Lurta

Mvg á gulli og silvuri

Gert tú íløgur við at keypa gull og silvur úr útlondum, skalt tú rinda meirvirðisgjald av vøruni, tá hon kemur til Føroya. Tað er 25% av keypsprísi, frakt og trygging.

Reglan fevnir um alt metal

Umframt gull og silvur fevnir reglan eisini um platin, palladium og annað metal. Hon fevnir eisini um allar formar av metalinum, til dømis barrir, myntir, granulat, prýði, smúkkur, búnýti og annað.

Undantøk

Tað eru tvey undantøk frá regluni.

  • Tjóðbankamyntir
    Tú skalt ikki rinda mvg, um talan er um myntir, sum eru útgivnir av tjóðbanka.
  • Smákeyp
    Tú skalt ikki rinda mvg, um samlaði kostnaðurin av at keypa og fáa vøruna til Føroya er 300 krónur ella minni.

Undantøkini standa í § 12, litra q, í mvg-lógini og § 6, litra h, í tolllógini.

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.