Skriva út
30. desember 2021

Realkredittlánarar kunnu fáa minni í rentustuðli við ársenda

Í november og desember kunnu realkredittlánarar fáa minni í rentustuðli til bústaðarlán og lestrarlán, um teir hava havt rentuvinning av hesum lánum. Hetta hevur samband við lógarbroyting, sum ásetir, at rentuvinningur skal mótroknast í útrokningargrundarlagnum. Afturfyri er hann vorðin skattafríur.

Broytingin hevur verið í gildi síðan 7. mai 2021, men er ikki virkjað fyrr enn nú.

Soleiðis verður rentustuðulin hjá realkredittlánarum roknaður

Vanligur rentustuðul er 35% og verður roknaður av summinum av lánsrentuni og umsitingargjaldi bankans. Hjá realkredittlánarum skal rentuvinningur dragast frá umsitingargjaldinum, áðrenn prosentini verða roknað.

Siga vit nú, at realkredittlánari ein tilvildarligan mánað hevur 500 kr. í rentuvinningi og 1.500 kr. í umsitingargjaldi, verður munurin hesin:

  • Fyri lógarbroyting: 1.500 x 0,35 = 525 kr. í rentustuðli
  • Eftir lógarbroyting: (1.500 - 500) x 0,35 = 350 kr. í rentustuðli

Vit síggja, at rentustuðulin hjá realkredittlánarum minkar. Hetta verður innafturvunnið við tí skattafría rentuvinninginum, og samanumtikið ávirkar broytingin tískil einki. Uttan tað, at realkredittlánarar nú hava minni stríð av sjálvuppgávuni, tí teir sleppa frá at hugsa um at geva rentuvinningin upp í skatti.

Leinki

Rentustuðul til bústaðarlán

Rentustuðul til lestrarlán