Skriva út

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Ein kapitalvinningssjálvuppgáva er eitt yvirlit, sum feløg lata TAKS yvir vinning, sum tey hava havt av ognum sínum og/ella handli sínum við virðisbrøvum.

Kapitalvinningssjálvuppgáva skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata. Tá skal hon latast inn saman við partafelagssjálvuppgávuni á Vinnuglugganum.

Innlatingarfreistin er fríggjadagin, 1. juli 2022

Niðanfyri er vegleiðing. Undir snarslóðum og oyðubløðum eru leinki til meirlesnað og útfyllingarskjøl.

Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Vinnuglugganum

Verður latið inn á annan hátt, til dømis sum viðfest skjal, telur tað sum óinnlatið.

Oyðublaðið "Kapitalvinningssjálvuppgáva" her á síðuni er tískil bert ætlað teimum, sum í undantaksføri ikki kunnu nýta Vinnugluggan.

Hava tit ikki Vinnugluggan?

Sendið okkum eitt umsóknarblað. Heinta tað undir oyðubløðum. Tað eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum".

Undir snarslóðum er leinki til meirlesnað um Vinnugluggan.

Vinningur og tap av virðisbrævasølu

Tá ið virðisbrøv verða seld, skulu vinningur og tap gevast upp. Skattur verður goldin av muninum millum útveganarpening og sølupening.

Eru virðisprøvini keypt, eftir at kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 21. desember 2001, er útveganarpeningurin tann upphædd, sum virðisbrøvini blivu keypt fyri. Eru virðisbrøvini keypt áðrenn henda dag, skulu tey virðisásetast til kursvirðið tann 31. desember 2006 eftir serligum uppgerðarhátti. Henda virðisáseting er grundarlag undir útveganarvirðinum við sølu.

Vinningsbýtið frá feløgum skal roknast við í uppgerðina. Full upphædd skal teljast við.

Skattur, sum útlutandi felag hevur goldið TAKS við útlutan, skal setast í teigin fyri goldnan skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum. Er skattur goldin uttanlands, skal hesin setast í teigin fyri tað. Skjalprógv skal leggjast við.

Í útrokningini verður hesin skattur tikin við. Tó loyva tvískattasáttmálar, sum Føroyar eru partur av, bert lutvísum frádrátti fyri útlendskan skatt. Til ber at søkja viðkomandi land um at fáa afturbornan tann útlendska skattin, sum frádráttur ikki verður givin fyri.

Hall kann flytast sum frádráttur til seinni ár

Vísir kapitalvinningsuppgerðin hall, kann tað flytast sum frádráttur til seinni ár, um ikki rúm er fyri tí í vinningi í árinum.

Feløg, sum í inntøkuuppgerðini eftir skattalógini hava hall, kunnu draga tað frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Til ber ikki at flyta hall mótsettan veg.

Rentuinntøkur og rentuútreiðslur hjá feløgum verða roknaðar upp í roknskapin, og skattingin kemur av hesum sostatt undir skattalógina.

Fyrningarfreistin fyri broytingum er trý ár

Metir eitt felag, at TAKS eigur at broyta útrokningina av kapitalvinningsskattinum eitt inntøkuár, skal tað leggja fram upplýsingar, ið grundgeva fyri broytingini.

Hetta skal vera gjørt í seinasta lagi trý ár eftir, at viðkomandi inntøkuár er lokið. Annars fellur kravið burtur.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningssjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.