Skriva út
04. juni 2020

TAKS er við á Vanganum

Vangin er nýggj føroysk loysn hjá Talgildu Føroyum, ið savnar sjálvgreiðslur hjá í fyrsta umfari almennum stovnum og kommunum á einum og sama stað. Vangin brýtur slóð innan talgilding, tí hóast brúkarin kann avgreiða viðurskifti síni á síðuni, so hava stovnar og kommunur ábyrgdina av øllum sjálvgreiðslum. Tær verða einans sýndar á Vanganum, men liggja trygt hjá tænastuveitarunum.

Arbeitt hevur verið við Vanganum í eina tíð, og nú verður hann royndarkoyrdur.

Sjey stovnar eru við í fyrsta umfari

Teir eru Akstovan, Almannastovan, Ílegusavnið, Studni, TAKS, Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan.

Millum tænasturnar hjá TAKS, sum nú eisini kunnu avgreiðast á Vanganum, eru stuðul til dupult húsarhald, rentustuðul til bústaðarlán og rentustuðul til lestrarlán. Hesar og aðrar tænastur kunnu eisini framvegis avgreiðast á Borgaraglugganum og Vinnuglugganum. Vangin kemur afturat sum ein nýggjur møguleiki.

Hjá øðrum stovnum ber eitt nú til at skráseta nýtt koyrikort og nýtt akfar, søkja um barnaískoyti, ergo- og fysioterapi, fáa bústaðarváttan, síggja ættartræ sítt og annað mangt.

Fleiri stovnar og kommunur fara at koma afturat, og seinni eisini bankar, soleiðis at sjálvgreiðslumøguleikarnir gerast fleiri. Á Vanganum verður eisini atgongd til eina nýggja Mínboks.

Ritað verður inn á Vangan við Samleikanum

Samleikin er talgilda innritanin, sum Talgildu Føroyar hava ment, og sum nú eisini verður royndarkoyrd saman við Vanganum. Gott 100 brúkarar hava fingið Samleikan í fyrstu syftu. Samleikin kann eisini nýtast til at rita inn á Borgaragluggan og Vinnugluggan.

Henda stigvísa íverksetan hjá Talgildu Føroyum skal tryggja, at Vangin verður ein góð og vælvirkandi loysn, tá ið hann væntandi verður tikin alment í nýtslu heyst og øll fara at kunna brúka hann.

Leinki

Samleikin á Borgaraglugganum og Vinnuglugganum
Les meira um stigvísu íverksetanina av Samleikanum og Vanganum á heimasíðuni hjá Talgildu Føroyum
Vangin (Til ber einans at rinda inn við Samleikanum)