Lurta

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at brúka tín Borgaraglugga.

Tú kanst geva fulltrúina á Borgaraglugganum og við brævi

Á Borgaraglugganum

Freistin er 4. mai 2026.

Við brævi

Freistin er 24. apríl. 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.

Hvat er ein fulltrú, og hvussu virkar hon?

Ein fulltrú er eitt loyvi, sum tú gevur einum øðrum persóni til at umboða teg í eini ávísari støðu. Í hesum føri gevur tú viðkomandi loyvi til at brúka tín Borgaraglugga at fylla út sjálvuppgávuna hjá tær og lata hana inn fyri teg.

Fulltrúin merkir, at tann, tú gevur hana til, fær atgongd til tína Borgaraglugga og kann síggja somu upplýsingar sum tú og gera tað sama, sum tú kanst.

Tú kanst velja, um fulltrúin skal galda í eitt, tvey ella trý ár.

Fortel meira um Borgaragluggan

Hey, eg eiti Eyð Eið og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.