Almenn gjøld
Umframt skatt rindar tú eisini almenn gjøld, áðrenn tú fært løn, veiting ella stuðul á kontu. Her sært tú gjøldini og upphæddirnar. Les meira um gjøldini undir leinkjum.
| Gjald | Upphædd |
| Heilsutrygd | 175 kr./mðn. + 0,7%* |
| Barsilsskipan | 0,86% |
| Kringvarp | 24-66 ár: 176 kr./mðn., 67+: 72 kr./mðn.** |
| Arbeiðsloysisskipan (ALS) | 0,6% |
| Arbeiðsmarknaðareftirløn | 3,0% |
| Kravd eftirløn | 12% |
*) Prosenttøl í talvuni eru prosent av skattskyldigu inntøku tíni.
**) Ovara aldursmark í sambandi við kringvarpsgjaldið fylgir fólkapensjónsaldrinum.