Skriva út
03. juni 2020

Samleikin á Borgaraglugganum og Vinnuglugganum

Í samstarvi við Talgildu Føroyar verður Samleikin nú royndur á Borgaraglugganum og Vinnuglugganum.

Samleikin er nýggja talgilda innritanin, sum Talgildu Føroyar hava ment, og sum nú er komin so mikið áleiðis, at hon verður stigvíst íverksett á ymsum sjálvgreiðslum. Samleikin fer at koma í staðin fyri Mínlykil og sum frá líður eisini fyri NemID í føroysku peningastovnunum.

100 brúkarar royna Samleikan í fyrsta umfari

Tað merkir, at hesir brúkarar fara at kunna brúka Samleikan til at rita inn á Borgaragluggan og Vinnugluggan, umframt á Mínlykil og Vangan, ið er nýggj heimasíða, sum Talgildu Føroyar somuleiðis hava ment, og sum savnar talgildar tænastur hjá stovnum og kommunum á einum stað. Talgildu Føroyar hava valt brúkararnar út, soleiðis at teir umboða ein breiðan skara av borgarum og fyritøkum. Er ein ímillum hesar brúkarar, hevur ein fingið teldubræv um tað.

Við stigvísu íverksetanini vilja Talgildu Føroyar vissa sær, at Samleikin verður so brúkaravinarligur, sum til ber, og at stovnar og starvsfólk læra skipanina at kenna, so at øll eru til reiðar at veita eina góða heildartænastu í heyst, tá ið Samleikin væntandi verður klárur at nýta hjá øllum.

Leinki

TAKS er við á Vanganum
Borgaragluggin
Vinnugluggin
Les meira um stigvísu íverksetanina av Samleikanum og Vanganum á heimasíðuni hjá Talgildu Føroyum