Skriva út

At keypa bil ella annað motorakfar úr útlondum

Keypir tú bil ella annað motorakfar úr útlondum, eru hesi viðurskifti at hugsa um:

Tollur og avgjald

Tá ið akfarið skal flytast inn til Føroya, skal tú rinda gatt-toll og mvg av keypsvirði og flutningskostnaði, t.e. av CIF-virðinum.*

Er akfarið gjørt í ES, kanst tú sleppa undan gatt-tollinum, um seljarin kann geva tær eina upprunaváttan. Hetta kann vera ein fakturaváttan ella eitt EUR.1–sertifikat. Verður EUR.1–sertifikat brúkt, skal tað vera stemplað av tollmyndugleikanum í avsendaralandinum. Verður fakturaváttan brúkt, og virðið er meiri enn 6.000 evrur, skal autorisatiónsnummar standa í upprunatekstinum.

Gjøldini skulu rindast til TAKS, tá ið akfarið kemur til landið.

*) CIF: Ensk stytting fyri Cost, Insurance and Freight.

Skrásetingargjald

Akstovan umsitur skrásetingargjaldið á motorakførum. Spyr Akstovuna, hvussu stórt gjaldið er, áðrenn tú tekur støðu til keypið.

Flytur tú heim til Føroya og hevur motorakfarið við tær?

So kanst fáa tað heim toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs undir ávísum treytum. Vel Flytigóðs undir snarslóðum og les meira um hetta.

Avgjaldsfrítøka fyri motorakfør hjá ferðandi

Ferðandi kunnu uttan at rinda toll og innflutningsgjøld hava bilin, húsvognin og stuttleikabátin við sær til Føroya.

Treytir

  • Akfarið má ikki nýtast av persónum, sum eru fastbúgvandi í Føroyum.
  • Akfarið kann vera í Føroyum í mesta lagi tríggjar mánaðir í eitt 12 mánaða skeið. TAKS kann tó í samráði við Akstovuna leingja loyvistíðina.
  • Akfarið má ikki nýtast til vinnuvirksemi. Í hesum sambandi er øll koyring við lastbilum og vørubilum at skilja sum vinnuvirksemi. Undantikin er tó koyring við slíkum akførum, sum sølu- og umsjónarfólk innflyta til egna bráðfeingisnýtslu.
  • Akfar, sum er skrásett við fyribilsplátum (grensuplátum) í tí landi, haðan tað stavar, kann eisini fáa avgjaldsfrítøku.
  • Bussar, ið koma til Føroya við ferðafólki, fáa eisini avgjaldsfrítøku, um ferðafólkaflutningurin í Føroyum bert fevnir um tey ferðafólk, ið koma higar við bussinum, og um bussurin fer úr aftur Føroyum við somu ferðafólkum.

Um treytirnar ikki verða hildnar

Akfør, sum eru innflutt til Føroya eftir frítøkureglunum og ikki halda tær, skulu straks rinda toll og onnur innflutningsgjøld og kunnu verða flutt av aftur landinum. Tey kunnu harumframt verða tikin í varðveitslu sambært § 39 í tolllógini.