Skriva út

At keypa á netinum

Tá man keypir á netinum úr útlondum, rindar man onkuntíð bara frakt og faktura, aðrar tíðir eisini toll, mvg og punktgjøld. Her sært tú, nær man rindar hvat, og hvussu alt verður roknað. Tú sært eisini, hvat tú ikki kanst innflyta uttan við loyvi, og hvat tú ikki kanst innflyta yvirhøvur.

Niðast eru orðafrágreiðingar.

Vanlig vøra

300 krónu-reglan

Vøra, sum kostar 300 krónur ella minni at keypa á netinum úr útlondum, íroknað frakt og møguliga trygging, er frítikin fyri øll onnur gjøld. Tú fært hana fyri tað, sum tú keypir hana fyri frá handlinum, pluss frakt og møguliga trygging. Hetta kalla vit tollvirðið á vøruni. 300 krónu-reglan er tó ikki galdandi fyri góðgæti, bakstur, mjólkarúrdrátt og fýrverk. Les meira um hesar vørur undir partinum um punktgjald.

Kostar vøra meira enn 300 krónur við frakt og trygging, verður hon tollað. Tað merkir, at tá koma í flestu førum 25% í mvg omaná. Harumframt koma avgreiðslugjøld hjá TAKS og flutningsfelagi. Alt eftir, hvat fyri vøru, ið talan er um, og í hvørjum landi, hon er framleidd, kanst tú eisini koma til at skula rinda toll og punktgjald.

Tollur

Vøra, sum er framleidd í londum, sum Føroyar hava fríhandilssáttmála við, er tollfrí. Tollur verður hinvegin altíð rindaður av vøru, sum er framleidd í londum, sum vit ikki hava fríhandilssáttmála við, t.d. Kina og USA. Henda toll kalla vit eisini GATT-toll. Tað ger tað sama, um tú bíleggur vøruna í t.d. einum donskum nethandli. Er hon framleidd í einum landi, sum vit ikki hava fríhandilssáttmála við, rindar tú toll. Landið, har vøran er framleidd, kalla vit upprunaland.

Gev gætur, at fyri at TAKS skal kunna síggja, um ein vøra er tollfrí ella ikki, skal handilin altíð upplýsa upprunalandið á fakturanum. Annars rindar tú toll, sjálvt um vøran kundi verið tollfrí.

Støddin á tollinum veldst um vøruslag. Á klæðum er hann altíð 10%. Á telduútgerð millum 2 og 6%. Hvussu nógvan toll, tú skalt rinda av einari vøru, kanst tú annars síggja í toll- og vøruskránni, ið vit hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja. Hana finnur tú undir snarslóðum. Hon kann vera eitt sindur ring at lesa, men tú kanst leita í henni við at trýsta á “Leita” í grøna bjálkanum ovast, tá ið tú kemur til skránna. Snýr tað seg til dømis um einar sandalur, skriva so sandalur í leitigluggan. Tú kanst eisini skriva sand ella sandal. Stjørnutekn, gásareygu og onnur slík tekn skulu ikki nýtast, einans bókstavir.

Føroyar hava fríhandilssáttmála við hesi lond:

Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland og Ungarn.

Er vøran, sum tú keypir, framleidd í einum av hesum londum, rindar tú ikki toll.

Punktgjald

Fyri summa vøru rindar tú punktgjald, eitt nú fyri góðgæti, bakstur og fýrverk. Punktgjaldið er ymiskt til støddar. Fyri góðgæti er tað vanliga 40% + 16 krónur pr. kilo. Fyri bakstur vanliga 13% + 14 krónur pr. kilo. Fyri fýrverk vanliga 100% + 0 krónur pr. kilo. (Les meira um fýrverk undir partinum um vøru, ið tú ikki kanst innflyta uttan við loyvi).

Punktgjald verður roknað av tollvirðinum, og rindar tú toll av vøruni, verður punktgjald roknað av teirri upphæddini eisini. Yvirlit yvir ymisku punktgjøldini finnur tú í avgjaldslógini. Finn hana undir snarslóðum og blaða niður til frumskjal 1, beint eftir § 8.

Mvg

Er tollvirðið á vøruni meira enn 300 krónur, verður mvg á 25% altíð lagt omaná, tó ikki á ávísar bøkur og brosjurur. Í kapitli 49.01 í toll- og vøruskránni sært tú, hvørjar vørur, ið talan er um. Tú finnut toll- og vøruskránna undir snarslóðum.

Mvg verður roknað av tollvirðinum, og rindar tú toll og/ella punktgjald av vøruni, verður mvg roknað av hesum eisini.

Avgreiðslugjald

Avgreiðslugjaldið er upphæddin, sum TAKS tekur fyri at tolla ein pakka. Avgreiðslugjaldið er 30 krónur pr. pakka. Viðhvørt tolla flutningsfeløg eisini fyri privatpersónar, og tá kemur avgreiðslugjaldið hjá teimum afturat.

Fakturi skal altíð fylgja við vøruni

Keypir tú vøru á netinum, skal fakturi altíð fylgja við vøruni. Ger hann ikki tað, fært tú fráboðan um manglandi faktura, og TAKS heldur vøruni aftur, inntil vit hava móttikið fakturan. Tá ið ein fakturi manglar, ger avsendarin stundum ein proformafaktura, eisini kallað Commercial invoice, men hetta er ikki nóg mikið. Vøra verður afturhildin, til rætti fakturin er latin okkum.

Fyri at fáa fatur á einum manglandi faktura, skalt tú venda tær til handilin, ið tú hevur keypt vøruna frá. TAKS kann ikki hjálpa við hesum.

Tollingaráheitan og skjóttolling

Er tollvirðið á vøruni yvir 3.000 krónur, skalt tú altíð útfylla eina tollingaráheitan og lata hana til TAKS. Tú finnur tollingaráheitanina undir snarslóðum. Er tollvirðið 3.000 krónur ella minni, kanst tú skjóttolla vøruna. Tað merkir, at tá kanst tú leypa tollingaráheitanina um og í staðin rinda ein fastan toll á 10%. Hetta kann vera praktiskt, um tað hevur skund at fáa vøruna út.

Soleiðis rokna vit títt netkeyp

Dømi um netkeyp

Niðanfyri eru tvey dømi um einar buksur, sum verða keyptar á eBay. Buksurnar eru framleiddar í ávikavist Kina og Týsklandi. Fakturaprísur og frakt/trygging eru hugsað tøl. Vit síggja, at í dømi 1 er líkamikið, hvar buksurnar eru framleiddar, tí í báðum førum er tollvirðið 300 krónur, og eingi onnur gjøld koma afturat.

Buksur, dømi 1

Úr KinaÚr Týsklandi 
Fakturaprísur:250 kr.Fakturaprísur:250 kr.
Frakt og trygging: 50 kr.Frakt og trygging:50 kr.
Tollvirði:300 kr.Tollvirði:300 kr.
Kostnaður:300 kr.Kostnaður:300 kr.

Í dømi 2 er tollvirðið meira enn 300 krónur, og nú verður munur á prísinum. Tollur kemur á buksurnar úr Kina, tí vit hava ikki fríhandilssáttmála við landið. Tað hava vit við Týskland.

Buksur, dømi 2

Úr KinaÚr Týsklandi
Fakturaprísur:260 kr.Fakturaprísur: 260 kr.
Frakt og trygging:50 kr.Frakt og trygging:50 kr.
Tollvirði:310 kr.Tollvirði:310 kr.
Tollur, 10% av 310:31 kr.Tollur:0 kr.
Mvg, 25% av 341: 85 kr.Mvg, 25% av 310:78 kr.
Avgreiðslugjald, TAKS:30 kr.Avgreiðslugjald, TAKS:30 kr.
Kostnaður:*456 kr.Kostnaður:* 418 kr.


*) Harumframt kemur møguligt avgreiðslugjald hjá flutningsfelagi.

Annað dømi um netkeyp

Niðanfyri er annað dømi um vøru, sum verður keypt á eBay. Hesa ferð er tað 1 kilo av myrkari sjokulátu, sum er framleidd í ávikavist Kina og Týsklandi. Fakturaprísur og frakt/trygging eru hugsað tøl. Vit síggja, at nú kemur punktgjald afturat, og tá er 300 krónu-reglan ikki galdandi. Tollurin er 20% og verður sum í fyrra døminum bert lagdur á vøruna úr Kina.

Sjokuláta, dømi 1
Úr Kina Úr Týsklandi 
Fakturaprísur:200 kr.Fakturaprísur:200 kr.
Frakt og trygging:50 kr.Frakt og trygging:50 kr.
Tollvirði: 250 kr.Tollvirði: 250 kr.
Tollur, 20% av 250: 50 kr.Tollur: 0 kr.
Punktgjald, 40% av 300: 120 kr.Punktgjald, 40% av 250: 100 kr.
Punktgjald, 16 kr. pr. kg.: 16 kr.Punktgjald, 16 kr. pr. kg.: 16 kr.
Mvg, 25% av 436:109 kr.Mvg, 25% av 366:92 kr.
Avgreiðslugjald, TAKS:30 kr.Avgreiðslugjald, TAKS:30 kr.
Kostnaður:* 575 kr.Kostnaður:* 488 kr.


*) Harumframt kemur møguligt avgreiðslugjald hjá flutningsfelagi.

Minst til

Er tollvirðið á vøruni 3.000 krónur ella minni, kanst tú skjóttolla hana og rinda ein fastan toll á 10% í staðin. Minst eisini til, at vilt tú tryggja tær, at tú kanst fáa eina vøru tollfría, so skal handilin altíð upplýsa upprunaland á fakturanum. Annars rindar tú toll.

Vøra, ið tú ikki kanst innflyta uttan við loyvi

Summar vørur er ólógligar at innflyta hjá privatpersónum uttan við loyvi, t.d. vápn, fýrverk og djór. Bíleggur tú tílíka vøru úr útlondum uttan við loyvi ella fært hana sendandi frá onkrum, verður hon steðgað í tollinum, og viðkomandi myndugleiki tekur síðan støðu til, hvat gerast skal við vøruna.

Vápn og fýrverk

Tað er ólógligt at innflyta vápn og fýrverk uttan við loyvi frá løgregluni. Fyriliggur einki loyvi, verða vápn og fýrverk altíð afturhildin í tollinum. Løgreglan tekur síðan støðu til, um vøran er lóglig og kann útflýggjast, ella um hon er ólóglig og skal fyribeinast.

Persónar undir 18 ár kunnu einki vápn og fýrverk innflyta. Gev í hesum sambandi gætur, at í tollhøpi er tað altíð móttakarin á fakturanum, sum er innflytari. Er hesin persónur undir 18 ár, verður vøran altíð fyribeind. Annar persónur kann ikki útloysa hana.

Innflutningur av vápnum er skipaður í vápnalógini. Hana finnur tú her. Innflutningur av fýrverki er skipaður í fýrverkslógini. Hana finnur tú her.

Djór

Tað er ólógligt at innflyta djór uttan við loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Fyriliggur einki loyvi, verða djór altíð afturhildin í tollinum. Heilsufrøðiliga starvsstovan tekur síðan støðu til, um djórið kann útflýggjast ella ikki. Kann tað ikki útflýggjast, verður tað vanliga sent aftur til avsendaran. Sum djór verða eisini roknað egg, ið kunnu klekjast.

Innflutningur av djórum er skipaður í lóg um djórasjúkur og í lóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum. Tú finnur lógirnar her og her. Viðkomandi er eisini kunngerð um innflutning av eksotiskum djórum. Hana finnur tú her.

Vøra, ið tú ikki kanst innflyta yvirhøvur

Summar vørur eru altíð ólógligar at innflyta hjá privatpersónum, t.d. heilivágur, rúsdrekka og tubbak. Bíleggur tú tílíka vøru ella fært hana sendandi frá onkrum, verður hon steðgað í tollinum og fyribeind.

Rúsdrekka

Einans Rúsdrekkasøla landsins kann innflyta rúsdrekka, t.e. øl, vín og brennivín. Keypir tú rúsdrekka á netinum úr útlondum, ella fært tú tað sendandi frá onkrum, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir tær fráboðan um hetta.

Tað er í hesum sambandi ikki munur á at bíleggja rúsdrekka og at fáa tað sendandi sum gávu frá vinum og kenningum. Í báðum førum verður tað afturhildið.

Innflutningur av rúsdrekka er skipaður í rúsdrekkalógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 5, stk. 1. Rúsdrekkalógina finnur tú her.

Tubbak

Privatpersónar hava ikki loyvi at innflyta tubbak. Keypir tú tubbak á netinum úr útlondum, ella fært tú tað sendandi frá onkrum, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir tær fráboðan um hetta. Sum tubbak verður roknað snús, sigarettir, sigarir, píputubbak og vatnpíputubbak (frukttubbak).

Innflutningur av tubbaki er skipaður í roykilógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 11, stk. 1. Roykilógina finnur tú her.

Heilivágur

Einans Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya. Verður komið fram á vøru, ið kann vera heilivágur, verður Apoteksverkið tilkallað fyri at staðfesta, um so er. Er talan um heilivág, verður hann latin løgregluni, sum setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar altíð móttakaran um hetta fyrst.

Inniheldur sendingin lógliga vøru umframt, verður hon útflýggjað móttakaranum, tá ið løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.

Natúrheilivágur og kostískoyti verða vanliga ikki roknað sum heilivágur og kunnu sum oftast keypast á netinum. Onkuntíð kunnu ivamál vera, og tá verður vøran afturhildin í tollinum, til eitt umboð frá Apoteksverkinum váttar, at talan ikki er um heilivág. Síðan verður vøran útflýggjað. Tað er altíð Apoteksverkið, sum ger av, um ein vøra er heilivágur ella ikki.

Veska til elektroniskar sigarettir verður roknað sum heilivágur, um hon inniheldur nikotin, og tá er tað bert Apoteksverkið, sum kann innflyta. Hetta er sambært § 29, stk. 1, í apotekslógini.

Innflutningur av heilivági er skipaður í apotekslógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 29, stk. 1. Apotekslógina finnur tú her.

Onnur vøra

Matur

Loyvt er at innflyta matvøru, og slík vøra verður vanliga ikki afturhildin í tollinum. Í ivamálum ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um vøra kann útflýggjast, ella um hon skal verða fyribeind. TAKS sendir tær fráboðan um hetta.

Mold og plantur

Loyvt er at innflyta plantur og mold. Slík vøra verður ikki afturhildin í tollinum.

Kopivøra

Eingin lóg er um innflutning av kopivøru. Loyvt er tí at innflyta slíka vøru, og hon verður ikki afturhildin í tollinum, um hon ikki er avmarkað annars, t.d. um talan er um heilivág, vápn o.tíl.

Orðafrágreiðingar í sambandi við netkeyp
  • Toll- og vøruskrá: Yvirlit, sum vísir, hvussu nógvur tollur skal rindast av einari innfluttari vøru, og sum Føroyar hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja. Toll- og vøruskráin verður eisini kallað altjóða vøruskráin.
  • Avgjald: Upphædd, sum kann verða løgd á innflutta vøru. Sama sum punktgjald. Fólk brúkar stundum orðið sum felagsheiti fyri toll, punktgjald, mvg og avgreiðslugjald, men hjá TAKS merkir orðið altíð punktgjald. Tá ið vit t.d. á eini tollrokning skriva avgjald, so sipa vit til hetta.
  • Avgreiðslugjald: Upphædd, sum TAKS og flutningsfeløg taka fyri at tolla eina sending. TAKS tekur 30 krónur pr. pakka. Gjaldið hjá flutningsfeløgunum er ymiskt og fæst við at venda sær til felagið, sum hevur fraktað vøruna.
  • Fakturaprísur: Upphædd, sum vøra kostar at keypa í einum handli. Frakt og møgulig trygging eru ikki við í fakturaprísinum.
  • Fakturi: Skjal, sum handil skal leggja saman við vøru, sum tú bíleggur, og sum sigur, hvat er í pakkanum. Ein fakturi skal altíð upplýsa vøruheiti, nøgd, prís og vekt. Fyri at TAKS skal kunna vita, um ein vøra er tollfrí ella ikki, skal handilin eisini upplýsa upprunaland á fakturanum.
  • Mvg: Prosentupphædd á 25%, sum fyritøkum er álagt at leggja oman á kostnaðinum fyri tær vørur og tænastur, sum tær selja. Í tollhøpi verður mvg rindað av øllum uttan av avgreiðslugjaldinum.
  • Proformafakturi: Skjal frá avsendara, sum lýsir innihaldið í einum pakka, upprunaland o.a. Ein proformafakturi er ikki nóg mikið til at útloysa ein pakka. Til tess krevst altíð ein fakturi. Proformafakturi verður eisini kallaður Commercial invoice.
  • Punktgjald: Upphædd, sum kann verða løgd á ávísa innflutta vøru. Punktgjaldið kann vera ymiskt til støddar. Tað verður roknað av fakturaprísi, frakt, trygging og møguligari tollupphædd. Á TAKS kalla vit onkuntíð punktgjald fyri avgjald. Tá ið vit t.d. á eini tollrokning skriva avgjald, so sipa vit til punktgjald.
  • Tollingaráheitan: Skjal, sum tú skalt útfylla í sambandi við tolling av vøru, sum tú keypir úr útlondum. Er tollvirðið størri enn 3.000 krónur, skalt tú altíð útfylla tollingaráheitanina. Er tað 3.000 krónur ella minni, kanst tú leypa tollingaráheitanina um og rinda ein fastan toll á 10%.
  • Tollur: Upphædd, sum kann verða løgd á innflutta vøru. Fólk brúka stundum toll sum felagsheiti fyri toll, punktgjald, mvg og avgreiðslugjald. Hjá TAKS verður tað einans brúkt um sjálvan tollin. Onkuntíð siga vit eisini GATT-tollur. GATT er stytting fyri General Agreement on Tariffs and Trade og verður brúkt í sambandi við tolling av vørum úr londum, sum vit ikki hava fríhandilssáttmála við.
  • Tollvirði: Upphædd, sum vøra kostar í fakturaprísi, frakt og møguligari trygging, t.e., tá ið vøran er komin til Føroya. Tollur, punktgjald, mvg og avgreiðslugjald eru ikki við í tollvirðinum.
  • Upprunaland: Land, haðan vøra hevur sín uppruna, t.e. har hon er framleidd.