Sjálvstøðug vinnuvirki skulu leggja eitt avgjald á 25% á alla vinnuliga sølu av vørum og tænastum. Hetta er meirvirðisgjaldið, ið verður latið landskassanum.
Nøkur undantøk eru til hesa reglu. Tey finnur tú undir § 2, stk. 3, í mvg-lógini. Leinki til lógina er undir leinkjum her á síðuni.
Ansa eftir, at kemur tú undir hesi undantøk og rekur heilsutænastu, bankatænastu ella tryggingartænastu, so skalt tú rinda eitt lønhæddaravgjald av útgoldnum lønum í staðin. Er talan um einstaklingsvirki, skal lønhæddaravgjaldið eisini rindast av avlopinum hjá virkinum. Avgjaldsupphæddin er ásett í § 4 í lønhæddaravgjaldslógini. Leinki til lógina er undir leinkjum.
50.000 krónu markið
Væntar tú at selja fyri minni enn 50.000 kr. um árið, hevur tú ikki mvg-skyldu og skalt heldur ikki skráseta virkið hjá tær í vinnuskránni. Tá skalt tú heldur ikki leggja mvg á vørur og tænastur tínar. Fert tú seinni upp um 50.000 krónu markið, skalt tú skráseta teg tá. Gev gætur, at tað er samlaða árliga sølan, sum skal vera minni enn 50.000 kr., ikki avlopið.
50.000 krónu markið er ikki galdandi, um tú fyrst hevur mvg-skrásett teg. Tá skalt tú altíð avrokna mvg, eisini um sølan er minni enn 50.000 kr. um árið.
Soleiðis mvg-skrásetir tú teg
Tú mvg-skrásetir teg við at krossa av feltið "Meirvirðisgjald/Vinnuligur innflytari" undir 3. punkti í skrásetingarskjalinum til vinnuskránna. Finn skjalið millum oyðubløðini undir leinkjum her á síðuni.
Mvg-uppgerð
Virki skulu lata inn mvg-uppgerð eina ferð um ársfjórðingin. Virkir, ið javnan hava negativa avgjaldsupphædd, kunnu søkja um at avrokna eina ferð um mánaðin ella eina ferð um vikuna. Hevur eitt virki negativt avgjaldstilsvar, skal upphæddin útgjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at mvg-uppgerðin er móttikin ella innlisin á Vinnuglugganum. Innlatingar- og gjaldsfreistin er ein mánaður og 10 dagar eftir lokið avgjaldstíðarskeið.
Er mvg-uppgerðin ov seint innlatin, verður avgjaldið fyri viðkomandi avgjaldstíðarskeið hækkað 1%, tó í minsta lagi 300 kr. og í mesta lagi 1.000 kr. Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, verður renta roknað á 0,7% um mánaðin.
Hevur virkið atgongd til Vinnugluggan, kann mvg-uppgerðin latast inn elektroniskt. Atgongd til Vinnugluggan fæst við at lata TAKS umsókn um hetta.