fiskavørur kundu framvegis koma undir ”hagfrøðiligt eftirlit”. Eingi av tollloftunum høvdu kortini nakrantíð við sær, at tollur aftur varð nýttur.

Í árunum eftir 1992 vórðu nakrar av tollkvotunum uppbrúktar. Positivlistin hevði við sær, at søgulig handilsmynstur vórðu varðveitt. Ætlanin var, at liðiligleikin í sambandi við nýggjar framleiðslur skuldi tryggjast við fleiri menningarásetingum.Men í verki hevur gingið striltið at leggja nýggjar vørur aftur at positivlistanum ella at økja um verandi tollkvotur, svarandi til broytingar í útboði. Føroyar hava skotið upp at broyta positivlistan til ein negativlista.

Ein felagsnevnd hevur eftirlit við, hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Henda nevnd hittist eina ferð um árið at skifta orð um, hvussu sáttmálin virkar, og um onnur mál, sum hava samband við hann. Síðan fyrsti formligi fríhandilssáttmálin millum Føroyar og EF varð undirskrivaður, er handil við fiskavørum øktur partanna millum, bæði av tí at tollfría atgongdin er økt, og tí lutfalsligur stígur er komin í eftirspurningin eftir føroyskum fiskavørum á øðrum marknaðum.

Dagførdur sáttmáli í 1997

Fríhandilssáttmálin, ið er galdandi í løtuni, varð undirskrivaður 6. desember 1996 í Brússel og kom í gildi 1. januar 1997. Hesin fríhandilssáttmáli varð seinast broyttur 5. november 2008. Sáttmálin frá 1997 verður sum heild mettur at hava bøtt um treytirnar fyri føroyskum handli við ES. Eftir at samráðst hevði verið við ES í 1998, vóru fleiri broytingar gjørdar í handilsviðurskiftum
Føroyar og ES millum, sum høvdu við sær, at í dag er at kalla frítt hjá føroyingum at handla við næstan øllum vørum, sum fríhandilssáttmálin fevnir um. Sostatt kunnu føroyskir fiskaútflytarar útflyta vørur, sum sáttmálin fevnir um, at kalla tollfrítt inn á ES-marknaðin. Men sáttmálin er meiri avmarkandi fyri virkaðar og lidnar fiskavørur.

Kumuleringssáttmálin: At skifta upprunaland á vørum

1. desember í 2005 gjørdust Føroyar partur av Kumuleringssáttmálanum, eisini kallað Pan Euro Med-skipanin, har ein meginregla er, at vøra kann skifta upprunaland millum londini, sum eru við í sáttmálanum. Føroyar kunnu eitt nú keypa rávøru úr einum landi, tilvirka vøruna og síðan útflyta hana aftur sum føroyska. Treytin er, at vit hava skapt størsta virðisvøksturin av tí lidnu vøruni, og at við hava fríhandilssáttmála við viðkomandi land.

Klikk á Kumuleringssáttmálan undir snarslóðum og les meira um møguleikarnar við hesi skipan.

Hvørji lond hava Føroyar fríhandilssáttmála við?

Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland og Ungarn.