Lesandi, sum hava inntøku umframt lestrarstuðul, skulu rinda til eftirløn av hesi inntøku. Lestrarstuðulin sjálvur er ikki fevndur av kravinum um eftirløn.
Inntøkurnar umframt lestrarstuðulinum eru vanliga smáar. Tí er ásett, at er eftirlønarupphæddin fyri eina lønarflyting minni enn 30 krónur, skal einki rindast til eftirløn ta flytingina.