Skattur og almenn gjøld eftir starvsbólkum
Yvirlit yvir tað, sum vit rinda í skatti og almennum gjøldum – alt eftir, um vit eru løntakarar ella arbeiðsgevarar, hava fulla ella avmarkaða skattskyldu, arbeiða á landi ella sjógvi, í Føroyum ella uttanlands.
Styttingar: ALS = arbeiðsloysisskipanargjald. AM = arbeiðsmarknaðareftirlønargjald. BAS = barsilsskipanargjald.
| Full skattskylda | Avmarkað skattskylda, bert A-inntøku  | Arbeiðsgevari | |
| Arbeiðir á landi | Vanlig skatting av 100% av inntøkuni.  | Skal skattast við 42% av 100% av inntøkuni.  | Skal gjalda ALS, AM og BAS.  | 
Arbeiðir á føroyskum farma-/ferðaskipi  | Vanlig skatting av 100% av inntøkuni.  | Skal skattast við 42% av 100% av inntøkuni.  | Skal gjalda ALS, AM og BAS.  | 
Arbeiðir á útl. farma-/ferðaskipi o.tíl. fyri føroyskan arbeiðsgevara (sí § 25b í skattalógini), sum ikki eru FAS ella bare-boat  | Skal skattast við 35% av 100% av inntøkuni eftir § 33, 13-frádrátt.  | Skal gjalda AM og BAS.   | |
Arbeiðir á útlendskum farma-/ferðaskipi o.tíl. fyri útlendskan arbeiðsgevara (sí § 25b í skattalógini), sum ikki eru FAS ella bare-boat  | Skal skattast við 35% av 100% av inntøkuni eftir § 33, 13-frádrátt.  | ||
| Arbeiðir á føroyskum fiskiskipi | Vanlig skatting av 100% av inntøkuni eftir sjóinntøkufrádrátt.  | Norðurlond: Skal ikki skattast í Føroyum men í heimlandinum. Onnur lond: Skal skattast við 42% av 100% av inntøkuni.  | Skal gjalda ALS, AM og BAS.  | 
| Arbeiðir á FAS-skipi | Skal skattast við 35% av 100% av inntøkuni.  | Skal skattast við 35% av 100% av inntøkuni. Skal gjalda ALS.   | Skal ikki gjalda AM og BAS av løn til útlendingar.  | 
| Arbeiðir á bare boat-skipi | Skattast við 35% av 100% av inntøkuni.  | Skal skattast við 35% av 100% av inntøkuni.  | Skal ikki gjalda AM og BAS av løn til útlendingar.  | 
| Meira at vita um gjøldini? | 
| Sí snarslóðir. |